MKF_valprofil_svørt

Tórshavnar býráð arbeiðir virkið við at loysa bústaðartørvin í kommununi

Nøkur orð um tær ætlanir, ið Tórshavnar kommuna virkar fyri
og er við í v.m.
Nú býráðsvalskeiðið er hálvrunnið haldi eg tað vera hóskandi at taka samanum og at kunna eitt
sindur um, hvat ið er komið av skafti hjá sitandi býráðssamgongu, og hvørji evni, vit fara at arbeiða
við í seinna partinum av setuni viðvíkjandi málinum um at útvega fleiri bústaðir í Tórshavnar
kommunu.
Sum forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini fari eg tí at tríva í nakrar av teimum pørtum, sum
arbeitt verður við til tess at bøta um bústaðartørvin. Síðani henda býráðssamgongan tók við á
nýggjárinum í 2017 er nógv orka løgd í at loysa trupulleikarnar av bústaðarneyðini í kommununi, og
hevur hetta havt eina av okkara fremstu raðfestingum. Væl vitandi, at hetta ikki var ein løtt uppgáva,
ið kommunan heldur ikki kundi loysa einsamøll, fóru vit við treysti til verka.
Miðvíst hevur verið arbeitt yvirskipað við at greina spurningin og trupulleikarnar, somuleiðis við at
lýsa støðuna og avbjóðingarnar, um hvussu farast skuldi fram at fáa fleiri aktørar til at taka ábyrgd og
til at koma við “inn á vøllin”. Arbeitt hevur verið við at fáa ymsu partarnar at finna saman í toymi,
soleiðis at vit kundu fingið eitt ítøkiligt ískoyti lagt aftrat undir samsvarandi uppgávu, sum hana, ið
Bústaðir longu tekur sær av. Ein long og drúgv fundarrøð hevur verið við ymsar viðkomandi aktørar,
sum vit mettu onkursvegna vóru áhugaði í at vera við til at lyfta tungu samfelagsligu uppgávuna
saman við kommununi. Her vórðu fundir hildnir við arbeiðstakarar, fakfeløg, íleggingargrunnar,
peningastovnar, tryggingar, arkitektar, ráðgevar av ymsum slag v.m.
Samanumtikið má sigast, at hetta vóru sera hugaligir fundir; jaligir hugburðir og samstørv komu
burturúr, og loyvi eg mær at siga, at samvirkanarárin hava verið at hóma í samfelagnum øllum.
Felagið Heimbýli varð stovnað, sum hevði ætlanir um at bjóða uppá tær bústaðarbyggingar, sum
kommunan hevði í hyggju at bjóða út. Tíverri varð hetta felagið avtikið, beint uppundir nýggjár, tí
Betri tók seg burturúr samstarvinum. Men onnur samstørv eru, og vónandi er okkurt annað ávegis.
Eisini er landsstýrið komið við einum bústaðarpakka og hevur samstundis økt um játtanina til
Bústaðir; hetta gleðast vit stórliga um. At bæði Bústaðir og privatir byggja íbúðir, sæst aftur í
hagtølunum hjá kommununi, har myndin nú er koppað, soleiðis at skilja, at nú verða fleiri íbúðir
bygdar enn sethús, hetta er heilt nýtt í byggisøgu Tórshavnar býráðs og er eisini í tráð við tørvin, sum
kanningin hjá kommununi vísti.
Bústaðarpolitikkur
Samstundis hevur verið arbeitt við at gera ein bústaðarpolitikk, tí givið er, at tíðin stendur ikki í stað.
Mentanin og gerandisdagurin hjá fólki broytist alla tíðina. Nýtt fólk og nýggir siðir, plagdi at verða
tikið til. Fleiri og fleiri liva einsamøll, fleiri gerast eldri, fólk eru heilsuliga væl fyri upp í høgan aldur,
fólk ferðast nógv, fleiri stakir uppihaldarar o.s.fr., o.s.fr. Samfelagsmynstrið er snøgt sagt broytt nógv
seinastu áratíggjuni. Vit vildu ikki gita, men vita, og bústaðarpolitikkurin varð tí bygdur á kanningar,
útgreiningar, framskrivingar, borgarafundir og hoyringar v.m. Bústaðarpolitikkurin varð endaliga
samtyktur av býráðnum tann 20. juni 2018. Bústaðarpolitikkurin er ein langtíðarætlan og eitt amboð
hjá kommununi til at stýra býar- og kommunumenningini við, sí leinkjuna:
https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1713
Fundir og politikkir skapa ikki nakrar bústaðir í sjálvum sær, kann ein siga, men sera týdningarmikið
er tó, at farið verður fram við skili; at byggiætlanir eru burðardyggar, at umhvørvið og lendið verða
gagnnýtt væl, og at borgarin fær dygdar bústaðir fyri ein so lágan pening, sum gjørligt. Tað er
burturúr bústaðarpolitikkinum, at ítøkiligar verkætlanir skulu spretta; kommunan ynskir at vera ein
viðleikari við m.a. at útvega lendir og at skapa karmar.
Vaksandi fólkatal
Gongdin er vend og fólk velja nú í stóran mun at búseta seg í Føroyum. Hetta er sera hugaligt, og
talan er bæði um ungfólk, eldri, fólk úr øðrum londum o.s.fr. Samstundis hendir tað, sum eisini er
vælkent í okkara grannalondum, nevniliga at fólk ynskja at trunkast saman undir meira býarkendum
umstøðum, heldur enn at liva í spjaddum einbýli. Orsøkin er samansett, men givið er, at vit eru tað,
ið ofta verður tikið til og nevnt sum “floksdjór”. Vit vilja savnast, og stutt er ímillum hjá okkum
føroyingum, so tíðindi ganga eisini skjótt. Tað er vorðið áhugavert ímillum tey ungu at vera verandi í
landinum, útbúgvingarmøguleikarnir eru vorðnir fleiri, ung fólk flyta heimaftur eftir lokna útbúgving
og eisini familjur við børnum flyta heim, tí tey ynskja, at teirra børn skulu verða føroyingar.
Samfelagið er vorðið meira rúmligt, fleiri arbeiðspláss av ymsum slagi eru tøk, tryggleikin er víðagitin,
friðurin, familjubondini og náttúran verða virðismett, ja, samanumtikið ein økt atdráttarmegi.
Íbúðir á Frúutrøð og undir Kongavarða
Kommunan hevur nýliga bjóðað tvey lendir út til íbúðarbygging, ávikavist á Frúutrøð og undir
Kongavarða. Hóast verkætlanirnar ikki hava gingið so skjótt, sum ætlað, so er vónin tó enn, at hesar
báðar verkætlanir skjótt verða veruleiki. Her er talan um bæði leigu- og eigararíbúðir.
Marin Katrina Frýdal, valevnið fyri Tjóðveldið
MKF_valprofil_grøn

Skeivt fokus, Jákup Egholm Hansen!

Jákup Egholm Hansen hevur eitt skriv í miðlunum, har hann mótmælir ætlanum býráðsins um at skipa eitt øki undir Kongavarða á Argjum sambært eini serstakari byggisamtykt, ið er ætlað at hýsa eini verkætlan til 94 nýggjar leiguíbúðir.

 

Jákup Egholm Hansen kom tíverri ikki við nøkrum sakligum ella fakligum greiningum av trupulleikanum, men legði hinvegin heldur dentin á at sáa iva um reiðiligheit býráðsins í hesum máli.

 

Jákup Egholm Hansen er ikki nakar hvør sum helst í hesum føri. Gaman í, hann býr í økinum, og ein kundi tí illtonkt hann fyri at reka síni egináhugamál í hesum føri, nevniliga at sleppa undan at fáa fleiri íbúgvar inn á økið. Men hesum velji eg ikki at trúgva, tí eg haldi meg kenna Jákup Egholm Hansen sum ein sera dugnaligan fakmann.

 

Sum útbúgvin arkitektur við drúgvum arbeiðsroyndum, sum fyrrverandi tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu í mong ár, har hann arbeiddi tætt upp at tí politisku skipanini, og sum formaður í Umboðsráðnum hjá Betri Samtakinum, Føroya nógv størstu pengabingju, ja so hevur Jákup Egholm Hansen, um nakar, innlit í og vitan um, hvussu politiskt arbeiði fer fram í verki.

 

Verandi býráðssamgonga telur ikki minni enn umboðan úr trimum ymiskum politiskum flokkum. Tískil skulu tað í mongum førum finnast politiskar semjur í arbeiðinum at náa fram á leið við teimum yvirskipaðu málunum, sett eru út í kortið í einum samgonguskjali. Hendan býráðssamgongan hevur tó higartil megnað at havt gott áralag, soleiðis at arbeitt hevur verið fram á leið.

 

Eitt sera týðandi mál hjá hesi býráðssamgonguni hevur verið at leggja til rættis fyri einum betri bústaðarmarknaði í kommununi til tess at bøta um ta alstóru bústaðarneyðina, ið er vorðin alt meira eyðsýnd hesi seinnu árini. Kanningar hjá kommununi í sambandi við at skipa ein bústaðarpolitikk vísa greitt, at nú á døgum er alstórur áhugi millum fólk fyri møguleikanum at finna sær ein tryggan leigubústað.

 

Tórshavnar kommuna vendi sær tíðliga í hesi býráðssetuni til allar viðkomandi partar, sum kundu hugsast at víst vilja og áhuga fyri at tikið lut í arbeiðinum at fremja eina skynsama útbygging av bústaðarmøguleikunum í kommununi; har í millum byggivinnuna, fíggingarstovnar, eftirlønarfeløg, íleggjarar, fakfeløg, áhugafeløg o.s.fr. Millum annað varð fundast við Betri Samtakið í eini roynd at fáa hesi áhugaði í at fíggja bústaðarbygging her í kommununi heldur enn at lata sínar áognir arbeiða á eitt nú danska bústaðarmarknaðinum. Her hevði Jákup Egholm Hansen eina lyklastøðu í umboðsráðnum og eitt gylt høvi til at kunna stinga út í kortið til frama fyri einum øktum virksemi at stytta um íbúðarneyðina í Tórshavnar kommunu. Tíverri spurdist einki gagnligt burtur úr sambandinum til Betri Samtakið í hesum máli

 

Sum ikki minst Jákup Egholm Hansen væl veit, so hevur kommunan ikki loyvi til sjálv at byggja bústaðir at leiga út til fólk, tí lóggávuheimild er ikki fyri hesum. Í grannalondunum er hetta tó vanligt.

Umsitingin hjá kommununi hevur víst býráðnum á ymsar møguleikar fyri staðseting av loysnum til bygging av leigubústøðum, og síðani hevur politiska telvingin jótrað málið víðari. Kommunan hevur í hesum sambandi boðið ymsar loysnir út í alment útboð, har í millum nevnda økið undir Kongavarða á Argjum. Eittans tilboð er komið inn frá eini vinnulívsfyritøku um eina ávísa loysn, ið teir eru sinnaðir at fara undir á staðnum. Tøkk fái hendan fyritøkan fyri at hava sýnt málinum áhuga.

Eg kann saktans viðurkenna alment, at júst hendan loysnin ikki er skipað soleiðis, sum mær persónliga hevði hóvað best, men ætlanin er tó við til at fremja tann yvirskipaða politiska málsetningin, nevniliga at bøta um íbúðarneyðina, og hetta varð so tað, í politiskur meiriluti fekst fyri.

 

Býarskipananararbeiðið er so demokratiskt skipað, at borgarin avgjørt sleppur til orðanna í fleiri umførum, áðrenn ein endalig staðfesting av eini byggisamtykt er avgreidd av landsstýrinum.

Kommunan skal lata ætlaðu byggisamtyktina liggja frammi til alment eftirlit og við hóskandi tíðarfreist hjá borgarunum til at kunna gera sínar viðmerkingar. Kommunan skal síðani viðgera og taka støðu til tær innkomnu viðmerkingarnar frá borgarunum, áðrenn hon ger sína endaligu niðurstøðu. Kommununnar ætlan skal hareftir sendast Býarskipanarnevnd landsins til viðgerðar og góðkenningar. Í hesum høpi skulu innkomnu viðmerkingarnar frá borgarunum og støðutakan kommununnar til hesar somuleiðis sendast Býarskipanarnevnd landsins. Hendan nevndin ger síðani tilmæli til landsstýrismannin í Innlendismálum um, hvussu verða skal við hesi ítøkiligu býarskipanarætlanini.

 

Tað er tí púra burturvið, tá Jákup Egholm Hansen førir fram, at talan bert er um kávalótir frá býráðsins síðu, tá uppskot um eina byggisamtykt verður lagt fram til almenna hoyring.

Tí eru míni greiðu boð til Jákup Egholm Hansen og til hini, sum sókna til økið undir Kongavarða á Argjum. Nýtið tykkara demokratiska møguleika til at koma við sakligum, vælgrundaðum viðmerkingum til ætlanina um hesa serstøku byggisamtyktina.

Tað skal so í øllum førum ikki skorta uppá politiskan vilja frá mínari síðu til at geva viðmerkingunum eina sakliga viðgerð.

 

Hatta asnasparkið til mín um træplanting einans í Hoyvík, átti Jákup Egholm Hansen at hildið seg ov góðan til. Jákup Egholm Hansen veit fullvæl frá síni tíð sum tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, at eg í mínum politiska gerningi virki fyri teimum yvirskipaðu málunum, meðan tað er umsitingin, ið tekur sær av at føra tær politisku samtyktirnar út í verki. Soleiðis er eisini vorðið í hesum ítøkiliga førinum, ið Jákup Egholm Hansen sipar til.

Jú, eg havi stríðst fyri einum politiskum vilja til at økja um gróðurseting og fríðkan í kommununi, og tað hevur nú m.a. eydnast at fáa avtalað eina kós framyvir á hesum øki við. Men tað er altso fakliga fyrisitingin í kommununi, sum hevur víst á hvørji øki og støð, sum eru egnaði til endamálið og hevur raðfest hesi. Í tí ítøkiliga førinum,  ið Jákup Egholm Hansen sipar til, er tað argjamaðurin John Kári Midjord, ið við gartnarafyritøku síni Sp/f Havin, sum skal fremja gróðursetingina við m.a. nýggja kirkjugarðin í Hoyvík og við Myllutjørn. Lat ongan iva vera um, at argjafólk sjálvandi eisini fáa sín sjálvsagda part av hesum grøna og umhvørvisvinarliga átaki, tá fakliga umsitingin hevur egnaði lendi tøk at vísa á.

Livst so spyrst.

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi

Forkvinna í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráðs

 

MKF mynd 2016 logo

Tórshavnar kommuna brúkar pening í heimildarloysi

Havnarútbyggingin koyrir í fullari ferð, hóast tað, enn vanta fleiri loyvir frá
myndugleikunum. Eg havi reist spurningin í ovastu leiðsluni á Vaglinum, um ikki talan er um heimildarloysi, men havi enn einki svar fingið haðani.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi.
Í januar spurdi eg ovastu leiðsluna í kommununi, um hvussu lýsingin av broyttu byggisamtyktini fyri Eystara havnarøkið varð framløgd, tí eingin segði seg at hava sæð lýsingina. Eisini fregnaðist eg eftir hvørjar myndugleika viðgerðir vantaðu og fekk til svar:
– At Býarskipanarnevnd landsins ikki er liðug at viðgera málið.
– At tann 8. februar varð málið sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum, sum sama dag
sendi málið víðari til Býarskipanarnevnd Landsins til ummælis. Enn er einki svar
komið úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
– At tvey mótmæli eru ímóti árinskanningini, og hesi eru til viðgerðar hjá Heilsu- og
Innlendismálaráðnum og tí er endaliga góðkenningin ikki komin.
Síðani havi eg spurt um kommunan hevur heimild til at brúka skattakrónur uppá
havnarútbyggingina, tá málið ikki er liðugt myndugleika viðgjørt, og endaligu loyvini tíansheldur
ikki eru givin. Talan er um størsta prosjekt í søgu kommunurnar og tí undrar tað meg stórliga, at
kommunan eftir øllum at døma fer so lætt um. Men hesum havi eg enn ikki fingið svar uppá.
Eitt annað er, at seinasta hoyringin av ætlanini nærmast varð gjørd í loyndum, sí lýsing.
Nýta lítið mál at fjala eitt sera stórt mál
Eisini havi eg sett spurnartekin við, um framløgan av kommunurnar størstu byggiætlan, er í lagi og
tænir demokratinum, hjá høvuðsstaðarkommununi. Í lýsingini, har havnarútbyggingin er kroyst inn
ímillum eina broyting í byggisamtyktini fyri nakrar matriklar við Oyggjarvegin.
Lýsingin byrjar við hesum matrikklum við Oyggjarvegin, síðani koma seks linjur, við ongari
yvirskrift, um broytingina av byggisamtyktini í samband við metstóru útbyggingina hjá
kommununi, nevniliga av Eystara havnarøki, síðani heldur lýsingin áfram at umrøða matrikklarnar
við Oyggjarvegin. Hetta er eftir míni sannføring als ikki nóg góð upplýsing til borgaran.
Tvørturímóti, er tað, sum um roynt, verður at fjala út yvir málið. Kommunan heldur seg til tað
minimalistiska, men syrgir tó fyri, at eingin lóg og fyrisiting verða brotin. Hetta sømir seg ikki fyri
eina høvuðsstaðarkommunu, sum vil vera framsøkin, upplýst og nýmótans. Nei, hetta er
tilafturskomið og lítið sømiligt eftir mínum tykki. Ei dáni í, at eingi mótmælir komu ímóti hesi
broytingini av almennu byggisamtyktini.
Tá eg aftur vendi mær til kommununa, fekk eg sum svar, at tað at lýsa tvær broytingar í
byggisamtyktum í somu blaðlýsing, er ikki nakað eindømi um, at kommunan lýsir fleiri broytingar í
somu lýsing.
Kommunala eftirlitið eigur at tala at
Málið er sostatt ikki liðugt myndugleika viðgjørt og hóast hetta, brúkar kommunan pening í
ólukkumát í hesum døgum til prosjektering, mátingar o.a. Ja, kommunan er enn tá farin so langt,
sum at bjóða arbeiðið út.
Hvussu kann kommunan loyva sær hesum? Hetta er eftir mínum tykki at fara sera lætt um
skattakrónurnar og at misnýta álit borgaranna. Tá øll endalig loyvi enn ikki eru komin uppá pláss,
og kommunan arbeiðir og, brúkar pening, sum um alt er ílagi, so er talan um at arbeiða í
heimildarloysi.
Eg havi sett ovastu leiðsluni hjá Tórshavnar kommunu hesar umrøddu spurningar, men havi enn
ikki fingið svar.
Spurningurin er, um ikki kommunala eftirlitið eigur at fara inn í málið og steðga kommununi, tá
ikki øll neyðug loyvi eru fingin til vega.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi