mk2_560x460

Jólatræið í Nólsoy

nolsoy_800px

Nólsoyar bygd

Røða hildin, tá jólatræið í Nólsoy varð tendrað 8. desember 2013

Góðu børn – góðu øll somul.

Vælkomin til hesa hugnaløtu, nú jólatræið í Nólsoy skal tendrast.

Eg vil byrja við at takka tykkum, sum hava hjálpt til við at gera løtuna her í Nólsoy hugnaliga; presti, Havnar Hornorkestri o.ø. – stóra takk fyri.

Tað er hugaligt at síggja tykkum øll her í dag.

Jú, nógv er broytt her úti í Nólsoy, síðani fólk skóru torv á Borðuni fyri at fáa hita í húsunum og so til, at nú verður arbeitt við ætlanum um at gera oynna fulla av grønari orku, og at ein vindmylla er komin upp at standa. Nólsoyarkonan, Maria Eide Petersen (1894-1994), sigur í bók síni, “Konglar” frá 1973, at tá ið hon hugsar um torvarbeiðið á Borðuni, renna hesi orð úr Halgubók fram fyri hana, “Í sveitta andlits tíns skal tú eta breyð títt”, tí, sum hon sigur, so man neyvan nakað arbeiði hava opnað so mangar sveittaløkir, sum nettupp hetta arbeiðið hevur gjørt tað. Um ein ikki átti jørð, so hevði ein ikki torvskurðarrætt og mátti tí arbeiða seg til henda rætt, og tað kundi t.d. vera við at skera upp haga tveir dagar um árið.

Henda myrka árstíðin ber ein serligan dám við sær, nakað ikki sørt duldarkent. Men samstundis sum dagarnir verða myrkari og styttri fyri hvønn dag sum gongur, so gleða vit okkum øll og leingjast eftir jólahøgtíðini. Hóast vit endurtaka hetta ár undan ári, so eru jólini nakað, vit gleða okkum til – síggja fram til at fáa frí í nakrar dagar, at vera heima við hús í friði og náðum, at steðga á og vera saman við okkara kæru, har nærveran verður sett í hásæti. Og vit gleða okkum eisini at fáa útisetarnar heim, og at vera saman við okkara næstringum. Hetta er ein stórur partur av jólahøgtíðini.

Nútíðar gerandisdagurin krevur okkum heimanífrá allan dagin, og ofta um kvøldini við. Vit virka uttanfyri heimið, øll somul, bæði børn, vaksin, foreldur, ommur og abbar. Henda gongd hevur elvt til, at tíðin at vera saman er vorðin so sera knøpp. Og vit kunnu av sonnum seta okkum sjálvum spurning við hesa gongd: “Eru vit á rættari leið?” ella “Var hetta ætlanini við lívinum?” Hesin ivi og misnøgd ger, at innast inni tráða vit eftir meiri tíð saman, og henda tráðanin ger, at vit gleða okkum uppaftur meira til jólar. Jólafriðurin eigur at vera sálarbót fyri okkum øll.

Men soleiðis er tíverri ikki hjá øllum okkara borgarum í hesi lítlu, friðsælu kommunu, og í okkara lítla landi. Tí tað eru børn okkara millum, sum stúra fyri jólunum; vilja bara, at tey fáa ein enda ongantíð ov skjótt, og sum gleða seg til, at tann vanligi gerandisdagurin byrjar aftur, so tey aftur sleppa í barnagarð og skúla. Fyri tey er jólahøgtíðin stríð, klandur og harðskapur. Tað kemur meira enn so fyri, at Kvinnuhúsið má taka ímóti mammum við børnum um jólini, ella at barnaverndartænastan verður biðin um hjálp. Hetta eiga vit ikki at lata eyguni aftur fyri. Vit vaksnu, og myndugleikarnir, skylda hesum børnunum at hugsa um tey og at gera okkara hjálp og ávirkan galdandi – so ella so. Tí børnini eiga rættin til at hava tað gott – eisini á barnahøgtíðini um jólini. Eina stóra tøkk skulu sjálvbodnir felagsskapir og einstaklingar hava fyri teirra bøtandi hond. Eisini eiga vit at fegnast um ta stóru orku og stuðul, sum felagsskapurin “Í menniskjum góður tokki” stendur fyri, og sum veitir stuðul til mat og gávur til teirra, har tann materiella vælferðin, sum flestu okkara taka sum sjálvsagda, ikki røkkur til um jólahátíðina.

Tað grøna træið og ljósini eyðkenna jólini. Jólatræið, soleiðis sum vit kenna tað, hevur sínar aldargomlu røtur í Miðevropa, og vann sær eftir hondini veg norður á okkara leiðir. Fyrsta jólatræið var í Danmark fyri umleið 200 árum síðani, og fyrsta træið í Føroyum fyri umleið 100 árum síðani. Men tað, at prýða við grønum og við ljósum um vetrarsólstøður, er aldargamal siður, ið hevur røtur heilt aftur í fornnorrøna mentan. Okkara forfedrar her á landi vóru einki undantak í so máta, tí hóast at tað mangan vóru trong og smálig kor, vóru kertuljósini og lýsikolurnar tendraðar meira enn vanligt um jóltíðir. Tá á døgum vóru eingi jólatrø í føroysku heimunum, men seinni er sagt frá um onkur sjálvgjørd jólatrø úr greinum og lyngi. Nólsoyarkonan, Jóhanna Maria Skylv Hansen (1877-1974), sigur í søguni “Jólatræið í Ternuvík”, í bók síni “Gamlar gøtur” frá 1968, at skúlameistarin har bjóðaði allari bygdini til jólatræ. “Dreingirnar høvdu verið í haganum eftir mosa og lyngi. Beinaraðið til træið, um ein so kann siga, stóð á gólvinum í skúlastovuni í einum stætti, sum var so víður í ummáls, at tað átti ikki at farið um koll, um onkur kom undir tað. Skúlameistarin gekk so ansaligur og skoðaði træið, um tað nú var evnað til, sum tað átti at vera. Har varð vavt og har varð bundið, til ongastaðni sást inn á tann hvíta viðin; hetta mosajólatræðið sá út, sum stóð tað og vaks upp úr skúlagólvinum. Kramarhús, kurvar og hjørtur hevði hann latið rosinur og brúnsukur upp í, og træið varð so taglað til við einum og øðrum vøkrum afturat, so tá ið ljósini vóru tendrað, glitraði træið frá ovast til niðast”.

Her dansaðu tey ikki, men stóðu still, meðan tey sungu danskar jólasálmar. Tá ið jólasálmarnir vóru sungnir, fóru tey at dansa, og var tað ikki jólatrædansur, men vanligur føroyskur dansur, har tey kvóðu kempuvísur til. “Fisken tager sin føde i vand” og “Stærke Tidrik”. Tað var kortini skjótt, at tey góvust, og tá ið børnini høvdu fingið góðgætið av trænum, fóru øll væl nøgd hvør til sín.

Góðu børn. Tíðliga í morginárins myrkrinum fer hetta lýsandi jólatræið at heilsa tykkum øllum góðan morgun. Eg veit, at tit hava tað sera hugnaligt í dagstovninum og í skúlanum hesar dagarnar undan jólum. Tit prýða stovurnar og fyrireika tykkum til jólahald, har tit fara at framføra leikir, tónleik, sang, Lusiagongd o.a. fyri foreldrum, systkjum o.ø. av tykkara avvarðandi.

Góðu tit øll. Njótið hesa adventstíð, ið eftir er til jóla. Minnist til at lata jólaboðskapin sleppa fram at í sál og sinn, soleiðis at friður og gleði, og í menniskjum góðir tokki, fær sítt uppiborna fremsta pláss í huganum. Um einar 4 vikur sæst longu munur á dagsljósglæmuni aftur, so skjótt ganga vit ljósari tíðum ímóti.

Takk fyri, og gleðilig jól.

Marin Katrina Frýdal

mk2_560x460

Samhaldsfesti og javnrættindi – eisini innan ítrótt og mentan

Tað er at gleðast um, at borgarstjórin og forkvinnan í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði á 75 ára føðingardegnum hjá Havnar Svimjifelag hava kunngjørt, at býráðið fer undir at útbyggja Svimjihøllina í Gundadali við einum 50 m hyli, og at hann enntá verður liðugur um 2 ár. Tí hetta er ikki beinleiðis tað, sum annars hevur ligið fremst í raðfesting teirra, nú býráðið hevur sitið og lagt fíggjarætlanina og íløguætlanina næstu árini.

Omanfyrinevndu umboð hava í fyriliggjandi fíggjarætlan raðfest nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík framum svimjihylin, hóast ítróttargreinin fótbóltur hevur fingið 10 tals milliónir játtaðar serliga í samband við Tórsvøll, men eisini til fótbóltsvøllin á Argjum o.a. At fara undir enn ein nýggjan fótbóltsvøll, meðan aðrar ítróttargreinar bløða, er ikki rætt. Hesa skeiklan havi eg fleiri ferðir víst á, og so seint sum á síðsta býráðsfundi, tann 31. oktober 2013, bað eg um at fáa hesa viðmerking í gerðabókina: “MKF mælir til, at á íløguætlanini fyri 2014, §5 mentan og frítíð, verða 6 mió. til fótbóltsvøll í Hoyvík, fluttar til Svimjihøllina í Gundadali og til Býarbókasavnið, hetta grundað á, at ítróttargreinin fótbóltur, harundir Tórsvøllur, longu verða játtaðar 10-tals milliónir. Samhaldsfesti og javnrættindi eiga at verða innan ítróttar- og mentanarøki”. Hesa viðmerking í gerðabókina varð mær noktað av sjálvum borgarstjóranum.

Í býráðnum er semja um nógvar stórar verkætlanir. Fleiri av hesum ætlanum eru komnar langt í fyrireiking, og aðrar eru longu í gongd. Eitt nú Musikkskúlin, brúgvin um Sandá, golfvøllurin, dagstovnurin í Kollafirði, nýggjur skúli, hondbóltshøll, gera Hoyvíkshøllina lidna, miðbýarætlanin, eins og hildið verður áfram við spillivatnsætlanini til at gera áir og vágir reinar, ger av fleiri súkklubreytum/gøtum, at endurbøta varðagøturnar í kommununi, spælipláss til børn, frílendir v.m.

Við boðunum frá borgarstjóranum á 75 ára føðingardegnum hjá svimjifelagnum er tað tí mín vón, at ein umraðfesting á ítróttarøkinum er í umbúna, soleiðis at Svimjihøllin í Gundadali verður raðfest heilt frammarlaga. Hetta frøist eg sanniliga um, og livst so spyrst. Hjartaliga til lukku á 75 ára føðingardegnum Havnar Svimjifelag, og vón mín er, at føðingardagsgávan ikki eru tóm orð, men sannur veruleiki.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi