skansin_vitin_DSC_0007_560x460

Oyðileggjandi útbyggingin við Skansan

Av órannsakiligum orsøkum eitur tað seg í fjølmiðlunum og millum manna, at tað er eitt samt býráð á 13-0, sum tekur undir við stóru havnarútbyggingini fram við Skansanum. Hetta er skeivt. Mín atkvøða er ongantíð farin til hasa verkætlanina av tí einfaldu orsøk, at eg haldi hana vera fullkomiliga burturvið.

Við at hyggja í gerðabókina frá býráðsfundinum 25. juni í ár sæst, at Marin Katrina Frýdal atkvøddi ímóti málinum um Skansabryggjuna.

Tað er ikki ókent fyri mær at vera einsamøll í býráðnum um at finnast at teimum avgerðum, sum býráðið tekur. Haldi eisini, at tíðin er komin, har eg kann greiða borgarum í høvuðsstaðnum frá, hví eg haldi, at hendan ógvusliga útbyggingin av Tórshavnar havn beint framman fyri einum av okkara fáu fornminnum, er fullkomiliga ábyrgdarleys. Eg taki undir við teimum sjónarmiðum, sum hava verið frammi um, hvussu langt av leið hendan ætlanin er.

Ikki nevndarviðgjørt

Tað er synd at siga, at hetta stóra málið hevur fingið drúgva viðgerð í býráðnum. Einans tvær ferðir hevur málið verið fyri í býráðnum, og báðu ferðir setti eg uppskot fram um at koyra málið í nevnd, so tað kundi verða viðgjørt býarskipanarliga og tekniskt, við m.a. atliti til ferðslu, umhvørvi og náttúru, og at fáa viðgjørt tær ovurhonds stóru fíggjarligu avleiðingarnar. Men tíverri varð uppskot mítt felt í býráðnum báðar ferðir, og tískil hevur málið bara fingið nevndarviðgerð í Vinnunevndini. Eisini havi eg sett fram spurningin, um tað er ein framtíðar tryggjað leið at blanda ferðafólkaflutning og farmaflutning saman.

Borgarstjórin sigur bara okkurt

At hoyra borgarstjóran í ramasta álvara standa og siga, at ein av høvuðsorsøkunum til hesa útbyggingina av Havnini er fyri at fáa Skansan at taka seg betri út, tí fólk koma at síggja inn á og njóta hann frá sjóvarmálanum, fær meg at ivast í, um eg skal gráta ella flenna. Havnarútbyggingin hevur eittans endamál, sum er at økja um inntøkurnar hjá Tórshavnar havn og harvið kommununi. So kann borgarstjórin og restin av meirilutanum koma við øðrum páhaldum, men tey eru ikki annað enn hjáputur fyri at fáa fólk at gloypa bitanum.

Tórshavnar kommuna í fakligum stjórnarloysi

Umframt at oyðileggja útsýnið frá Skansanum og skemma hetta vakra umhvørvið og søguliga stað, fer verkætlanin at økja munandi um larm og helst eisini dálking í økinum. Ætlanirnar við Skansabryggjuni eru ikki aðrar enn at fáa eitt konteynaraparkeringspláss, sum saktans kundi verið lagt aðrastaðni. At ein marina so er knýtt uppí, er ikki annað enn roykslør, so fleiri taka undir við ætlanini. Sambært VVM (Vurdering af virkning på miljø) kanningini hjá Rambøl, juni 2014, fer útbyggingin at viðføra eina øking í ferðslu uppá heili 55%, har meginparturin verður tung ferðsla. Hvørki Hvítanesvegur ella Eystari Ringvegur eru gjørdir til hesa stóru og tungu ferðslu, ið skal forrenta hundraðtals-millióna lánið, sum ætlanin er at taka til Skansabryggjuna.

Hendan ætlanin er als ikki gjøgnumhugsað býarskipanarliga, og málið verður trumfað ígjøgnum, alt meðan kommunan liggur í fakligum stjórnarloysi, á býarskipanarøkinum og tekniska økinum, nú hesi týðandi størvini, sum ávikavist býararkitektur og tekniskur stjóri, hava verið ósett í longri tíð.

Samstarv við aðrar kommunur

Eysturoyartunnilin er eftir øllum at døma ikki langt burturi, og hann fer vissuliga at viðføra stórar broytingar á samferðsluøkinum, eingin ivi um tað. So hví ikki longu nú kanna møguleikan fyri at taka upp samstarv við aðrar kommunur um eina megingóðshavn fyri Føroyar, soleiðis at avskipingarkostnaðurin fyri føroyska útflutningsvinnuna verður so lágur sum møguligt, og tænastan so góð sum gjørligt.

Hetta er ein avgerandi táttur í spurninginum um okkara kappingarføri. Somuleiðis vita vit, at kostnaðarstøðið á okkara innflutningi er sera høgt. Tí vil ein ódýr og effektiv innflutningshavn gagna tí vanliga føroyinginum í hansara gerandisdegi.

Stóra uppfyllingin í Nólsoyarfirði uttan fyri Skansan kann so ongantíð fáa skoðsmálið at vera ein ódýr loysn. Vit vita longu nú, at týðandi partar innan føroyska útflutningsvinnuna gera stórar íløgur í Eysturoynni. Um flutningsfeløgini síðani velja at flyta aftaná, skal so skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu enn einaferð gjalda gildið fyri ein steindeyðan bryggjukant? Illa umhugsaðu havnaríløgurnar á Sundi og á Oyrareingjum áttu at fingið okkum at steðga á og hugsa okkum væl um.

Kanska áttu vit t.d. at lært av íslendsku royndunum frá samstarvinum um Faxflóahafnir, ella føroysku royndunum frá Kongshavnar havn.

Ráðgevarafyritøkan hevur fingið eina bílagda uppgávu, har úrslitið frammanundan er avgjørt. Av somu orsøk eru ongar ítøkiligar kanningar gjørdar í mun til, hvussu trupulleikin við ov lítlum havnarlagi t.d. kundi verið loystur aðrastaðni. Eisini eru grundleggjandi skeivleikar av fatanini av føroyskum viðurskiftum í kanningini.

Gott við árvaknum borgarum

Tíbetur eru nógvir borgarar í Tórshavnar kommunu nú vaknaðir og reisa seg móti hesi sera ivasomu útbygging, sum býráðið hevur sett út í kortið.

Latið okkum brúka vit og skil og frammanundan kanna árinini av eini møguligari havnabygging við Skansan, tí er hendan útbyggingin fyrst gjørd, vendst ikki aftur. Tá hava vit fyri allar ævir oyðilagt umhvørvið kring Skansan.

William Heinesen um Skansan

Soleiðis sigur William Heinesen um Skansan (Laterna Magica 1985/týðing Jonhard Mikkelsen 2014):

“Ímóti glampanini frá mánarisinum hevja seg nakrir gamlir, myrkir verjugarðar við tilgrónum skotskeinum og eirdum goturstykkjum. Tað er skansin. Í gomlum døgum ein ræðslunnar staður í útryðjuni á tí prúða danska hjálandaveldinum, ballaður inn í krútroyk og buldur. Síðani bara ein tilgrógvin gras- og havangandi yndissæla.”

 

Við býráðskvøðu

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *