Yrsa:

– Eg havi ofta sagt við hana, um at reypa eitt sindur meira. Men, hetta er kanska tann stóri munurin á konu- og mannfólki. Mannfólkini gera ofta meira um seg, meðan kvinnurnar ikki leggja líka so nógv í at fáa æruna fyri avrikið. Mamma gleðist meira um úrslitið, sigur Yrsa, ið er elsta dóttir Marin Katrinu Frýdal.

Marin Katrina er einasta kvinnuliga umboð fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð.

Marin Katrina hevur 8 ár á baki sum býráðspolitikkari.

Fleiri kenna Marin Katrinu sum ein av forsprákarunum fyri m.ø. ókeypis bussleið, kloakkskipanum til reinsan av áum og vágum, NámX og súkklubreytum í Tórshavnar Kommunu. Hon hevur nevniliga verið forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráði øll árini; eitt lítið kvinnuligt áhugamál kann onkur kanska halda.

Yrsa er eitt vend heima í Føroyum. Hon býr annars í Íslandi, har hon hevur lisið sálarfrøði. Komandi tíðin fer til at finna útav, hvat hon víðari skal takast við. Hon og beiggin Sakir, sita um borðið í sera hugnaligu og eitt sindur avsíðis húsunum við Skraddara Hoydølum.

Pápi Æsu og Sakir, Tróndur, ið er maður Marin Katrinu, gongur uttanfyri og laðar nýggjan garð. Meðan elsti sonurin, Eindri, er til arbeiðis. Marin Katrina sjálv er ikki til samrøðuna, tí hon hevur úr at gera við øðrum, hóast summarferia er á skránni, tá samrøðan verður gjørd.

mkf_dotur_1

Hvussu lýsa børnini mammu sína, Marin Katrinu Frýdal?

Æsa:

– Fyri at siga tað stutt, so er mamma eitt treiskt, viljasterkt, festligt og náttúruelskandi menniskja.

Hon gevur ongantíð upp. Og setur hon sær nakað fyri, so fullførir hon tað. Gevur ikki upp á hálvum vegi.

Og so hevur hon altíð fult álit á okkum, og hon hevur altíð stuðla okkum í at røkja okkara áhugamál. Og okkara vinfólk eru altíð vælkomin heima hjá okkum. Mangan hava vit hildið ungdómsball her heima, og hóast húsið ikki altíð hevur sæð so gott út morgunin eftir, hevur hon ongantíð verið ill um tað. Hon gongur meira inn fyri at fólk skulu hugna sær og hava tað gott, heldur enn at taka sær av tí materiella, greiðir Æsa frá.

Marin Katrina Frýdal hevur bæði útbúgving innan tekstil og hevur eisini ein bachelor í stjórnmálafrøði. Ein útbúgving, hon hevur tikið, samstundis sum hon hevur sitið í býráðnum.

Hon hevur arbeitt sum fulltrúi í Nærverkinum tey seinastu skjótt trý árini. Áðrenn hetta arbeiddi hon á sosialu deild hjá býráðnum.

Umframt tað er hon býráðspolitkkari alt sam døgrið. Yrkisleiðin hevur eisini fevnt um arbeiði sum pantifútiá Gjaldstovuni og sum prísansari á gamla Prísráðnum.

Yrsa:

– Mamma hevur altíð stríðst fyri síni søk. Tá eg var ikki meir enn 2 ára gomul, stóð mamma brádliga einsamøll eftir við mær og einum stórum nýbygdum húsum á Velbastað, tá pápi og hon fóru hvør til sítt. Hon kundi gjørt sum so nógv onnur, rýmt av landinum. Men hon varð eftir í Føroyum, hon stríddist og hon kláraði tað. Hon stríddist fyri at klára seg, og við góðari hjálp frá familju og vinum fekk hon tað at bera til. Harafturat hevði hon eisini orku til frívillugt arbeiði við náttavaktum á Kvinnuhúsinum í vikuskiftunum, sigur Yrsa og dylir ikki fyri, at hon er errin av mammu síni.

– Eg trúgvi at hetta hevur givið henni gott grundarlag og styrki til at arbeiða innanfyri og føra politikk í dag.

Kann mann rokna við at síggja nakran tykkara í politikki?

Yrsa:

– Eg veit ikki heilt. Vit hava ikki heilt tað sama at stríðast fyri í Íslandi, sum í Føroyum. Eg má nokk seta meg nakað betri í politisku støðuna, sum hon er í Íslandi, áðrenn eg fnni uppá at blanda meg upp í politikk har, sigur Yrsa.

Æsa gongur hinvegin nærri fótasporunum hjá mammu síni. Hon er virkin í Unga Tjóðveldi og hevur verið tað síðan 2010. Hon er sera áhugað í samfelagsviðurskiftum.

Æsa:

– Eg luttaki har fyri at gera mín part av arbeiðinum, sum skal til fyri at reka politiskt arbeiði. Men tað verður helst ongantíð at eg fari at stilla upp til val.