mkf,1 copy2

Integratiónspolitikkur

Útlendingar skulu beinanvegin hava møguleika at skapa sær eina tilveru, sum samsvarar við teirra evnir og førleikar, og á jøvnum føti við onnur. Nokta vit teimum tað, er vandi fyri at tey kenna seg minni verd enn onnur. Hetta kann ganga í arv og í ringasta føri kloyva samfelagið í tvey millum A og B borgarar

Um ársskiftið fingu býráðslimir eina frágreiðing og tilmæli um ein integratiónspolitikk fyri Tórshavnar kommunu. Tíverri hevur integratiónspolitikkurin hvørki fingið rúmd í býráðnum ella fíggjarætlanini, sum jú er fortreytin fyri at málið verður tikið í álvara.

Føroyar verða alsamt størri partur í altjóða samfelagnum og sæst hetta aftur á fleiri økjum. Fólkasamansetingin broytist, fleiri útlendingar kom henda vegin at arbeiða, íðka ítrótt ella verða gift higar. Tí er kommunan er vorðin eitt fjølbroytt og spennandi stað við ymiskum mentanum og fólkasløgum.

Eitt er at lýsa eitt økið við kanningum, annað at vísa viljan í verki við raðfestingum. Fleiri tilmæli í frágreiðingini kosta ikki annað enn vilja og samskipan. Sum dømi verður mælt til eina sjálvbodna vegleiðaratænastu.

Væleydnað integratión krevur, at øll taka lut. Land og kommuna, stovnar, felagsskapir og einstaklingar.

Kommunalu dagstovnarnir

Dagstovnarnir í kommununi vísa á tørvin á tulkatænastu. Eisini verður víst á trupulleikarnar, tá ið ikki ber til at samskifta. Serliga er hetta galdandi har útlendska mamman er einsamøll heima og pápin siglir ella bæði foreldrini eru útlendingar. Útlendsk foreldur vísa eisini á trupulleikar við felags tiltøkum. Tey skilja ikki, hvat sagt verður, og missa tí hugin at koma á foreldrafundir og onnur felags tiltøk á stovnum. Tey kenna seg uttan fyri felagsskapin av tí sama.

Dømi eru eisini um at børnini virka sum tulkar fyri foreldrini. Talan kann vera um álvarsamar og viðkvæmar samrøður og er tað ov stór ábyrgd at leggja á hesi børn.

Arbeiðsmarknaðurin

Tá ið málsligi førleikin og vitanin um føroysku mentanina eru avmarkaði, er sera torført at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Serliga trupult er tað tá teirra førleikar og/ella útbúgvingar ikki eru góðkend her á landi. At koma á eitt arbeiðspláss gevur í sjálvum sær sosialar møguleikar. At læra málið, mentanina, knýta vinabond og at verða partur av einum felagsskapi hevur so ómetaliga stóran týdning.

Í frágreiðingini um integratiónspolitikk verður mælt til at kommunan eggjar útlendskum tilflytarum at læra føroyskt og veitir best møguligu fortreytir til tess. Eisini verður mælt til at kommunan gongur á odda við at bjóða starvsvenjing á kommunalum arbeiðsplássum, sum eina lopfjøl at koma víðari til at brúka teirra egnu førleikar.

Málundirvísing

Kvøldskúlin hevur tilboð um grundleggjandi málundirvísing fyri útlendingar. Tørvurin er tó størri enn tilboðið. Neyðugt er at skipa undirvísingina soleiðis, at hon verður skild sundur alt eftir, hvaðani fólk koma og hvussu tey eru fyri málsliga. Her eigur størri játtan at verða givin Kvøldskúlanum, til fleiri tímar til føroyskt fyri útlendingar. Tá tilboðið er nøktandi kunnu vit seta sum krav, at vaksnir útlendskir tilflytarar skulu hava undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan. Mælt verður eisini kommununi til at umhugsa at gera tað til eitt krav, at børn skulu á dagstovn, um tey annars eru heima og ikki mennast málsliga í samsvari við tað, ið svarar til aldurin.

Tilflytarar, sum hava tikið skeið í føroyskum fyri útlendingar í Kvøldskúlanum hava verið sera glaðir fyri møguleikan. Starvsfólkini á Kvøldskúlanum hava eisini lagt seg í seðlarnar við heitum hjarta at hjálp hesum fólkum við øllum møguligum, sum eisini strekkir seg langt út um undirvísingarætlanina. Býarbókasavnið hevur eisini skipað fyri sera væleydnaðum tiltøkum fyri útlendingar.

Í frágreiðingin, sum byggir á nógvar samrøður og kanningar verður sagt, at Føroyar í mun til onnur lond hava eitt gott upphavsstøði fyri at lima útlendingar inn í samfelagið. Ikki-norðurlendskir tilflytarar eru eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi, og flestu teirra hava longu tá ið tey koma eitt sterkt tilknýti í Føroyum, antin tí tey koma higar at íðka ítrótt ella tí tey eru gift føroyingi. Eisini er niðurstøðan, at flestu av hesum fólkum hava eitt sera sterkt ynski og ein sera stóra grund til at vilja gerast partur av samfelagnum, arbeiða, vera sjálvbjargin og at vilja læra føroyskt.

Tjóðveldi fer at arbeiða fyri, at tilmælini í frágreiðingini verða fylgd, og at tilboðini í kommununi verða raðfest og løgd í fasta legu. Tað hevur týdning at stovnarnir hava eitt tvørmentarligt umhvørvi við opinleika og virðing fyri øðrum mentanum. Tí eiga starvsfólkini at fáa møguleika at førleikamennast við hesum. Tjóðveldispolitikkur er grundaður á altjóða mannarættindi. Tí verður tikið væl ímóti útlendingum, sum velja kommununa sum teirra tilverustað. Vit ynskja, at tilflytarar verða ein væl móttikin partur av kommununi og kunnu ríka okkum við teirra royndum og vísdómi. Talan er um eitt tilfeingi, ið eisini ger Tórshavnar kommunu til eitt fjølbroytt stað at búgva, sum er til gagns bæði í menniskjaligum og búskaparligum høpi.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

mkf mynd copy

Pláss til pedagogikk í dagstovnum

Fleiri fulltíðarstørv og betri treytir til námsfrøðingar og starvsfólk

Starvsfólkini á kommunalu dagstovnunum renna alsamt skjótari og skjótari. Eingin tíð er til fyrireiking ella at hugsavna seg til sítt arbeiði. Av somu orsøk er útskiftingin av starvsfólki øgiliga stór, eitt barn í vøggustovu ella barnagarði skal alla tíðina fyrihalda seg til nýggj starvsfólk, nýggj andlit, nýggjar arbeiðshættir o.s.fr.

Mentamálaráðið hevur sett í verk námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnaøkið. Hetta merkir at innihaldið í dagstovnunum skal byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir. Børnini skulu fáa avbjóðingar og verða stuðlað í fjølbroyttu menningini og læruni. Stevnumiðini byggja á eina mynd av einum barni við nógvum førleikum, sum skal hava møguleikar at ávirka egið lív. At síggja barnið soleiðis er neyðug fortreyt fyri, at børn kunnu vera virknir luttakarar í myndanini av egnum lívi, og at tey kunnu gerast virknir luttakarar í einum demokratiskum samfelag.

Tað hevur týdning, at vit hugsa børn sum borgarar, og ikki bert sum komandi borgarar. At teirra lív hevur virði her og nú. Tað er eitt rák at leggja dent á alt tað “sjúkliga”, t.v.s. allar feilirnir hjá børnum, tað ýðir við diagonosum. Sjóneykan verður sett á frávikið, tað er sum um, at bara ein diagonosa verður ásett, ja, so er sloppið. So kunnu vit hella okkum afturá og annars finnast at øllum teimum serstovnum, sum okkara lítla samfelag vantar. Hetta skal sjálvandi ikki misskiljast, tí tað eru nógvar sjúkur og brek, sum okkara børn hava krav og tørv at fáa hjálp og stuðul til – eingin kennir mein í annans bein.

Mennandi uppvøkstur er ein rættur, men vit skapa karmarnar. Í dagstovnunum fara vit at leggja doyðin á alt tað góða, vit fara at hjúkla um fjølbroytni, íbornar førningar, sereyðkenni, mentan, góðan føroyskan málførleika, ríku søgu okkara, ja øll skipanin skal hava røtur í føroyska samfelagnum. Dagstovnar eru mentanarstovnar á sama hátt sum fólkaskúlar, har børnini skulu fáa fjølbroyttar menningar- og mentanarligar avbjóðingar og møguleikar.

Henda barnaáskoðan setur stór krøv til pedagogiska innihaldið á dagstovnunum. Hetta er ábyrgd hjá kommununi, og hesa ábyrgd vil Tjóðveldi lyfta. Vit fara at seta í verk námsfrøðiligu stevnumiðini í allar dagstovnar í kommununi. Við hægri krøvum til pedagogiska innihaldið er eisini neyðugt at vit sum kommuna raðfesta og virða arbeiðið við børnum hægri. Heilt ítøkiliga merkir hetta fleiri fulltíðarstørv og betri treytir til námsfrøðingar, ið kunnu lyfta hesa ábyrgd. Hetta merkir eisini at gera íløgur í áhaldandi at menna starvsfólkið. Vit vilja gera íløgur í børnini og geva dagstovnunum betri rúm at skapa innihald í degnum hjá børnunum og menna tey á besta hátt.

Dagstovnar skulu menna og menta børnini, og innihaldið í dagstovnunum skal byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir, sum byggja á rættindi hjá børnum at hava ávirkan á egið lív. Virksemið hjá dagstovnunum skal hava eyðkennini: Virðing og ábyrgd fyri okkara felags tilfeingi, umhvørvi, náttúru, mentan, lívi og heilsu. Børnini skulu hava møguleika at menna síni skapandi evni. Javnstøða í mun til kyn, aldur, minnilutar o.s.fr. eigur at síggjast aftur í øllum virksemi í dagstovnunum.

Børnini eru tað týdningarmesta vit eiga, tí skulu dagstovnarnir raðfestast. Tjóðveldi fer ítøkiliga til verka, soleiðis at tað at arbeiða við børnum verður sett á dagsskránna, fær størri virðing og raðfesting í kommununi. Við fleiri fulltíðarstørvum, betri arbeiðskorum og rúmi til pedagogiska menning fáa børnini ein stimbrandi og mennandi dag á stovninum og sum aftur geva glað og nøgd foreldur.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

14269560_10154454870892270_1271976074_n

Filmur í politikki

Røða hildin 8. september 2016

Tjóðveldi hevur altíð raðfest mentan og list. Í stevnuskrá floksins fyllir hesin partur rættuliga nógv, og her er eitt brot:

“Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá. Mentan og list eru grundarlagið fyri vinnu, búskapi, sosialari menning og frælsi.

Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni, víðskygni, framtak í fólkinum og gera Føroyar sjónligar og virknar millum aðrar tjóðir í heiminum. Mentan og list eru fremsta umboðan okkara úti í heimi og skapa inntøkur til landið – bæði í sjálvum sær og við at fremja føroyskan útflutning, ferðavinnu og skapa vinnu sum heild.

Tjóðveldi vil:

  • At øll eiga rætt og atgongd til mentan og list.
  • At sum lítil tjóð skulu vit nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentan og list, sammett við størri lond.
  • At bond og stýring ikki verða løgd á mentanararbeiðið, men at tað nælir og veksur á frælsum grundarlagi

Skapandi list og mentan

Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan listapolitikk. Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum sterkari samfelag. List eigur tí at vera atkomilig hjá øllum. Listaøkið fevnir breitt frá tónleiki, sjónleiki, bókmentum, myndlist til byggilist, handverkslist, sniðgeving umframt filmslist, sum telist millum listagreinirnar, ið hava góðar møguleikar eisini at røkka út í heim.

  • Filmsgrunnur, ið veitir stuðul og fígging til føroyskar filmsspírar og –framleiðarar, verður so líðandi mentur til ein veruligan filmsstovn, sum skal gera tað møguligt at marknaðarføra føroyskan spælifilm úti í heimi.”

Sitandi samgonga, millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn hava í samgonguskjalinum raðfest mentan og list høgt, har filmur hevur eina serliga raðfesting undir kreativari vinnu. Játtanin til Filmsgrunnin er økt upp í eina millión. Filmshúsið er í ger. Afturberingarskipanin er somuleiðis raðfest, sum eggjar fólki aðrastaðni frá at koma higar at gera filmar.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fekk í okt. 2015 handað álitið: “Filmshúsið – Føroyskur filmur á einum vegamóti.”, sum Klippfisk hevur gjørt.

Í innganginum í álitnum verður m.a. sagt, at við verandi umstøðum er sprottin ein framleiðsluhugur, ið ger, at vit hava fingið eitt føroyskt filmsumhvørvi, sum er á tremur við royndum, dugnaligum og skapandi fólki, ið dagliga gera stuttfilmar, dokumentarfilmar, sjónbandaløg, lýsingar og sjónarvarpsframleiðslur. Fleiri eru, sum nema og hava nomið sær útbúgving og royndir uttanlands. Og føroysk filmsfólk eru nú før fyri og til reiðar at skapa filmssøgu – føroyska filmssøgu. Tilfeingið er har, men kortini eru karmarnir ikki mentir nóg nógv til, at filmur kann fóta sær sum ein verulig vinna.

Filmhúsið skal skapa eitt framhald, ið higartil ikki hevur verið í føroyskum filmi – eitt framhald, so samanhangur fæst millum talent- og førleikamenning, eina fjøltáttaða framleiðlsu, og útbreiðslu av føroyskum framleiðslum, so tær røkka breiðari hyggjaraskarum og keyparum. Filmshúsið skal savna royndir og førleikar og tryggjar eitt undirstøðukervi undir føroyskum filmi. Aðalmálið hjá Filmshúsinum verður at menna føroyska filmsumhvørvið og at lyfta føroyskan film frá tí, hann er í dag, til veruliga vinnu og yrkislist. Filmshúsið skal røkja hesa uppgávu, eins og gjørt verður í grannalondunum.

Klippfisk og stuðul frá kommunui

Tórshavnar kommuna hevur styðjað undir arbeiðið at menna framleiðsluna av filmi. Stuðul verður latin eftir umsóknum, og tað er ikki langt síðani, at 100 t.kr. vórðu latnar til eina filmsæltan og 300 t.kr til eina aðra.

Tað krevur nógv at framleiða film. Tað vita vit. Men tað er eingin ivi um, at eldsálir og dugnaskapur gera stóran mun. Tjóðveldi í kommununi ynskir at virka fyri at flyta føroyska filmsframleiðslu fram á leið. Tórshavnar kommuna hevur latið Klippfisk – 250 t.kr. árliga, í eini tíggju ár og harumframt latið høli; húsini til M. A. Winthersgøtu. Tí var tað sera hugstoytt at frætta í miðlunum í summar, at kommuna hevði hirt Klippfisk á dyr. Tórshavnar kommuna eigur í stundini at útvega teimum onnur og betri hølir, tí sjálvandi eigur høvuðsstaðurin at hjúkla um filmsvirksemið. Tí er tað sera harmiligt, at vælumtókta kvøldskúlaskeiðið í filmsframleiðslu, ið var ein avtala millum Klippfisk og Kvøldskúlan, nú eisini er steðgað. Tá ið Tjóðveldi aftur tekur um stýrisvølin á Vaglinum, fer tað at virka fyri, at hesar misgerðir koma aftur á rætt kjøl og allarhelst undir enn betri umstøðum.

Tað vóru stórtíðindi, tá ið tað í 2014 hoyrdist í tíðindunum, at Sakaris Stórá varð heiðraður við virðisløn í Berlin fyri stuttfilmin Vetrarmorgun.

Filmur hevur tann eginleikan at bæði vera ein grundleggjandi mentanarberi, ein listagrein og samstundis eisini vera ein stórvinna við túsundtals arbeiðsplássum.

Takk Filmsfelagið, Havnar Bio, Hygga síggj, Klippfisk og øll tit mongu sum stríðast fyri filminum. Við tykkara brennandi vilja hava tit longu prógvað, at hetta ber til. Og uttan tykkum høvdu vit ikki verið her, vit eru í dag. Í felag røkka vit langt, og sum Filmsfelagið sigur – altíð í felag – tí tá er filmur bestur – í felag.

Jú, sanniliga – tað grør um gangandi fót.

Bestu eydnu til tykkum og okkum øll.