mk2_560x460

Musikkskúlin – ikki er tað kostnaðurin

Hví fer Musikkskúlin ikki í gongd? Henda spurning eru tað nógv fleiri enn bert Musikkskúlanevndin, sum ganga og spyrja; eisini býráðslimir spyrja sína millum. Og tey, sum sita við vitanini, borgarstjórin o.fl., vilja einki upplýsa. Men tað hoyrist okkurt tutl millum manna um, at dúgliga verður mált og teknað á privatum teknistovum í býnum, tó at tað mær vitandi, ikki finst nøkur politisk samtykt um hetta.

Í kjalarvørrinum av brævinum frá Musikkskúlanevndini í vikuni hava býráðslimir havt ymiskar viðmerkingar til málið, og serliga beit eg merkið í viðmerkingina frá einum fíggjarnevndarlimi, seinni hevur so borgarstjórin víst á sama, sum sigur: “At tað er eitt krav, at politikarar kenna tann endaliga kostnaðin á musikkskúlanum, áðrenn farið verður undir sjálva byggingina v.m.” Eg kundi ikki verið meira samd, enn tað sama; hetta ljóðar sera skilagott og átti at verið ein sjálvfylgja fyri øll prosjekt. Men tíverri er hetta ikki arbeiðslagið hjá sitandi fíggjarnevnd, t.d. er enn eingin langtíðaríløguætlan løgd, hóast býráðið nú situr á øðrum ári. Var hetta galdandi, at endaligi kostnaðurin skal vera kendur, áðrenn farið verður undir byggingina, hví fer so fótbóltsvøllurin í Hoyvík í gongd, tá ið eingin hevur ánilsi av, hvat hann fer at kosta? Fleiri metrar høgir stuðlamúrar skulu setast upp framman fyri stovuvindeyguni hjá teimum í Jørundargøtu, og eisini skulu gerast ljósmastrar, skiftirúm, wc-ir, parkeringspláss, áskoðarapláss v.m.; jú hetta kemur sanniliga at kosta og tað í dýrum dómum.

Spurningurin er tí, um tað verður arbeitt í loyndum við onkrum øðrum ætlanum fyri musikkskúlan, í tí dulda og handan leiktjøldini, og sum nógv av okkum í “breiða samstarvinum” hjá borgarstjóranum einki sum helst vita um, og tíansheldur Musikkskúlanevnd, lærarar, foreldur og borgarar í síni heild. Ella er kanska meiningin heilt at sleppa ætlanini við einum nýggjum musikkskúla til frama fyri aðrar verkætlanir og onnur áhugamál?

Komið fram í ljósið við tykkara ætlanum, nú er nóg nógv drálað, býráðið kann ikki halda áfram at halda øllum teimum 100 tals borgarum, sum tengdir eru at musikkskúlanum, fyri gjøldur. Sjálvandi skal musikkskúlin byggjast beinanvegin, samfelagið hevur ikki ráð at bíða longur.

Musikkskúlin fjølgar tjóðina

Marin Katrina Frýdal

býráðslimur fyri Tjóðveldi

mk2_560x460

Svarið til borgarstjóran

Til Heðin Mortensen, borgarstjóra

Hoyvík 27. mars 2014

Skal við hesum skrivi kvitta fyri móttøku av skrivi frá tær, dagfest 26. mars 2014, ið varð borið mær á arbeiðsplássið í gjár av starvsfólki hjá býráðnum.

Skal beinanvegin boða frá, at ta samstarvsavtalu, ið allir býráðslimir skrivaðu undir í november 2012, standi eg við og virði. Fari tí at grundgeva niðanfyri, hvussu eg meti, at tú í verki ikki hevur virt hesa avtalu nóg væl í politiska arbeiðinum síðstu tíðina, og eg tískil havi talað at tínum arbeiðslagi. Loyvi mær eisini at siga, at eg haldi, at eingin hevur kýtt seg meira enn eg at halda avtaluna og at vísa til hennara, serliga tá ið hon eftir mínum tykki ikki hevur verið hildin. Tað byrjaði longu fyrst í árinum 2013, har eg fleiri ferðir vísti til høvuðsgrundarlagið undir avtaluni, nevniliga; “Politisk semja; Flokkarnir eru samdir um áðrenn 15. januar 2013 at gera eitt undirskjal til hesa avtalu, sum lýsir høvuðsmálini, býráðið skal arbeiða við í valskeiðinum.

Tá, ið vit so komu út á heystið 2013, og fíggjarætlanin skuldi gerast, fóru vit allir 13 býráðslimirnir eldhugaðir til verka; nógv góð og gevandi kjak vóru. Eftir at fleiri fundir vórðu hildnir, varð avrátt, at vit skuldu halda áfram í einum minni bólki. Vit vóru øll samd um, at bólkurin skuldi hava eina breiða umboðan og mynda býráðssamansetingina bæði hvat viðvíkti politiskum hugsjónum, javnstøðu v.m. Vit komu síðani til eina semju, hóast hon í støðum ikki smakkaði so væl hjá øllum, treyðugt so. Tíðin var knøpp, tí arbeiðið var farið ov seint í gongd. Tó at fíggjarætlanin varð einmælt samtykt í býráðnum, so samdust vit um at hyggja fíggjarætlanini ígjøgnum beint eftir nýggjár, eisini við eini langtíðar íløguætlan fyri eyga. Tá, ið so hetta dróg út, og eingi fundarboð koma frá borgarstjóranum í nýggja árinum, minti eg borgarstjóran á hetta fleiri ferðir, bæði í talu og á skrift. Svarið var hvørja ferð; tit verða innkallaði ein av fyrstu døgunum, eg arbeiði við málinum. Um miðjan februar svarar borgarstjórin mær, at tað verður í næstu viku. Men tað hendi framhaldandi einki, og vit fáa ongi fundarboð. Tá, ið so eitt skjal frá fíggjarnevndini, verður lagt fyri okkum beint undan einum býráðsfundi, er skelkurin og ørkymlanin somikið størri millum fleiri býráðslimir. Vit, eg loyvi mær at siga vit, tí vit eru fleiri, sum halda okkum verða umlopin; soleiðis sum tað eisini gekk sjón fyri søgn á býráðsfundinum tann 4. mars 2014.

Vit eru 13 býráðslimir, sum á jøvnum føti hava skrivað undir eina samstarvsavtalu, har vit øll viga eins nógv og hava somu tign – hetta er sjálvir hornasteinurin undir eini og hvørjari samstarvsavtalu. Tær stóru semjurnar, avtalurnar, raðfestingarnar v.m. skulu viðgerast og avgreiðast í samstarvinum og áðrenn býráðsfundirnar.

At tosa um at seta fram broytingaruppskot at standa sína roynd á býráðsfundi, at gera viðmerkingar o.s.fr., er at fjala veruleikan. Tí talan er ikki um meiriluta og minniluta. Semjurnar í breiða samstarvinum skulu gerast áðrenn býráðsfundin; tað er í meirilutanum vit gera hetta, og vit hava, mær vitandi, bara ein meiriluta. Tað eru hesir “samgongufundir”, sum tíverri ikki hava verið hildnir, ið skuldi verið ein av hornasteinunum undir demokratinum á Vaglinum. Tað, at vit fáa nøkur góð kjak og kunnu slípa ósemjurnar til semjur, eisini tá ið tær smakka illani.

At tala at, har eg haldi, at politiskur órættur verður framdur, er mín demokratiski rættur, ið eg til eina og hvørja tíð tilskili mær rættin at nýta. Sostatt er tað upp til tín sum samgonguleiðara, um tú velur at skipa politiska arbeiðið soleiðis, at allir 13 býráðslimirnir á javnbjóðis føti kenna seg aftur í politisku avgerðunum. Tí er tað upp til m.a. tín at vísa í verki, hvussu nógvar býráðslimir, ið politiska arbeiðið skal fevna um.

So mín vón er, at vit, allir 13 býráðslimirnir sum undirskrivaðu samstarvsavtaluna, kunnu taka táttin uppaftur við tí góða arbeiðslagnum frá í fjørð; og at tú framyvir skipar politiska arbeiðið á Vaglinum soleiðis, at vit øll verða tikin við á javnbjóðis føti. At arbeiðslagið, ið bæði var álitisfremjandi og álitisvekjandi, kann koma inn aftur í býráðsarbeiðið. Hetta krevur dirvi, tíð og tol, men hetta eiga vit at unna kommununi, og hetta tænir eisini kommununi best í longdini.

Heilsan

Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi