Lív Ejdesgaard listaframsýning

Nú býður Lív okkum aftur til listaframsýning

liv_ejdesgaard_list-300x225

liv_ejdesgaard_marin_katrina-300x199

Lív Ejdesgaard hevði listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í apríl mánaði 2012.

Góða Lív

Takk fyri, at tú hevur boðið mær at seta hesa framsýningina, og at tú bjóðar okkum øllum á vitjan inn í tín listarliga heim.

Altíð hevur tú verið litføgur Lív, bæði so og so – í sinn og skinn. Kát av lyndi, hjartalig, erlig, bersøgin, smílandi og tó hugsunarsom. Tú hevur spent víða og hevur altíð verið fjølbroytt.

Barnaskógvarnar sleit Lív í Oyndarfirði – har tann stórbæra og vakra náttúran er fyrsti listaligi íblástur hennara. Lív hevur sínar listaligu barlast úr hárlistini og hevur harumframt gingið á ymsum listaskúlum í Danmark og er á støðugari ferð. Lív hevur lært og arbeiðir inna hárlistina, og tað var har at hon fekk lagt grundarvøllin at skapa, tilevna formin, litsamansetingina og litspælið. Men sum Lív sigur; í hárlistini er hon bundin at forminum, meðan hon í málningalistini fær fríar teymar, tann innara Lív flákrar, sleppur flognum og lættir sær uppfrá.

Lív hevur búð stóran part av sínum vaksnamanna lívi í Esbjerg, har hon hevur havt fleiri framsýningar; bæði einsamøll og saman við øðrum, eins og aðrastaðni í Danmark og fleiri ferðir ymsastaðni í Føroyum.

Minnist aftur á, tá ið vit sum blaðungar komu at kennast; bygdargentur nýkomnar til Havnar. Minnist hvussu forloysandi tað var at hoyra teg siga frá tínum arbeiðs skyldum í Oyndarfirði; tú hevði ábyrgd og mátti fara norður, tá ið vikuskiftið kom, har arbeiðið bíðaði eftir tær – eg sum duldi mínar bygdasligu arbeiðsuppgávur heima sum mansmorð, slíkt sum var ókent í Havn. – Tað tordi tú, djørv sum altíð, at tosa frítt og opið um – ja, mitt í Havnini – eisini at tú fór undir kúnna. Hetta hugtók meg – Lív, smarta hárfríðkanarkvinnan og neytaroykur – tað var ringt at fáa samansjóðað í mínum høvdi. Tú vísti dirvi, og hetta vakti virðing fyri tær. Dirvið síggja vit aftur í myndlistini hjá Lív – síggi eisini at tú hevur flutt teg síðani síðstu framsýning, sum eg sá hjá tær í Riberhúsi í Fuglafiðri í 2007 – har ið blái liturin hevði yvirveldi. Hesu ferð, afturímóti, troðka nógvir aðrir litir seg framat.

At koma inni her í Smiðjuna í Lítluvík í dag, er ein spegilsmynd av Lív – glaðir litir, náttúran og modernitetur hond í hond.

Við hesum orðum fari eg at ynskja Lív til lukku við listaframsýningini og góða eydnu við sýningini – hjartaliga til lukku og takk fyri

Marin Katrina Frýdal

 

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *