Hjartarúm og húsarúm

Familjurnar skulu trívast í kommununi

Familjurnar og hin einstaki borgarin skulu trívast. Hetta verður m.a. gjørt við skilagóðari og skynsamari stýring av teimum tænastum og veitingum, ið kommunan hevur at bjóða. Skattaprosentið og frádráttir mugu haldast á hóskandi støði, soleiðis at fíggjarligu karmarnir ikki gerast køvandi fyri flestu borgarar.

Kommunalar tænastuveitingar skulu vera dygdargóðar, álítandi og og væl hildnar.

Bústaðarmøguleikar hjá øllum borgarum

Tórshavnar kommuna má hava ein virknan leiklut í arbeiðinum at tryggja ein hóskandi og vælvirkandi bústaðarmarknað hjá øllum borgarum í kommununi. Talan er sjálvandi fyrst og fremst um býarskipanararbeiðið og aðra tilrættisleggjan, men kommunan eigur eisini at vera opin fyri at virka í tøttum samstarvi við aðrar myndugleikar, fíggingarstovnar, vinnulív o.fl. um ávís mál, t.d. lestrarbústaðir og eldrabústaðir, bústaðir til einsamallar uppihaldarar, ungar barnafamiljur og fólk við serligum tørvi.

Lív og virki aftur í miðbýin

Stórur partur av miðbýnum í Havn er at kalla steindeyður uttanfyri skrivstovutíðirnar. Her má annað skinn takast um bak. Býarskipanin fyri miðbýin má dagførast, og ein framtíðarrættað ætlan gerast, ið tryggjar at bæði bústaðir, handil og vinnulív, almenn fyrisiting og tænastu- og mentanartilboð fáa innivist. At framtíðartryggja ferðsluviðurskiftini í miðbýnum er ein týðandi partur av hesum. Lív og virksemi má mennast á havnarlagnum.

Burðardygd og nýhugsan í hásæti

Ætlan fyri burðardygga menning av kommununi eigur at verða gjørd, har m.a. verður stungið út í kortið fyri framtíðar vakstrarmøguleikum. Aðalmálið má vera, at Tórshavnar kommuna í verki leggur dent á burðardygga menning á øllum økjum í kommununi.

Umhvørvismál skulu eins og higartil standa frammarlaga hjá einum nýggjum býráði. Neyðugt er at menna nýggjar varandi orkuveitingar til at hita bústaðir okkara við.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *