Súkklubreytir í Havn

– Bíða eftir kunngerð frá Innlendismálaráðnum

Í hesum døgum verða fyrireikingar gjørdar til gerð av súkklubreyt yviri við Strond, og er hetta ein liður í framhaldandi arbeiðinum at útbyggja súkklubreytarkervið í kommununi. Tá arbeiðið er liðugt, verður ein ferðslutrygg súkklubreyt allan vegin frá Hvítanesvegnum og oman á Skansan.

Fyri nøkrum árum síðani samtykti tekniska nevnd og síðani býráðið, at allar nýggjar vegagerðir í kommununi skulu hava gongubreytir, súkklubreytir og góð atkomuviðurskifti fyri rørslutarnað. Dømi um hetta eru t.d. Glyvursvegur á Argjum, Klingran í Hoyvík, Vegurin langi og R. C. Effersøesgøta. Somuleiðis er súkklubreyt eisini tikin við í verkætlanina fyri samtyktu gøtuskipanina millum Hvítanes og Hoyvík.

At gera súkklubreytir á gamlar ella verandi vegir er mangan ein avbjóðing, tí tíðum er plássið sera avmarkað, samstundis sum ferðslutrygdin skal vera í hásæti. Men tó hevur støðugt gingið framá við hesum arbeiði. Nú er tíverri ein stígur komin í, av tí at ferðslumyndugleikin hevur gjørt kommununa varuga við, at neyðugt er við eini kunngerð frá landsstýrinum, sum heimilar kommununi at halda fram við arbeiðinum at gera súkklubreytir. Tórshavnar kommuna sendi tí Innlendismálaráðnum bræv, har heitt varð á landstýrismannin um at útvega hesa heimild. Tað er mín vón, at heimildin skjótt verður útvegað, soleiðis at miðvísa arbeiðið kann halda áfram, til kommunan hevur eitt samanhangandi súkklubreytarkervið; tí tástani er komið á mál. Styttri súkklubreytarstubbar geva ikki meining einsamallir, tí alneyðugt er, at samanhangur er í.

Stevnumiðið hjá Tórshavnar kommunu viðvíkjandi súkklubreytum kann býtast upp í 3 partar:

  1. Felagsbreyt, har fá gangandi og súkklandi eru.

sukklu_gongu_ridu_skelti

  1. Deild súkklu- og gongubreyt, sum t.d. á R. C. Effersøesgøtu og á Glyvursvegi

sukklubreyt_skelti

  1. Súkklubreyt, har t.d. ein 20 cm. breið linja skilir súkklur og bilar á vegabreytini.

sukklubreyt1

Á íløguætlanini í ár er peningur settur av til súkklubreytir, og nú farið verður undir at leggja fíggjarætlanina fyri 2013, er ætlanin at seta enn meira av til súkklubreytir. Súkkling, eins og onnur rørsla, er nakað, sum støðugt vindur uppá seg, og eru fólk meira tilvitað um heilsuna nú enn nakrantíð. Kanningar aðrastaðni vísa, at tess fleiri súkklubreytir verða gjørdar, tess fleiri fara at súkkla. Hagtøl frá Keypmannhavnar kommunu siga t.d., at tá ein súkklubreyt verður gjørd á einum vegastrekki økist talið av tí súkklandi ferðsluni eini 20% meðan bilatalið samsvarandi minkar eini 10% á sama teini. Miðvísa arbeiðið hjá Keypmannahavnar kommunu seinastu uml. 30 árini at leggja umstøðurnar betur til rættis fyri súkklandi ferðsluni hevur borið so góðan ávøkstur, at Keypmannahavn nú verður nýttir sum fyrimynd í altjóða ferðsluhøpi, og m.a. hevur lagt navn til hugtakið “Copenhagen-style bicycle lanes”.

Síðstu árini hevur Tórshavnar kommuna eisini útbygt gøtukervið, tað verið seg gøtur úti í Guds fríðu náttúru og gøtur millum býlingar o.a. Hesar gøtur verða sera nógv brúktar, bæði av fólki á súkklu og til gongu; millum heim, arbeiðið, skúla, ítrótt ella bara til spákingartúrar og/ella rennitúrar.

Tað skal vera ein sjálvsagdur rættur hjá borgarum at ferðast trygt á súkklu í kommununi. Somuleiðis átti Landsverk í nógv størri mun at tikið atlit til súkkling á landsvegunum. Eisini í ferðavinnuhøpi er súkkling, ein vaksandi skari av brúkarum.

Fólk, sum búgva uppi í Hoyvíkshaganum og arbeiða niðri í býnum, hava nú skjótt tvær súkklufarleiðir oman í miðbýin; eftir Vegnum langa, gøtunum undir Svartafossi, R.C. Effersøesgøtu; og eisini skjótt yviri við Strond. Samsvarandi er ætlanin at binda býlingarnar í Vesturbýnum og Argir, eins og aðrar býlingar, uppí súkklubreytarkervið.

Men meðan Tórshavnar kommuna bíðar eftir Innlendismálaráðnum, halda fyrireikingarnar fram til enn eina nýggja súkklubreyt yviri við Strond.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi og forkvinna í teknisku nevnd Tórshavnar kommunu

 

 

 

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *