Einar heilskaptar Føroyar

Eftir at hava sitið í Tórshavnar býráð í knøpp 7 ár, og nú sum fyrst vald fyri Tjóðveldi, havi eg gjørt av at taka við enn eini avbjóðing, og stilli tí upp sum valevni til Løgtingið. Úrslitini úr býráðnum tala fyri seg, har eg haldi, at eg veruliga havi gjørt mun og havi verið við til at flutt mørk, hugburð og vanar.

Eg havi tó nógv hjartamál, sum ikki kunnu fremjast í kommunalum høpi, men harafturímóti á Løgtingi. Havi tí avgjørt at bjóða meg fram sum løgtingsvalevni.

Saman at standa var ei okkum givið

Sundurlyndið er við at køva okkara samfelag. Afturvendandi kjakið; um miðstaðarøkið ímóti útjaðaranum, akademikarin ímóti sjómanninum, tað almenna ímóti vinnuni, má steðga. Eingin fer væl av at annar fer illa, ella sagt v.ø.o. eingin hevur tað gott um ein annar líður undir ágangi. Tann týðandi uppgávan snýr seg um Føroya land mótvegis útheiminum. Okkara fremsta uppgáva má tí vera at menna einar heilskaptar Føroyar við atdráttarmegi, har fólkið støðast og unga fólkið ynskir at seta búgv. Eg fari at arbeiða fyri:

Einum heilskaptum Føroya landi

Tørvur er á at føra ein reiðiligan, ítøkiligan og skynsaman politikk, har alt landið er við.

Eg fari at hjúkla um okkara sereyðkenni.

Margfeldi er fyritreytin fyri:

  • lívfrøðiligum, samfelagsligum-, vinnuligum- og mentanarligum fjølbroytni

Vit mugu ikki missa okkum sjálvi burtur við atliti at:

  • sermerkjum í máli, mentan, fólki og náttúru.

Støðufastur framburður má byggja á burðardygd, varandi orku, og at fólkið trívist í landinum.

Løgtingslimirnir mugu semjast um at leggja eina støðufasta kós, og teir mugu evna at halda landsstýrið og embætisverkið fast á kósini.

Og sum Peter Michelsen á sinni segði so væl:

”Føroyar við tínari náttúru villu,
Føroyar — tú ert mær mín kærasta ogn”.

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *