Integratiónspolitikkur

Útlendingar skulu beinanvegin hava møguleika at skapa sær eina tilveru, sum samsvarar við teirra evnir og førleikar, og á jøvnum føti við onnur. Nokta vit teimum tað, er vandi fyri at tey kenna seg minni verd enn onnur. Hetta kann ganga í arv og í ringasta føri kloyva samfelagið í tvey millum A og B borgarar

Um ársskiftið fingu býráðslimir eina frágreiðing og tilmæli um ein integratiónspolitikk fyri Tórshavnar kommunu. Tíverri hevur integratiónspolitikkurin hvørki fingið rúmd í býráðnum ella fíggjarætlanini, sum jú er fortreytin fyri at málið verður tikið í álvara.

Føroyar verða alsamt størri partur í altjóða samfelagnum og sæst hetta aftur á fleiri økjum. Fólkasamansetingin broytist, fleiri útlendingar kom henda vegin at arbeiða, íðka ítrótt ella verða gift higar. Tí er kommunan er vorðin eitt fjølbroytt og spennandi stað við ymiskum mentanum og fólkasløgum.

Eitt er at lýsa eitt økið við kanningum, annað at vísa viljan í verki við raðfestingum. Fleiri tilmæli í frágreiðingini kosta ikki annað enn vilja og samskipan. Sum dømi verður mælt til eina sjálvbodna vegleiðaratænastu.

Væleydnað integratión krevur, at øll taka lut. Land og kommuna, stovnar, felagsskapir og einstaklingar.

Kommunalu dagstovnarnir

Dagstovnarnir í kommununi vísa á tørvin á tulkatænastu. Eisini verður víst á trupulleikarnar, tá ið ikki ber til at samskifta. Serliga er hetta galdandi har útlendska mamman er einsamøll heima og pápin siglir ella bæði foreldrini eru útlendingar. Útlendsk foreldur vísa eisini á trupulleikar við felags tiltøkum. Tey skilja ikki, hvat sagt verður, og missa tí hugin at koma á foreldrafundir og onnur felags tiltøk á stovnum. Tey kenna seg uttan fyri felagsskapin av tí sama.

Dømi eru eisini um at børnini virka sum tulkar fyri foreldrini. Talan kann vera um álvarsamar og viðkvæmar samrøður og er tað ov stór ábyrgd at leggja á hesi børn.

Arbeiðsmarknaðurin

Tá ið málsligi førleikin og vitanin um føroysku mentanina eru avmarkaði, er sera torført at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Serliga trupult er tað tá teirra førleikar og/ella útbúgvingar ikki eru góðkend her á landi. At koma á eitt arbeiðspláss gevur í sjálvum sær sosialar møguleikar. At læra málið, mentanina, knýta vinabond og at verða partur av einum felagsskapi hevur so ómetaliga stóran týdning.

Í frágreiðingini um integratiónspolitikk verður mælt til at kommunan eggjar útlendskum tilflytarum at læra føroyskt og veitir best møguligu fortreytir til tess. Eisini verður mælt til at kommunan gongur á odda við at bjóða starvsvenjing á kommunalum arbeiðsplássum, sum eina lopfjøl at koma víðari til at brúka teirra egnu førleikar.

Málundirvísing

Kvøldskúlin hevur tilboð um grundleggjandi málundirvísing fyri útlendingar. Tørvurin er tó størri enn tilboðið. Neyðugt er at skipa undirvísingina soleiðis, at hon verður skild sundur alt eftir, hvaðani fólk koma og hvussu tey eru fyri málsliga. Her eigur størri játtan at verða givin Kvøldskúlanum, til fleiri tímar til føroyskt fyri útlendingar. Tá tilboðið er nøktandi kunnu vit seta sum krav, at vaksnir útlendskir tilflytarar skulu hava undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan. Mælt verður eisini kommununi til at umhugsa at gera tað til eitt krav, at børn skulu á dagstovn, um tey annars eru heima og ikki mennast málsliga í samsvari við tað, ið svarar til aldurin.

Tilflytarar, sum hava tikið skeið í føroyskum fyri útlendingar í Kvøldskúlanum hava verið sera glaðir fyri møguleikan. Starvsfólkini á Kvøldskúlanum hava eisini lagt seg í seðlarnar við heitum hjarta at hjálp hesum fólkum við øllum møguligum, sum eisini strekkir seg langt út um undirvísingarætlanina. Býarbókasavnið hevur eisini skipað fyri sera væleydnaðum tiltøkum fyri útlendingar.

Í frágreiðingin, sum byggir á nógvar samrøður og kanningar verður sagt, at Føroyar í mun til onnur lond hava eitt gott upphavsstøði fyri at lima útlendingar inn í samfelagið. Ikki-norðurlendskir tilflytarar eru eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi, og flestu teirra hava longu tá ið tey koma eitt sterkt tilknýti í Føroyum, antin tí tey koma higar at íðka ítrótt ella tí tey eru gift føroyingi. Eisini er niðurstøðan, at flestu av hesum fólkum hava eitt sera sterkt ynski og ein sera stóra grund til at vilja gerast partur av samfelagnum, arbeiða, vera sjálvbjargin og at vilja læra føroyskt.

Tjóðveldi fer at arbeiða fyri, at tilmælini í frágreiðingini verða fylgd, og at tilboðini í kommununi verða raðfest og løgd í fasta legu. Tað hevur týdning at stovnarnir hava eitt tvørmentarligt umhvørvi við opinleika og virðing fyri øðrum mentanum. Tí eiga starvsfólkini at fáa møguleika at førleikamennast við hesum. Tjóðveldispolitikkur er grundaður á altjóða mannarættindi. Tí verður tikið væl ímóti útlendingum, sum velja kommununa sum teirra tilverustað. Vit ynskja, at tilflytarar verða ein væl móttikin partur av kommununi og kunnu ríka okkum við teirra royndum og vísdómi. Talan er um eitt tilfeingi, ið eisini ger Tórshavnar kommunu til eitt fjølbroytt stað at búgva, sum er til gagns bæði í menniskjaligum og búskaparligum høpi.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *