Leiðin fram í felag

Tórshavnar kommuna skal vera rúmlig, og pláss skal vera fyri øllum. Og eingin skal føla seg útstoyttan ella forfylgdan. Alneyðugt er at leggja soleiðis til rættis, at fjølbroytni er galdandi, at arbeiðsmarknaðurin er rúmligur, og at fleiri vard størv verða útvegað.

Bústaðir

Øll skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað. Nú lógarheimildin loksins er komin, varð beinanvegin farið til verka, og arbeiðir býráðið nú saman við øðrum at byggja fjøltáttaðar bústaðir, s.s. leigu-, luta-, lestrar-, vardar- og eldraíbúðir. Endamálið er at skapa nýggjar, kreativar og hóskandi bústaðaloysnir, soleiðis at bústaðamarknaðurin sum heild verður betri og meira fjøltáttaður. Bert at kunnu velja ímillum dýrar sethúsaloysnir fyri milliónir, ella dýrar privatar kjallaraíbúðir, verður vónandi skjótt søga.

Ymiskleiki

Allir aldursbólkar skulu vera javnt virdir og hava rætt til somu tilboð. Fleiri trivnaðartilboð eru útvegaði bæði til ung og eldri. Býráðið hevur samtykt og sett pening av til at menna hesi enn meira í 2013. Kvøldskúlin við omanfyri 100 undirvísingartilboðum, ið fevna um alt frá vanligari bókligari og handaligari frálæru til royndarfyrireikandi lesna, ið endar við próvtøku, eigur at mennast enn meira. Tórshavnar kommuna kann ivaleyst gerast enn betur at veita møguleikar fyri t.d. vardum størvum til borgarar ið fella uttanfyri vanligu treytirnar á arbeiðsmarknaðinum.

Lestrarbýurin

Tórshavnar kommuna og vinnan eiga at stuðla Fróðskaparsetrinum, soleiðis at vit fáa eitt veruligt føroyskt universitet og eitt altjóða lestrarumhvørvi. Hóast hetta er ein landsuppgáva, so tolir málið ikki at bíða, meðan Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin keglast um tunlar og annars fonglast við at býta vinum og kenningum makrelloyvir, alt meðan landið alsamt spakuliga bløðir út.

Gjøgnumskygni

Vit hava ment umsitingina hjá Tórshavnar kommunu til at vera tað mest professionellu í landinum, og Tórshavnar kommuna er eitt arbeiðspláss við stórar atdráttarmegi og gevur starvsfólki fakligar avbjóðingar. Gjøgnumskygni í allar politiskar avgerðir, og alt umsitingarligt arbeiði, er fyritreytin fyri áliti.

Samhaldsfesti

Tað er so ymiskt, hvat vit vera borin til her í lívinum og eisini hvussu vit verða móttikin og hvussu alt laðar seg í lívi okkara. Vit eiga at leggja soleiðis til rættis, at tey sterkastu hjálpa teimum veikastu, og ein góð samhaldsføst Tórshavnar kommuna skal tryggja hesum. Hetta gera vit í dag t.d. við Bussleiðini, sum er ein góð samhaldsføst skipan. Barnaverndartænastan, skúlatannlækni, Býarbókasavnið, systkinaavsláttur, frípláss, Tilhaldið, Sølutrogið í Vágsbotn o.fl. eru dømi um góðar samhaldsfastar tænastur í kommununi, og slíkar skulu mennast og fjølgast.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur á lista E

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *