mk2_560x460

Entreprenør politikkurin má steðgast

Kommunan eigur beinanvegin at taka annað skinn um bak og raðfesta trivnaðin hjá nýbyggjarafólkum í fremstu røð. Tann ótarnaði entreprenør politikkurin kann ikki halda áfram, har tað er byggiharrin, ið hevur stýringina, buktina og báðar endarnar.

At seta føtur undir egið borð er ein íløga fyri lívið, og í høvðusstaðnum er hetta serstakliga dýrt. Ein familja má seta seg í skuld fyri langt omnafyri milliónina; og er tað ein skuld, ið húskið kemur at merkja restina av lívinum. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at fortreytirnar, eru so góðar og fullkomnar sum gjørligt, soleiðis at familjan fær fulla gleði av hesi stóru íløgu. Tað er týdningarmikið, at húsaognin er nakað, tú gleðist um og tívist í. Fyri flestøll gerst íløgan í bústaðin eisini hornasteinurin í okkara privatbúskapi. Hesir bústaðir skulu standa eftir okkum sum varðar til komandi ættarlið at taka yvrir.

Tað er kommununar ábyrgd at seta karmarnar, m.a. at:

  • atlit verða tikin til byggilistaliga og byggitekniska dygd
  • atlit vera tikin til náttúruna, umhvørvið og uttandura umstøðurnar
  • atlit verða tikin til sosialan trivnað og tørv
  • atlit verða tikin til góðar ferðsluloysnir

Vit síggja nýggjar gøtur uppi á Løgmannabreyt, har støðan viðv. parkering ikki er øðrvísi enn í J. Paturssonargøtu ella í Krossgøtu, har raðhúsini vórðu bygd fyri umleið 40 árum síðani, áðrenn vanligt varð við bili í hvørjum húsi, og tískil heldur eingi parkeringspláss.

Aðrastaðni við Løgmannabreyt eru langar røðir av raðhúsum, har tað er so ill frágingið uttandura, at ein øtast. Avgrevsturin er lagdur sum eit stórt fjall árakað mønuna á húsunum. Hetta myrkir inni, og hyggur ein út ígjøgnum vindeygað, sær ein beint inn í henda skráan, Arbeiðið er so óvanda frágingið, at ógjørligt er at koma afturumaftur við amboðum.

Og upp aftur onnur, í sama nýbygda býarparti, klaga um støðugt raman klokkdeym.

Um kommunan ikki beinavegin tekur annað skinn um bak og raðfestir trivnaðin hjá hesum nýbyggjarafólkum í fremstu røð, ja, so heldur tann ótarnaði entreprenør politikkurin áfram, har tað er byggiharrin, ið hevur stýringina, buktina og báðar endarnar. Hetta fyri stuttskygdan løtuvinning. Tað kann ikki vera meingin, at tað eru tilvildarligi entreprenørar, ið uttan nøktandi stýring, seta dagsskránna fyri nýbygging í býnum.

Latið entreprenørarnar fáast við tað, teir eru dugnaligir til, men lati okkum fáa dygdargóðar, vælskipaðar karmar til teirra at virka undir. Tað er politiksi myndugleikin í býráðnum, ið eigur at seta dagsskránna og karmarnar fyri bústaðarbyggingina í kommununi. Og tað er ábyrgdin hjá sama býráði, at kommunala fyrisitingin hevur ein vælskipaða býarplanlegging og eitt dygdargott byggieftilit.

Eisini er tað undrunarvert, at kommunan nýtir útlendska ráðgevarafyritøku til býarplanlegging av Suðursteymoy, heldur enn at nýta høvið at menna føroyskan førleika á málsøkinum.

Tjóðveldisflokkurin setir høg krøv til nýggjar útstykkingar, har góð bústðarviðurskifti og trivnaður verður sett í hásæti.

Marin Katrina Frýdal, valevni Tjóðveldisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu

mk2_560x460

Torir tú at súkkla í býnum?

Tosaði við ein suðuroying fyri stuttum, ið nú býr norðanfjørðs. Í prátinum fall tosið á seyðahald í Suðuroynni, ið brýtur nakað frá tí, ið er aðrastaðni í landinum. Tá sigur hann: “Veitst tú ikki, at í Suðuroynni hevur seyðurin størri status enn fólkið”? Til hetta svaraði eg: “Og veitst tú, hvør hevur hægst status í Havn, jú tað eru bilarnir.”

Eftir mínum tykki eiga vit í felag at skipa fyri átøkum, ið kunnu minka um bilatalið í býnum. Kommunan kundi fyriskipað kapping í hesum sambandi; t.d. saman við dagstovnum, skúlum, foreldrum, feløgum, arbeiðsplássum v.m. Sum dømi, kundu tey, ið fingu flest fólk at ganga ella súkkla til arbeiðis, í skúla ella í dagstovn, verðið stimbrað við eini viðurkenning, t.d. eini kapping um eina størri peningaupphædd ella eina uttanlandsferð.

Endamálið skuldi verið, á ein jaligan hátt, at fingið minkað munandi um bilatalið inn í býin vanligar arbeiðsdagar.

Góð fyridømi um tílík átøk eru endurskinsátakið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd, “Ársins virki” hjá Vinnuhúsinum og “Best røkta bygd” hjá Ferðaráðnum.

Eg eri fullvís í, at øll høvdu verið glaðari, um vit minkaðu ferðsluna í býnum. Bæði tey, ið veruliga hava tørv á at nýta bilin, og somuleiðis tey, ið fara at ganga ella súkkla. Tað er stórur munur á at koma til arbeiðis um morgunin, tá tú á leiðini hevur sagt góðan morgun nakrar ferðir við fólk tú møtir ávegis til arbeiðis. Og ikki um at tala hinar ágóðarnar afturat, nevniliga at bøta um heilsun, vælveruna og trivnaðin.

Hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá landsinsmyndugleikunum, ið hava sett betri fólkaheilsu í fremstu røð.

Besti hátturin at læra børnini um ferðsluna er, at tey sjálvi fara út í hana (við vaksnari hjálp, har tað er neyðugt), tí á baksetrinum í bilinum hjá foreldrunum fáat tey onga ferðslufrálæru.

Fólk, ið búgva í miðbýnum, fáa ikki verið til fyri bilum hjá øðrum, ið treingja seg inn á teirra nærumhvørvi. Loysnin á trupulleikanum má tó vera meira munadygg, enn dáragerð býráðsins í Mortanstovubrekkuni. Fyri løtuvinning mátti eisini hesin grøni bletturin dvína, uttan at miðbýurin tó fær eina haldgóða loysn á parkeringstrupulleikunum afturfyri. Eini trý verulig P-hús spjædd í býnum, t.d. eitt í Álakeri, eitt á Skálatrøð og eitt á Frúutrøð, høvdu hinvegin munað nakað. Og, annars, tá tað kann løna seg hjá fuglfirðingum at spreingaj tunnlar til at goyma fisk í, mundi tað so ikki lønt seg at gjørt ein P-hús tunnil í Havn.

Og hvussu við at ment Bussleiðina til eitt veruligt alternativ til privatkoyringina?

Gongufólk, fólk við barnavognum ella í koyristóli og súkklur mugu eisini hava pláss í Havnini. Spurningurin,”Torir tú at súkkla í býnum”? hoyrir ein mangan. Jú, í heimsins minsta høvuðsstaði er hesin spurningur dagsaktuellar.

Marin Katrina Frýdal, valevni Tjóðveldisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu