Um mentanarmál

Heilt síðani tey elstu børnini, ið nú eru vaksin, vóru smá, hava vit havt stórt fragd av at ganga til barnadansin, sum Dansifelagið í Havn skipar fyri í Norðurlandahúsinum hvørt fríggjakvøld í vetrarhálvuni. Hettar mentanartiltak, ið nakrar eldsálir sjálvboðið standa fyri og reka, er ein virðismikil íløga í okkara samleika sum tjóð.

Heilt frá ungum av, hevur sjónleikur og málningalist havt mín áhuga. Royni altíð at síggja tær framførslur, ið eru á ávikavist Tjóðpallinum, í Sjónleikarhúsinum ella í Norðurlandahúsinum. Umframt ta listarligu upplivingina hesa stundina, vísa framførslurnar eisini, hvussu dugnalig og miðvís listafólk vit eiga til at ríka okkum gerandisdagin við, hóast teirra vónleyst vánaligu karmar at virka undir. Málningalistin hevur tíbetur frægari karmar at virka undir, bæði tá ein hugsar um Listasavn Føroya sammett við Tjóðpall Føroya, men eisini í tann mun, at fleiri framsýningarhøli og privat gallarí eru í býnum. Tað er ógvuliga kveikjandi at síggja, hvussu dugnalig og fjølbroytt myndlistafólk vit eiga í okkara lítla samfelagi. At listamálararnir hava megnað at nátt hesum avrikum, er avgjørt ikki uttan tógvi stríð og strev. At Tórshavnar býráð nú í nógv áratíggju hevur stuðlað serliga rithøvundum við M. A. Jakobsens virðislønunum, er avgjørt at frøast um, og eigur vónandi sín lut í at varpa ljós á alstóra týdningin, sum bókmentirnar hava til tess at varðveita og menna okkara mentanarliga samleika.

Bindiklubbarnir hava stóran týdning fyri meg, og eru ein virðismikil partur av føroyskari mentan. Tann eini bindiklubburin er í Sólarmagnshúsinum á Velbastað, har Kirkjubøar- og Velbastaðarkonur, umframt onkur flytifuglur við mær, hittast aðru hvørja viku. Øll dagsaktuell mál koma til viðgerðar, og vit hava eisini gjørt útferðir ymsa staðni kring landið. Talan er um eina livliga forsamling í aldrinum millum 40 – 90 ár. Hin bindiklubburin eru gamlar Sílagentur, sum hava hildið saman í eini 35 ár. Vit hava havt nógvar góðar løtur og upplivingar saman.

Varðveiting av gamla føroyska rossaslagnum, og Felagið Føroysk Ross, hevur altíð átt eitt virki pláss heima hjá okkum. Verforeldur míni gingu í síni tíð undan á hesum øki, og hava vit eftir førimuni síðani roynt at lyfta arvin. Nú á døgum er vorðið altjóða knæsett, at vit sum samfelag skulu varðveita lívfrøðiliga marfeldið, og í hesum samanhangi eisini gomul húsdjórasløg og landbúnaðarvøkstur v.m. Her draga lívfrøðin og siðsøgan somu línu. Føroyingar eiga sjálvandi at taka sína ábyrgd í álvara á hesum øki. At fáast við ross letur eisini upp fyri møguleikanum at koma út í náttúruna á ein annarleiðis hátt. Hóast vit tíverri hava gjørt alt ov lítið burtur úr at ferðast á rossabaki, so hava vit tó havt manga frálíka løtu á fjøllunum við teimum.

Síðani 2010 havi eg verið so heppin at fáa innlit í tað sera áhugaverda lívið, sum rørir seg kring stóra, sjálvbodna arbeiðið at dríva og varðveita sluppina Westward Ho. Í 2010 fingu vit ein ógloymandi túr at sigla við sluppini til Íslands, og seinni hava vit verið við kring oyggjarnar til frálíka tiltakið Føroya Regatta, har ein varpar ljós á gomul træskip og bátar.

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *