mk2_560x460

Javnstøðan í Tórshavnar býráð!

Patriarkalskt samfelag

Í oddagreinini í Dimmalætting 3. des. verður vantandi javnstøðan í nevndunum í Tórshavnar býráð umrøtt. Hóast veljarin valdi javnstøðu við at velja 6 kvinnur og 7 menn í býráðið, vísir oddagreinin á, at hettar ikki sæst aftur í nevndarbýtinum; serliga fíggjarnevndini.

Oddagreinin í Dimmu sigur, at Føroyar eru eitt gamaldags patriarkalskt samfelag, og hesum kann eg ikki annað enn vera samd í, eftir at hava verið partur av tí leiki, sum hevur verið á Vaglinum síðstu vikurnar. Oddagreinin umrøður, hvussu Føroyar í festligum høpi, og tá ið altjóða skriv skulu undirskrivast, t.d. í ST-høpi, siga, at vit ganga inn fyri javnstøðu. Úteftir verður hildið uppá, at kvinnur og menn eru javnsett í hesum samfelagnum, men at veruleikin tó vísir eina heilt aðra mynd.

Einans menn í fíggjarnevndini

Júst henda álvarsama trupulleika vísti eg á, og royndi at fáa aftur á beint, undir telvingini um nevndarsessirnar. Men tíverri fekk eg ikki undirtøku fyri hesum sjónarmiði. Eg setti spurningin og undraðist stórliga á, at júst Javnaðarflokkurin skuldi taka so lætt uppá hendan demokratiska trupulleikan við tí skeiklaða kynsbýtinum í nevndunum. Javnaðarflokkurin var tann fyrsti flokkurin, sum í tíðindaskrivi kunnaði um, at hann var liðugur við uppstillingina og eisini gjørdi nógv burturúr at vísa á javnstøðuna á listanum; 8 kvinnur og 8 menn. Undir telvingini gjørdi eg eisini vart við, at tað var sera hugstoytt at síggja, at ætlanin hjá borgarstjóranum og Javnaðarflokkinum var, at einans menn skuldu sita í tí tyngstu og mest avgerandi nevndini í býráðnum, nevniliga fíggjarnevndini. Vísti somuleiðis á, at hetta var alt annað enn ein mynd av samansetingini í býráðnum. Sama er galdandi fyri aðrar nevndir, har tað somuleiðis er hend ein skeikling av veruligu javnstøðuni í býráðnum. At forteknið onkuntíð vendir øvut ger ikki demokratiska skeivleikan minni.

Javnaðarflokkurin ikki fyri javnstøðu

Javnaðarflokkurin, sum einsamallur hevur meirilutan í býráðnum, hevði møguleika at gera nakað við hetta, og at vísa í verki, at talan ikki bara var um tóm orð aftanfyri javnstøðulýsingina í valstríðnum. Eg gjørdi vart við, at í mínum hugaheimi telur tað fólkaræðisliga grundarlagið nógv. Tí eigur m.a. kvinnuumboðanin í hesum sambandi at hava eins stóran týdning, sum flokspolitisk umboðan, við atliti til samanseting av fíggjarnevndini og hinum nevndunum við.

Javnaðarflokkurin, er eftir øllum at døma av tí áskoðan, at tað, at allir flokkar eru umboðaðir í fíggjarnevndini, hóast bara við monnum, byggir á størri fólkaræðisligt grundarlag, enn at fylgja avgerðini hjá veljaranum, nevniliga at javnstøða eisini er galdandi í fíggjarnevndini.

Borgarstjórin átti sjálvandi at sett sum eitt krav, at javnstøða var í øllum nevndum, soleiðis sum eisini er samlaða myndin av býráðnum, og somuleiðis sum veljarin hevur valt. Tá høvdu vit havt ein borgarstjóra, sum livdi upp til ta dyggu álitisváttan, hann fekk á valinum, og tað lýsing, sum Javnaðarflokkurin sendi út áðrenn valið.

Undirskotið av konufólki

Samanumtikið eri eg so sára samd við oddagreinaskrivaran í Dimmalætting um, at tað als ikki er nøktandi, at kvinnur ikki sleppa framat, har tær avgerandi avgerðirnar verða tiknar. Í verandi loysn stendur helvtin av luttakarunum uttanfyri, har ið tær veruligu avgerðirnar verða tiknar. Og henda avgerð signalerar, at kvinnur eru borgarar við minni virði, enn menn. Hetta er ikki nøktandi, og tað er als ikki í samsvar við tær altjóða konvensjónir, sum vit hava skrivað undir. Nei, her lekur so sanniliga millum teori og praksis. Og so kunnu vit halda áfram at grenja um fólkaflyting og undirskotið av konufólki – eg meini tað.

Javnstøða í politisku skipanini hevur alstóran týdning fyri dygdina av tí politiska arbeiðinum. Við góðari javnstøðu í politisku umboðanini, verða tær loysnir valdar, ið á bestan hátt tæna fjøldini.

At eg allíkavæl í síðstu løtu valdi at skriva undir samstarvsavtaluna komst eina og aleina av tí støðu, at alternativið tí var, at eg gjørdist einsamallur býráðslimur í minniluta komandi 4 árini og við als ongari ávirkan. Og tá høvdu atkvøðurnar til mín verið ov illa umsitnar.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

mk2_560x460

Bygdagøturnar

Bygdagøturnar, sum ættarlið aftan á ættarlið undan okkum hava traðkað og tillagað ígjøgnum øldir, og sum í gomlum døgum vóru samferðsluleiðirnar ímillum bygdir, verða nú settar á breddan í Tórshavnar kommunu.

Fyri nøkrum árum síðani var nakað av kjaki um, hvør hevur ábyrgdina av at halda bygdagøturnar viðlíka, og løgfrøðiligt álit kom til ta niðurstøðu, at tað var ivasamt, um hetta var ábyrgd kommunurnar. Stígur kom í málið, og hildið varð, at býráðið átti at hugsavna seg um egin økir, og tey, sum kommunan hevur fulla ábyrgd av. Men bygdagøturnar hava við jøvnum millumbili verið tiknar fram til viðgerðar, og nú tykist í hóming bæði vilji og áræði í býráðnum at fara undir hesa verkætlan.

Nógvar bygdagøtur í kommununi

Bygdagøturnar eru nógvar í kommununi; úr Havnini er gøta til Kirkjubøar, Velbastaðar, Syðradals, Norðradals, inn á Sund og norður eftir oyggj. Harumframt vóru eisini tær gomlu gøturnar millum Havnina og ávikavist Hoyvík og Argir, men her er at kalla vorðið samanvaksið millum bý og bygdir. Umframt omanfyri nevndu gøtur úr Havnini, eru eisini gøtur ímillum bygdirnar; av Argjum yvir Reynið til Kirkjubøar, úr Kirkjubø inn til Velbastaðar, av Velbastað til Syðradals, úr Syðradali til Norðradals, úr Hoyvík á Hvítanes og inn í Kallanes, úr Kollafirði til Kaldbaks, av Sundi í Kaldbaksbotn og til Kaldbaks.

Í Nólsoy er gøta úr bygdini og út á Borðuna, og í Hesti er gøta úr bygdini og suður á Hæl.

Bygdagøturnar stóran týdning

Hesar gøtur hava sera stóran týdning fyri okkum nú á døgum, men ein annan týdning, enn tá ið tær vóru lívsneyðugar farleiðir millum bygdir í handils- ella læknaørindum, í kirkju, eftir ljósmóðir ella við kistuni á tí síðstu ferðini. Umframt tað, at bygdagøturnar hava bæði siðsøgulig og mentanarlig virðir, so geva tær eisini okkum møguleikan á bæði lættligan og lógligan hátt at koma út í vøkru og fríðu náttúruna, eins og tær eru við til at avmarka slitið á náttúruna. Gongutúrar í haganum eru bæði heilsu- og sálarbót fyri okkum, har vit kunnu njóta friðsælu, náttúruna og ríka djóralívið. Stutt er til stórsligna og óspilta náttúru, og nógv støð hava eisini bæði áhugaverdar søgur og sagnir at siga frá, ið vit eisini hava ábyrgdina av at bera víðari til okkara eftirkomarar. Tað hevur týdning, at vit í øllum lutum hjúkla um okkara søguligu og siðsøguligu virðir, tí vavið á einum landi er eisini søgan aftur í farnar tíðir, og hetta er við til at evna tað lívið og tann samleika, vit hava í okkara gerandisdegi nú á døgum. Tað er avgerandi neyðugt fyri okkum sum land og tjóð, at vit ikki lata søguna doyggja.

Rørsla og náttúran

Nútíðar gerandisdagurin krevur sera nógv av okkum, og tey allarflestu av okkum sita niðri og arbeiða allan dagin. Henda gongd hevur elvt til, at sokallaðu vælferðarsjúkurnar eru vorðnar ein trupulleiki fyri samfelagið. Vit mugu tí royna at fáa tær rørslur, sum skulu til, uttanfyri arbeiðstíðina. Og her er tað, at kommunan eisini hevur tikið sína ábyrgd í hesum máli við at gera gøtur ímillum býlingar í býnum og í bygdunum, eins og súkklubreytir eru settar á dagsskránna í kommununi. Tað er at gleðast yvir, at fólk eru farin at virðismeta og geva føroysku náttúruni meira ans enn nakrantíð, og tað er vorðin ein sportur at koma uppá so nógvar fjallatindar sum møguligt. Men vit mugu ongantíð gloyma, at tað eru ikki øll, sum náa uppá tindarnar, og tí skal kommunan syrgja fyri, at gøturnar verða gjørdar góðar og slættar at ganga eftir, og væl merktar við varðum. Eisini er hetta kærkomið hjá vaksandi hópinum av ríðingarfólki og teirri nýggju ítróttini við fjallasúkklum.

Bygdagøturnar fara at verða meira brúktar, eins og tær fara at vísa okkara borgarum á enn fleiri náttúruperlur, og hetta fer somuleiðis at betra um fólkaheilsuna. Endamálið er at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg og at uppliva náttúruna. Tað er ein sannroynd, at tá ið kommunan betrar um karmarnar og ger umstøðurnar lokkandi, so dregur hetta brúkarar at sær tí borgarin tekur hesar møguleikar til sín. Eitt av nógvum dømum um hesa gongdina er gøtan kring Vesturvarða, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani. Har ganga, renna, ríða, súkkla í hundraðtali av fólki hvørja viku, í øllum veðrið og árið runt.

Kærkomið fyri ferðavinnuna

Ætlanin er í fyrstu atløgu at gera eina skipanarætlan fyri bygdagøturnar í allari kommununi. Síðani er mín vón, at tað fer at eydnast at fáa undirtøku millum býráðslimir at fáa ætlanina á langtíðar íløguætlanina, ið er til viðgerðar í býráðnum í hesum døgum. Soleiðis kunnu allar bygdagøtur í kommununi eftir nøkrum fáum árum gerast góðar at brúka og verða væl merktar. Niðurrapaðir varðar verða laðaðir uppaftur, og við hesum gerast bygdagøturnar aftur kærkomnar og tryggar farleiðir hjá borgarunum. Henda ætlan hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, tí her verður talan um skipaði viðurskiftir, har náttúra, søga, rørsla og mentan renna saman í eina eind, ið er ein søluvøra sum føroyska ferðavinnan spyr eftir.

Alt málið eigur sjálvsagt at verða framt í verki í góðum samstarvi við lendisánarar og viðkomandi myndugleikar.

 

 

mk2_560x460

Náttúrurenning við Kerjar 2012

Upphiting

Upphiting

Tað gleðir meg at fáa heiðurin at seta náttúrurenningina við Kerjar, sum Hvirla og Hotel Føroyar skipa fyri.

Í lýsingini fyri tiltakinum ljóðar m.a. soleiðis:

“Allir túrarnir eru í bleytum lendi sum er gott fyri likamið, reinari luft og frálíka vakrari náttúru. Hetta er uppliving, ið stimbrar likam og sál fyri bæði stór og smá, ung og gomul.”

Hetta er ein góð lýsing og sampakkar ógvuliga væl við málsetning kommununnar fyri gøtuskipanunum.

Kommunan hevur síðstu árini veruliga lagt seg eftir at gera enn fleiri gøtur.

Endamálið hjá kommununi er, at gøturnar skulu gera tað lagaligt og lokkandi hjá fólki at fara til gongu, samstundis sum tær eisini skulu stytta um farleiðina ímillum heim, arbeiði, skúla o.a. Gøtuskipanirnar eru við til at stuðla undir, at bilurin verður valdur frá, og at tað heldur verður farið til gongu. Soleiðis eru gøturnar ein liður í at stuðla undir rørslu og ferðslutrygd, og harvið eisini betri fólkaheilsu.

Aðrar gøtur eru til beinleiðis náttúruupplivingar, har tú kann koma út í Guds fríðu náttúru, ganga órógvað, uttan asfalt, men við bleytum lendi undir fótum og uttan larm og os frá bilum.

Tað er ein sonn sálarbót at ganga niðan úr býnum á kvøldi um Svartafoss og niðan í Hoyvíkar. At kunna traðka úr meldrinum í býnum, av asfaltinum, úr bilferðsluni og teimum skiggjandi gøtuljósunum og út í náttarmyrkrið. Tú verður eitt við náttúruna – slíkur túrur er ein góð uppliving og kann mangan verða ein góð avrunding av meldrinum í býnum.

Fjallasúkkling hevur eisini verið roynt her áður, eins og við gøturnar í Hoydølum. Vit gleðast yvir slíkar kappingar og upplivingar, men hesar gøtur eru eisini hvønn tann einasta dag til stóra gleði og gagn fyri allar borgarar.

Tað er sera týdningarmikið, at feløg sum Hvirlan o.o. taka stig til at skipa fyri tiltøkum av slíkum slag sum í dag, tí fólk dáma at koma saman. Tí eru hesi tiltøk við til at breiða kunnleikan um hesar gøturnar, og harvið fara fleiri og fleiri fólk at brúka gøturnar. Tað er hetta, sum er endamálið, og tí er kommunan sera takksom fyri slík tiltøk.

Eg haldi, at eg við vissu kanna siga, at tað eru nógv fólk, sum ongantíð hava verið í viðarlundini í Kerjum. Men eftir dagin í dag, fara ivaleyst fleiri av okkum at gera onkran túrin niðan aftur higar, har vit kanska taka onkran við okkum. Soleiðis eru slík tiltøk ein sannur boðberi.

Eg fari at nýta høvið at takka Johannesi Jensen, stjóra á Hotel Føroym, fyri sítt áhaldandi dirvi og treiskni at gera tað enn betri her í kommununi. Tá, ið Johannes fyrst hevur fingið eygað á ein møguleika, á ein vakran blett sum ikki verður sæddur, ella ein møguleika, sum átti verði royndur, so brettir hann upp um armar, vendir sær til teir røttu myndugleikarnar við útrættari hond um samstarv, soleiðis at úrslitið verður ein win – win støða; bæði fyri vinnuna, fyri borgararnar, fyri kommununa, ja, fyri okkum øll. Stóra takk fyri tað; kommunan hevur altíð brúk fyri initiativríkum fólki. Gerið tí sum Johannes, bankið uppá, tí kommunan er altíð til reiðar at vera viðspælari og at skapa karmarnar fyri ábótum í okkara býi og kommunu.

Nútíðar gerandisdagurin krevur sera nógv av okkum, og tey allarflestu av okkum sita niðri og arbeiða allan dagin. Henda gongd hevur elvt til, at sokallaðu vælferðarsjúkurnar eru vorðnar ein trupulleiki fyri samfelagið. Vit mugu tí royna at fáa tær rørslur, sum skulu til, uttanfyri arbeiðstíðina. Og her er tað, at kommunan eisini hevur tikið sína ábyrgd í hesum máli við at gera gøturnar. Ynskiligt er, at tær gomlu varðagøturnar millum bygdirnar í kommununi eisini verða dagførdar. Hóast talan ikki er um kommunala jørð, so eigur kommunan at syrgja fyri, at hetta verður gjørt.

Fari at enda við at takka Hvirluni fyri tiltakið, “Náttúrurenning við Kerjar”. Takki fyri, at tit eru við til at vísa borgarunum á okkara náttúruperlur og at betra um fólkaheilsuna. Endamálið er at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg og at uppliva náttúruna. Tað er upp til hvønn einstaka luttakandi, um ein rennir ella gongur teinin; mest umráðandi er at vera við.

Takk fyri

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

24.11.2012

mk2_560x460

Súkklur í býbussarnar

Soljóðandi uppskot havi eg biðið um at fáa á skrá í teknisku nevnd mikudagin 12. juni 2013:

Áhugin fyri at súkkla til og frá arbeiði, frítíðarvirksemi o.ø. tykist at vera vaksandi, og er ynski frá borgarum um at kunna fáa loyvi at taka súkklurnar við í býbussaranr. Kommunan eigur at stuðla súkklumentanini. Umframt at súkkling gevur rørslu og vælveru, so gevur hon eisini náttúru- og mentanarupplivingar. Kommunan hevur síðstu árini givið teimum súkklandi meira ans, og er tað er vorðið ein natúrligur partur at taka súkkling við inn í vega-, gøtu- og byggiverkætlanir kommunurnar. Nú er tíðin búgvin at fara eitt stig víðari, við at lata Bussleiðina og súkklandi taka tøk saman, stuðla og fáa gagn av hvørjum øðrum, til frama fyri kollektivu ferðsluni, umhvørvinum og fólkaheilsuni.

Tiltakið fer eisini at lætta um trýstið á parkeringsmøguleikarnar í miðbýnum, tí við tiltakinum fáa fólk, sum arbeiða í miðbýnum og búgva í útjaðaranum av kommununi t.d. í Hoyvík, á Norðasta Horni, á Argjahamri, í Kollafirði, á Velbastað og aðrastaðni við, gagn av hesum møguleika og um/ella tá ið tað er ov møtimikið at súkkla báðar vegir, um t.d. illveður brestur á ella annað.