SMS, Miðbýurin og Vinnan

Síðani Tórshavnar kommuna gjørdi ta dáragerð at kvetta gamla gøtukervið av fyri at sambinda eystur- og vesturbýin gjøgnum Steinatún, hevur miðbýurin spakuliga bløtt út.

Kappingin frá SMS hevur ofta fingið skylduna fyri hesa gongd, men er tað valla allur sannleikin. Kommunan má seta eina virkisætlan um miðbýin í fremstu røð, tí hjartað í býnum má ikki kódna. Serfrøðin í býarskipanarmálum er rættiliga greið í sínum tilmælum; býir skulu skipast soleiðis, at fólk trívast at vera har. Á tann hátt verður grundarlag skapt fyri handilslívi, veitingartænastum og øðrum vinnulívi. Nýggj serstøk byggisamtykt má gerast fyri allan miðbýin, har ein m.a. stimbrar til bústaðir í økinum, tálmar sníkjandi yvirtøkuni av húsunum til skrivstovubygningar (tí hesir eru tómir eftir kl. 16), og áleggur treytir um opið og útvent virksemi í veghæddini o.s.fr. Verkætlanin “Havnin innan fyri Stóragarð” vísir á mangar áhugaverdar møguleikar í miðbýnum.

Eitt P-hús á havnarlagnum við Eystaruvág, samskipað við aðra ferðavinnu- og flutningstænastu, eigur at vera gjørt beinanvegin, og tá hevði ein hópur av stuttíðar parkeringsplássum blivið tøkur í Miðbýnum.

SMS og Miðbýurin

SMS er vorðin ein partur av Miðbýnum. Nú SMS fylti 35 ár, varð søgan um SMS umrødd í miðlunum. M.a. varð sagt frá, at Hans Mortensen, stigtakari og stjóri, var av tí áskoðan frá fyrsta degi, at handilshúsið skuldi verða toppstýrt, við einum stjóra, einum lýsingarblaði o.s.fr. – hetta grundað á sundurlyndið í føroyinginum, sum annars kundi komið at lagt fótonglar fyri eindini.

Í sama viðfangi varð víst á Miðbýin, og at her hevði sundurlyndið víst seg at vera galdandi. Tó at vit bæði hava havt Kunningarstovuna og Miðbýarfelagið, ið tíverri bert umboðar ein part av handlunum í Miðbýnum, so hevur verið trupult at drigið somu línu. T.d. eru afturlatingartíðirnar ymiskar, og ringt er at vita, nær hvør handil letur aftur ein leygardag. Ja enntá Mentanarnáttina, sum kommunan hevur lagt stóra orku í at fyriskipa, og sum fólkið hevur tikið til sín, eru upp- og afturlatingartíðirnar ymiskar. Samanumtikið varð sagt, at SMS hevur dugað betri at brúkt sínar fyrimunir enn Miðbýurin. Hóast Miðbýurin eisini hevur fleiri fyrimunir, t.d. við hugnaligum og smáum gøtum, varð hildið, at hann hevði dugað ov illani at gagnnýtt hetta, og at hann ikki hevur verið nóg initiativríkur. SMS og Miðbýurin eiga at spæla upp ímóti hvørjum øðrum, so at vit fáa ein fjøltáttaðan og spennandi býarkjarna. Tað eru handlarnir og veitingarstøðini sum geva Miðbýnum lív, og kommunan eigur í enn størri mun at betra um karmarnar.

Vinnan

Kommunan skal skapa vælskipaðar karmar til vinnulívið at virka undir. Men slíkir karmar eru ikki einans bryggjupláss, vegir og vinnugrundstykkir, tí eitt gott undirstøðukervi fevnir um so nógv meira. Kommunan kann óbeinleiðis stuðla fyritøkunum við at miða eftir einum fjøltáttaðum samfelag, har nógvir ymiskir førleikar trívast. Lívliga virksemið í Vágsbotni nú er eitt gott dømi um samvinnu; kommunan legði kloakkir, ið gjørdu Vestaruvág reina, og vinnulívið og borgarin skaptu síðani nýkomna virksemið á staðnum. Hesi kós fer listi E framhaldandi at arbeiða fyri.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur á lista E

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *