Sjúkrarøktarfrøðingar, dagstovnarnir og Bussleiðin

Tjóðveldi hevur, sum tann einasti flokkurin havt eina skipaða valfundarrøð kring alla kommununa. Vit hava hildið fundir í Kaldbak, í Nólsoy, á Velbastað (ið eisini var fyri Kirkjubø, Hest, Koltur, Norðradal, Syðradal) í Kollafirði, á Argjum, í Hoyvík (ið eisini var fyri Hvítanes) og í Havn.

Hetta vóru góðir og gevandi fundir, bæði fyri okkum sitandi býráðslimir, og fyri nýggju valevnini. Nógv rósandi orðini vóru á leiðini fyri tað góðu býráðsleiðsluna tey síðstu 8 árini, men tó vóru eisini nógvar atfinningar, treyðugt so. Fleiri av atfinningunum vóru um slíkt, sum ikki kostar pening, men hinvegin bert hugburð og vilja. Onnur ynski kostaðu bæði vilja og pening. Atfinningar og ynskir vóru um t.d. leysgangandi hundar, vetrarfriðing, ferðslutrygd, fimleikahøll, dagstovn, frítíðarvirksemi, dagtilhald o.s.fr.

Bussleiðin varð umrødd á øllum fundunum. Samanumtikið eru fólk sera glað fyri Bussleiðina, men tó vóru fleiri ynskir um at broyta ymsar leiðir í ferðaætlanini, fáa onkran eyka túrin, koyra fyrr um morgnarnar, koyra seinni um kvøldarnar og at koyra um vikuskiftini.

Bussleiðin hevur verið hjartabarnið hjá mær hesi 8 árini, eg havi sitið sum forkvinna í teknisku nevnd. Hesi árini hevur verið arbeitt miðvíst og stigvíst við at menna Bussleiðina, og eri eg tí sera glað fyri at hoyra, hvussu vælumtókt Bussleiðin er millum borgararnar.

Dagstovnatilboð, har latið verður upp kl. 06.00

Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar o.o. sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum, serliga tey, sum hava makar, ið arbeiða á sjónum og uttanlands, ella tey, ið eru stakir uppihaldarar, hava víst á, at dagstovnarnir eiga at lata upp fyrr um morgnarnar, soleiðis at tey kunnu vera við í vaktarskipanini og møta til arbeiðis kl. 7 á morgni. Umráðandi er, at kommunan leggur soleiðis til rættis og skipar karmarnar, at samsvar er millum tørv og tænastu. Kvinnurnar flyta av landinum, og tí er alneyðugt, at vit hjúkla um hesi kvinnuarbeiðsplássini. Tí eigur ein roynd at verða gjørd við einum dagstovni, sum letur upp longu kl. 6 á morgni.

Arbeitt eigur at verða fram ímóti, at Bussleiðin fer at koyra um vikuskiftini, og at Bussleiðin eisini fer at koyra fyrr um morgnarnar og seinni út á kvøldarnar. Eisini eigur ein dagstovnur at vera í Havn, ið letur upp fyrr á morgni, til gagns fyri fólk, sum byrja at arbeiða kl. 7 á morgni. Hesum ábótum fari eg at arbeiða fram ímóti, um eg verði afturvald í býráðið.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri lista E

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *