Býarbókasavnið, ljóðbøkur til lesiveik, sjónveik og orðblind

Býarbókasavnið er vorðið dagført við nøkrum harðliga tiltrongdum ábótum, sum liftu, lesistovu og avgreiðslu á veghædd. Smáar broytingar kunnu gera undurverk. Men enn er langt ífrá, at Býarbókasavnið hevur teir karmar og pláss, sum borgarin krevur av einum nútíðar bókasavni.

Ljóðbøkur hava alstóran týdning fyri lesiveik, sjónveik, orðblind og blind. Hjá gomlum, har sjónin er viknað, og vanligur lesnaður tí ikki er ein nýtiligur møguleiki longur, kunnu ljóðbøkurnar vera til stóra gleði og gagn.

Fleiri børn hava ringt við at lesa, at skilja ella at síggja prentaða orðið. Lesing einsamøll, er tí ikki loysnin hjá øllum, og at lurta eftir góðum, áhugaverdum og mennandi upplestri kann tí gera stóran mun. Úrslitið kann broyta lívið og kunnu ljóðbøkur vera við til at skapa sjálvsálit og sjálvstøðuga og fakliga lukku.

birgir_lms-726x250

Býráðið eigur at stuðla ljóðbókagerð

Nútíðar samfelagið byggir á munagóðar lesiførleikar hjá tí einstaka. Og alt samskifti og allir hentleikar krevja ávísan førleika í bæði lesing og skriving. Tí er sera umráðandi, at tilboðið á Býarbókasavninum, ið kann dugna fólki við ymsum lesitrupulleikum at halda seg til, og soleiðis at nýta gott av bæði fagurbókmentum og yrkisbókmentum á ein alternativan hátt er á einum dagførdum støði. Tað skal verða áhugavert og stimbrandi fyri hesi fólk at koma á Býarbókasavnið.

Ynskiligt er, at úrvalið av ljóðbókum á Býarbókasavninum var nógv meira umfatandi og størri í vavi, og at fleiri bøkur vórður innlisnar um árið. Hesum arbeiði stendur Ljóðbókanevndin fyri, og stórur partur av arbeiði teirra byggir á sjálvboðið arbeiði og frá eldsálum, ið dríva verkið. Men hesum kann ein ikki dúva uppá í longdini, og tí skal kommunan stuðla hesum arbeiði.

Tórshavnar kvøld og ungdómsskúli hevur í samstarvi við Arbeiðsloysisskipanina tikið stig til undirvísing fyri orðblind, og kunnu longu nú vísa á fleiri sólskinssøgur. At møta sínum javnlíkum, at fáa viðurkenning og møguleika fyri menning, hevur so ómetaliga stóran týdning, ikki bara fyri lívsgóðskuna hjá tí einsataka, men fyri samfelagið í síni heild.

Tað eru alt ov fá, ið geva sær far um, hvussu stóran týdning ljóðbókin hevur hjá sjón- og lesiveikum fólki í øllum aldri. Mítt stevnumið er tí, at ljóðbókaframleiðslan og Býarbókasavnið skulu stuðlast meira.

Marin Katrina Frýdal

Býráðslimur og valevni á lista E

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *