Enn búgva 3 av børnunum heima, meðan 3 av okkara eldru børnum eru flogin úr reiðrinum og búsett í útlandinum. Sostatt kenna vit tíbetur enn til lívliga og mangan rokaliga gerandisdagin hjá ungdómum í miðnámsskúla og í barnaskúlanum. Eg haldi tað vera sera mennandi og gevandi at fáa innlit í lívið hjá ungdóminum nú á døgum, og eg eri sera errin av teimum. Tað er ein frægd at síggja, hvussu fyrikomandi tey eru og at eygleiða teirra umhugsni og hjálpsemi mótvegis hvør øðrum. Jú, okkara ungdómur er bæði sjálvstøðugur og vitugur.

Dagstovnar og skúlar

Mær tykir í hesum sambandi, at vit í Føroyum sanniliga hava megnað at bygt eina ómetaliga virðismikla samhaldsfasta vælferðarskipan upp við dagstovnum og skúlaverki, og teimum tænastum, ið eru knýttar aftrat hesum. Ivaleyst kann mangt gerast uppaftur betri, men vit mugu vera sera ansin, og ikki bróta niður tað, ið longu er vunnið á rættari leið. Yrkisbólkarnir innan dagstovnaøkið og skúlaverkið, ið taka sær av okkara børnum og ungdómi á ein so dugnaligan og mennandi hátt, eiga uppiborið stórt takklæti.

Ítróttur

MKF006-300x205

Ítróttarfeløgunum, og tí stóra og týdningarmikla ungdómsarbeiði sum tey skipa fyri, hevur okkara húski notið gott av í mong ár og í ymsum samanhangi. Í løtuni eru tað fyrst og fremst H71 og HB sum fylla nógv í gerandisdegnum, men HS hevur eisini átt sítt trúgva pláss í mong ár. HR, Neistin, HF og Ljósið hava eisini verið á skránni áður. Alstóra sjálvbodna arbeiðið, ið verður gjørt í ítróttarfeløgunum í býnum, er so umfatandi, at tað valla kann gerast upp í peningi. Men hesar eldsálir eiga stóra tøkk uppiborna, og eigur politiski myndugleikin at gera sítt til at skipa fyri nøktandi kørmum at virka undir.

Bygdarlív

MKF030-300x196

Sum bóndadóttur av Velbastað, havi eg frá barnsbeini kent til hart arbeiði og til strevið hjá forfedrunum fyri at kunna lívbjarga sær við tí, ið náttúran kann veita. Teimum lá eisini nógv á sinni at fara væl um náttúruna og um bygdarlagið. Og hóast brotið verður upp úr nýggjum, eigur ein eisini at virðismeta tað gamla. Hesin grundsetningurin hevur fylgt mær yvir í mína egnu modernaðu býartilveru í høvuðsstaðnum; har gerandisdagurin hevur verið fyltur við fyrisitingararbeiði meginpartin av mínum vaksna lívi, og síðani 2005 eisini við kommunalpolitikki. Uppvøksturin hevur somuleiðis lært meg at trívast væl í náttúruni. Fjalldagar, t.d., eru enn sum áður hátíðardagar, har ein bæði kemur nær at náttúruni og tí, ið hon kann bjóða, men somuleiðis gerst lutur av tí samstarvi, sum øll familjan stendur saman um. At vera vambakona í 21. øld gevur avgjørt gerandisdegnum eitt ríkari innihald.

Náttúran

MKF024-243x125

Seinastu nógvu árini hava vit lagt okkum eftir at gera eina útferð við tjaldi í føroysku náttúruni, og hava vit vanliga gjørt ferðina, tá Ólavsøkan er farin afturum. Vit miða eftir at tjalda í fleiri dagar, og leggja okkum eftir at koma so langt burtur frá bygdum øki, sum gjørligt. Um einki GSM samband er á staðnum, er tað bert ein fyrimunur. Soleiðis hava vit upplivað mong óføra góð og vøkur støð í Føroyum, og hesir minniligu túrar eru høgt í metum hjá børnum og ungdómi í allari familjuni. Mangt sílið er veitt og síðani stokt á grúgvubáli í haganum.

Felagslív

MKF011-300x200

Mær dámar væl alt felagslív, og at koma hvørjum øðrum við. Haldið eisini, at tað er við til at styrkja tilknýtið til nærumhvørvið. Men síðani eg fór upp í politikk og bleiv býráðslimur, er tíðin minkað munandi til sosiala samveru, tí býráðsarbeiðið er sera krevjandi. Sum mong kanska ikki vita av, so fellir alt býráðsarbeiðið uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Tað vil siga, at allir fundir sum meginregla eru um kvøldarnar, og at eg í aðrar mátar má keypa mær frí úr arbeiði, um eitthvørt er á skránni í vanligari arbeiðstíð. Alt fyrireikingararbeiðið fer somuleiðis burtur av frítíðini.