Okkarar virði, samhaldsfesti og javnstøða

Fallandi fólkatal, og vantandi tilflyting heimaftur av unga ættarliðnum eftir lidna útbúgvingar tíð uttanlands, hevur verið nógv umrøtt seinastu tíðina. Uppgávulyndið tykist ráða í kjakinum, men er støðan nú bara so vánalig?

Vit hava so ómetaliga nógv og góð virði, sum vit eiga at seta sjóneykuna á. Vit mugu venda eyguni móti tí góða og jaliga, sum vit hava at bjóða og gera tað sjónligt og lokkandi fyri onnur.

Hvussu týdningarmikið er tað ikki, at vit kunnu uppala okkara børn í tryggum umhvørvi. At vit hava eitt reint umhvørvi og nóg mikið av reinum vatni. Vit kunnu fara til handils, seta barnavognin uttanfyri og barnið svevur sín søta blund, tá ið tú kemur út aftur. Eisini kanst tú seta ólæstu súkkluna frá tær, og hon fær frið. Tú kann heingja klæðir á snórin og taka tey inn aftur turr og angandi – tey eru hvørki skitin ella stolin!

Reklamufólk siga, at branding snýr seg um at skapa, tilevna og broyta uppfatanina inni í høvdinum á fólki. Vit eiga at venda ljósið móti tí góða. At seta ljóskastaran á Føroyar sum eitt gott land, ein flytur heimaftur til, tá ein hevur verið burturi og lisið ella arbeitt.

Rákið síðstu árini hevur verið, at tað er ikki “inn” at flyta til Føroyar, og neiliga umtalan, millum ungar føroyinga, av Føroyum, hevur bara vundið uppá seg. Tað gráa og keðiliga verður drigið framum tað góða og bjarta – Sjálv ivist eg onga løtu í, at henda gongdin fer at venda.

Latið okkum øll hugsa um alt tað góða, reina og trygga, vit hava – komið og takið okkum saman og tosið um tað, sum vit hava at bjóða og eggja við.

Samhaldsfesti og javnstøða

Týdningarmikið er, at vit hava vælvirkandi politiskar skipanir á tryggum fólkaræðisligum grundarlagi, bæði í kommunalpolitikki og í landspolitikki. Opinleiki og gjøgnumskygni eru lyklaorð í hesum høpi, og at borgarin kennir samognarskap í samfelagstilgongdini hevur eisini stóran týdning. Eg eri somuleiðis sannførd um, at javnstøða í politisku skipanini hevur alstóran týdning fyri dygdina av arbeiðinum. Mínar royndir eru, at við góðari javnstøðu í politisku umboðanini, verða tær loysnir valdar, ið á bestan hátt tæna fjøldini, meðan seráhugamálini hava torførari við at seta dagsskránna.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri lista E

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *