Ósmædna Helena!

Eri noydd at koma við eini rættleiðing til Helenu Dam á Neystabø, tá ið hon í lesarabrævi, “Ráð at liva í Havn”, skrivar, at Javnaðarflokkurin hevur við góðum lógarsmíði tryggjað, at Húsalánsgrunnurin nú hevur neyðugu heimildirnar til at fara undir at byggja leigu-, luta- og lestraríbúðir. Og framhaldandi sigur hon, at fá mál hava so stóran týdning fyri framtíð okkara sum samfelag, sum at tryggja ungum fólki møguleikar at seta búgv í Tórshavnar kommunu, uttan at draga milliónaskuld upp á seg.

Býráðið hevur í áratíggju bíða eftir lógarheimildini frá løgtinginum til at fara undir leigu- og lutaíbúðabygging. Og Helena Dam á Neystabø umsat sjálv Húsalánsgrunnin frá 1998 til 2001. Hon noktaði tá Húsalánsgrunninum at virka í kapping við bankarnar á húsamarknaðinum. Í 2009 átti Javnaðarflokkurin fíggjarmálaráðharran, ið tók allar heimildir frá Húsalánsgrunninum, so hann bert fekk heimild at veita orkulán, og um somu tíð sat Helena Dam á Neystabø eisini í landsstýrinum.

Tað var Tjóðveldi sum legði trýst á minniluta samgonguna og syrgdi fyri at fáa víðkað heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum til bæði at taka stig til og fíggja og reka leiguíbúðir, lestraríbúðir umframt lutaíbúðir og bústaðir til eldri og fólk við serligum tørvi. Og harumframt at kunna veita realkredittlán. Og eydnaðist hetta eftir ómetaliga stórt trýst frá Tjóðveldi beint undan valinum í oktober 2011, tá lógarbroytingarnar vórðu samtyktar.

Tað var eisini Tjóðveldi, sum upprunaliga setti Húsalánsgrunnin á stovn. Hann hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri, at fólk við lág- og miðalinntøkum kundu seta føtur undir egið borð, og sum eisini var endamálið við grunninum. Nýggja navnið hjá Húsalánsgrunninum er <em>Bústaðir – Føroya bústaðafelag.</em> Umframt verandi virksemi á Húsalánsgrunninum verða Bústaðir somuleiðis ein týðandi leikari á bústaðamarknaðinum í framtíðini.

Í býráðnum navigera vit eftir hesi kærkomnu heimild. Kommunan og Húsalánsgrunnurin, arbeiða við fleiri verkætlanum um at byggja fleiri fjølbroyttar íbúðir; ávikavist bæði, í Mattalág, á Óðinshædd og á Berjabrekku.

Tað eigur og skal vera ein rættur hjá einstaklingum, lesandi, støkum uppihaldarum, eldri o.ø. at hava ein bíligan, tryggan, heilsu- og umhvørvis vinaligan bústað. Hesum verður arbeitt við í býráðnum, og helma verður ikki í, fyrr enn komið er á mál. Men tó kann eitt nýtt og øðrvísi býráð broyta kósina og, tí fari eg at heita á tykkum veljarar um at geva lista E stuðul til býráðsvalið, tí tað er tryggleikin fyri trivnaði og at ætlanirnar við at útvega bíligar leigu- og lutaíbúðir verður veruleiki.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri lista E

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *