mk2_560x460

Aðalfundurin hjá SEV

Fríggjadagin 15. februar 2013

Ein heilsan til starvsfólk, leiðslu, nevnd, eigarar og landspolitikarar

Góðu eigarar og nevndarlimir, bæði fráfarandi, afturvaldir og nývaldir. Góða leiðsla og starvslið SEV´s.

Sum nevndarlimir í SEV, umboðandi Tórshavnar kommunu, farnu 4 árini, fari eg at takka fyri meg á hesum sinni. Fari ikki at troytta tykkum við útinntum avrikum, tí tað er alt til skjals í ársfrágreiðingunum, men loyvi mær at bera nývaldu nevndini, eigarum og landspolitikarum eina heilsan, nú eg seti førningin frá mær við vegin.

Nú á døgum er SEV vorðin lívæðrin í føroyska samfelagnum og eingin einstakur aktørur man vera týdningarmiklari enn SEV í okkara samfelag.

Sambært lóg hevur SEV veitingarskyldu:

  • tað er at veita álítandi streym alt samdøgrið fyri ein samhaldsfastan prís, og haraftrat hevur SEV eisini m.a. eina aðra skyldu:
  • tað er at arbeiða fyri, at sum mest av el-framleiðsluni er úr varandi orkukeldum.

SEV er ein non-profit fyritøka, t.v.s., at hon hevur ikki loyvi at hava vinning ella at leggja pening til síðis.

SEV hevur ongan annan at lýta á enn egnan mátt og megi – SEV má tí til eina og hvørja tíð vera ført fyri at lofta sær sjálvum og okkum øllum, tí Føroyar eru ikki knýttar at nøkrum altjóða el-neti. Onnur lond kunnu í eini neyðstøðu dúa uppá eitt nú grannarnar, t.d. kann Danmark í slíkari støðu fáa streym úr Týsklandi ella Svøríki.

eykaadalfundur_2_15-2-2013-36

Vit í fráfarandi nevndini eru fyrsta nevndin í SEV, eftir at tað fyri 4 árum síðani varð farið frá tí gamla stirvna leistinum við umboðsráði og einum stýri. Núverandi leistur er ein partafelagslíknandi skipan við eini 7-manna nevnd og einum aðalfundi við eigarunum sum hægsta myndugleika. Og nú er tað ikki longur kommunurnar sjálvar, sum hefta fyri skuldini hjá SEV, og m.a. tí er vorðið nógv torførari at fáa bíligar fígging.

Vit 7 vóru øll nývald. Tað hevur verið ført fram, at hetta er ikki rætti mátin, at tilvildarligir bý- og bygdaráðslimir ella leikfólk skulu sita í eini so týdningarmiklari nevnd. Ført verður fram at rættast var, at nevndin var samansett av væl skikkaðum nevndarlimum til at geva leiðsluni mótspæl. Hesum eri eg ikki heilt samd í, og vit hava í ríkiligt mát givið leiðsluni avbjóðingar, fyri ikki at siga grá har í høvdið. Nevniliga tí, at vit vóru leikfólk, úr øllum pørtunum av landinum, ið gevur fjølbroytni og eina mynd av samfelagshópinum,– hetta er týdningarmikið eftir mínum tykki. Tó er eitt men, og tað er, at kvinnurnar eru undirumboðaðar bæði í nevnd og millum eigarnar.

Fyrstu tíðina í nevndini varð ikki tosað um annað enn Víkavatn – sagt varð, at vatnorkuútbygging, ja, hana kenna vit, nakað dýr sum íløga, men bílig í rakstri. Nevndin var álvarsom, varin, hugsunarsom, trilvandi og lat leiðsluna bíða eftir sær – nevndin sat jú yvir av serkunnleikanum. Sum hálv Sundalagskona havi eg so mangan verið har norðuri og ikki minst verið hugtikin av Fossá. Men Víkavatn, har hevði eg ongantíð verið – legði so avstað ein sunnumorgun, einsamøll, regn og mjørki var. Finn Jakobsen, tekniski stjórin, hevði greitt mær frá, hvussu eg kom niðan ígjøgnum eina kluft norðan fyri Fossá. Eg kom niðaná, men vegna mjørka mátti eg halda meg til ánna; gekk og gekk; var við at geva skarvin yvir, tí einki sást til nakað vatn. Men so kom eg loksins til Víkavatn. Taka vit Víkavatn, taka vit ikki bara Fossá, men eisini allar áirnar hinumegin fjallarøðina t.v.s. í Saksun – dugi ikki at ímynda mær Saksun uttan áirnar! Mín niðurstøða var greið, latið okkum útbyggja vatnorkuna meira, har vit longu hava gjørt inntriv í náttúruna, við m.a. at brúka vatni umaftur. Nevndin trýsti á stand by knøttin.

Samanumtikið kann eg siga, at vit í nevndini vóru ikki samd um alt, langt frá tí. Men tó samd um at verja borg, at verja SEV, hesa so týdningarmiklu lívæðr í samfelagnum, at seta ferð á at útbyggja varandi orkukeldur, at verja tí samhaldsføstu skipanina –

Landspolitikkarar eiga, heldur enn at brúka tíð og orku uppá hvussu tey skulu yvirtaka SEV, at nýtt sína orku uppá at stuðla SEV við útbyggingini av varandi orku. T.d. við at veðhildið fyri lántøku, soleiðis at SEV hevur møguleika til lagaliga fígging; at avtikið MVG og oljugjaldið á streymprísinum, tí tað verður heilt vist neyðugt við enn fleiri príshækkingum. Alt hetta tilsamans hevði lætt nógv um at fíggja útbyggingina av varandi orkukeldum. Eitt samt Løgting samtykti ein veðurlagspolitikk, men hvat skulu vit brúka ein einsamallan politikk til, tá ið landið einki ítøkiligt útinnir á økinum og ongan pening setur av til endamálið.

Ikki fleiri turrlagdar áir soleiðis hissini kring landið. Men vit vilja hava varandi orku, og tá eru vindmyllur, og ivaleyst eisini sjóvarfalsturbinur við, eitt gott alternativ. Mín áheitan skal vera á landspolitikkararnar: síggið álvarsemið í hesum, og tað er í tøkum tíma, at tit gera eina yvirskipaða ætlan um, hvørji økir kunnu leggjast av til vindmyllulundir, har atlit m.a. verður tikið til ábarheit, útsýnið og náttúruna. Farið tí til verka beinanvegin, gerið eina lóg, sum verjir náttúruna og landið; og har hava vit tørv á, at tit m.a. eisini hugsa fagurfrøðiliga. Verða vindmyllur spjaddar fyrilitarleyst kring allar oyggjarnar, kunnu vit koma í ta støðu, at vit missa meira av náttúru, enn vit vinna í varandi orku – Burðardyggd og margfeldni eigur at vera ein sjálvfylgja í øllum okkara gerðum, verkum og lutum – at vera okkara skjaldramerki. Slík lóggáva hevði eisini skapt tryggar og álítandi karmar fyri eitt nú orkuvinnuna, ið SEV er aktørur í.

eykaadalfundur_15-2-2013

Farið væl við leiðsluni og starvsfólkunum í SEV – tey eru sera dugnalig, og teirra samleiki er eitt við SEV. Tey halda samfelagshjólini gangandi, og tey hava virðismiklar royndir at menna SEV enn meira fram á leið. Og í SEV er trygdin altíð í hásæti móti starvsfólki og borgarum.

Bý- og bygdaráð hava nú valt síni umboð í SEV nevndina. Tórshavnar býráð hevur valt meg at umboða seg tvey tey síðstu árini av skeiðnum, t.v.s árini 2015 og 2016. Um lív og heilsa verður, gleði eg meg til enn einaferð at átaka mær hesa stóru avbjóðing.

Fari at ynskja nevnd, eigarum, leiðslu og starvsfólkum góðan byr.

Takk fyri

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi

 

býráðslimur fyri Tórshavnar býráð

 

  1. februar 2013