Javnstøðan í Tórshavnar býráð!

Patriarkalskt samfelag

Í oddagreinini í Dimmalætting 3. des. verður vantandi javnstøðan í nevndunum í Tórshavnar býráð umrøtt. Hóast veljarin valdi javnstøðu við at velja 6 kvinnur og 7 menn í býráðið, vísir oddagreinin á, at hettar ikki sæst aftur í nevndarbýtinum; serliga fíggjarnevndini.

Oddagreinin í Dimmu sigur, at Føroyar eru eitt gamaldags patriarkalskt samfelag, og hesum kann eg ikki annað enn vera samd í, eftir at hava verið partur av tí leiki, sum hevur verið á Vaglinum síðstu vikurnar. Oddagreinin umrøður, hvussu Føroyar í festligum høpi, og tá ið altjóða skriv skulu undirskrivast, t.d. í ST-høpi, siga, at vit ganga inn fyri javnstøðu. Úteftir verður hildið uppá, at kvinnur og menn eru javnsett í hesum samfelagnum, men at veruleikin tó vísir eina heilt aðra mynd.

Einans menn í fíggjarnevndini

Júst henda álvarsama trupulleika vísti eg á, og royndi at fáa aftur á beint, undir telvingini um nevndarsessirnar. Men tíverri fekk eg ikki undirtøku fyri hesum sjónarmiði. Eg setti spurningin og undraðist stórliga á, at júst Javnaðarflokkurin skuldi taka so lætt uppá hendan demokratiska trupulleikan við tí skeiklaða kynsbýtinum í nevndunum. Javnaðarflokkurin var tann fyrsti flokkurin, sum í tíðindaskrivi kunnaði um, at hann var liðugur við uppstillingina og eisini gjørdi nógv burturúr at vísa á javnstøðuna á listanum; 8 kvinnur og 8 menn. Undir telvingini gjørdi eg eisini vart við, at tað var sera hugstoytt at síggja, at ætlanin hjá borgarstjóranum og Javnaðarflokkinum var, at einans menn skuldu sita í tí tyngstu og mest avgerandi nevndini í býráðnum, nevniliga fíggjarnevndini. Vísti somuleiðis á, at hetta var alt annað enn ein mynd av samansetingini í býráðnum. Sama er galdandi fyri aðrar nevndir, har tað somuleiðis er hend ein skeikling av veruligu javnstøðuni í býráðnum. At forteknið onkuntíð vendir øvut ger ikki demokratiska skeivleikan minni.

Javnaðarflokkurin ikki fyri javnstøðu

Javnaðarflokkurin, sum einsamallur hevur meirilutan í býráðnum, hevði møguleika at gera nakað við hetta, og at vísa í verki, at talan ikki bara var um tóm orð aftanfyri javnstøðulýsingina í valstríðnum. Eg gjørdi vart við, at í mínum hugaheimi telur tað fólkaræðisliga grundarlagið nógv. Tí eigur m.a. kvinnuumboðanin í hesum sambandi at hava eins stóran týdning, sum flokspolitisk umboðan, við atliti til samanseting av fíggjarnevndini og hinum nevndunum við.

Javnaðarflokkurin, er eftir øllum at døma av tí áskoðan, at tað, at allir flokkar eru umboðaðir í fíggjarnevndini, hóast bara við monnum, byggir á størri fólkaræðisligt grundarlag, enn at fylgja avgerðini hjá veljaranum, nevniliga at javnstøða eisini er galdandi í fíggjarnevndini.

Borgarstjórin átti sjálvandi at sett sum eitt krav, at javnstøða var í øllum nevndum, soleiðis sum eisini er samlaða myndin av býráðnum, og somuleiðis sum veljarin hevur valt. Tá høvdu vit havt ein borgarstjóra, sum livdi upp til ta dyggu álitisváttan, hann fekk á valinum, og tað lýsing, sum Javnaðarflokkurin sendi út áðrenn valið.

Undirskotið av konufólki

Samanumtikið eri eg so sára samd við oddagreinaskrivaran í Dimmalætting um, at tað als ikki er nøktandi, at kvinnur ikki sleppa framat, har tær avgerandi avgerðirnar verða tiknar. Í verandi loysn stendur helvtin av luttakarunum uttanfyri, har ið tær veruligu avgerðirnar verða tiknar. Og henda avgerð signalerar, at kvinnur eru borgarar við minni virði, enn menn. Hetta er ikki nøktandi, og tað er als ikki í samsvar við tær altjóða konvensjónir, sum vit hava skrivað undir. Nei, her lekur so sanniliga millum teori og praksis. Og so kunnu vit halda áfram at grenja um fólkaflyting og undirskotið av konufólki – eg meini tað.

Javnstøða í politisku skipanini hevur alstóran týdning fyri dygdina av tí politiska arbeiðinum. Við góðari javnstøðu í politisku umboðanini, verða tær loysnir valdar, ið á bestan hátt tæna fjøldini.

At eg allíkavæl í síðstu løtu valdi at skriva undir samstarvsavtaluna komst eina og aleina av tí støðu, at alternativið tí var, at eg gjørdist einsamallur býráðslimur í minniluta komandi 4 árini og við als ongari ávirkan. Og tá høvdu atkvøðurnar til mín verið ov illa umsitnar.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

0 replies

Leave a Reply

Want to join the discussion?
Feel free to contribute!

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *