mk2_560x460

Bygdagøturnar

Bygdagøturnar, sum ættarlið aftan á ættarlið undan okkum hava traðkað og tillagað ígjøgnum øldir, og sum í gomlum døgum vóru samferðsluleiðirnar ímillum bygdir, verða nú settar á breddan í Tórshavnar kommunu.

Fyri nøkrum árum síðani var nakað av kjaki um, hvør hevur ábyrgdina av at halda bygdagøturnar viðlíka, og løgfrøðiligt álit kom til ta niðurstøðu, at tað var ivasamt, um hetta var ábyrgd kommunurnar. Stígur kom í málið, og hildið varð, at býráðið átti at hugsavna seg um egin økir, og tey, sum kommunan hevur fulla ábyrgd av. Men bygdagøturnar hava við jøvnum millumbili verið tiknar fram til viðgerðar, og nú tykist í hóming bæði vilji og áræði í býráðnum at fara undir hesa verkætlan.

Nógvar bygdagøtur í kommununi

Bygdagøturnar eru nógvar í kommununi; úr Havnini er gøta til Kirkjubøar, Velbastaðar, Syðradals, Norðradals, inn á Sund og norður eftir oyggj. Harumframt vóru eisini tær gomlu gøturnar millum Havnina og ávikavist Hoyvík og Argir, men her er at kalla vorðið samanvaksið millum bý og bygdir. Umframt omanfyri nevndu gøtur úr Havnini, eru eisini gøtur ímillum bygdirnar; av Argjum yvir Reynið til Kirkjubøar, úr Kirkjubø inn til Velbastaðar, av Velbastað til Syðradals, úr Syðradali til Norðradals, úr Hoyvík á Hvítanes og inn í Kallanes, úr Kollafirði til Kaldbaks, av Sundi í Kaldbaksbotn og til Kaldbaks.

Í Nólsoy er gøta úr bygdini og út á Borðuna, og í Hesti er gøta úr bygdini og suður á Hæl.

Bygdagøturnar stóran týdning

Hesar gøtur hava sera stóran týdning fyri okkum nú á døgum, men ein annan týdning, enn tá ið tær vóru lívsneyðugar farleiðir millum bygdir í handils- ella læknaørindum, í kirkju, eftir ljósmóðir ella við kistuni á tí síðstu ferðini. Umframt tað, at bygdagøturnar hava bæði siðsøgulig og mentanarlig virðir, so geva tær eisini okkum møguleikan á bæði lættligan og lógligan hátt at koma út í vøkru og fríðu náttúruna, eins og tær eru við til at avmarka slitið á náttúruna. Gongutúrar í haganum eru bæði heilsu- og sálarbót fyri okkum, har vit kunnu njóta friðsælu, náttúruna og ríka djóralívið. Stutt er til stórsligna og óspilta náttúru, og nógv støð hava eisini bæði áhugaverdar søgur og sagnir at siga frá, ið vit eisini hava ábyrgdina av at bera víðari til okkara eftirkomarar. Tað hevur týdning, at vit í øllum lutum hjúkla um okkara søguligu og siðsøguligu virðir, tí vavið á einum landi er eisini søgan aftur í farnar tíðir, og hetta er við til at evna tað lívið og tann samleika, vit hava í okkara gerandisdegi nú á døgum. Tað er avgerandi neyðugt fyri okkum sum land og tjóð, at vit ikki lata søguna doyggja.

Rørsla og náttúran

Nútíðar gerandisdagurin krevur sera nógv av okkum, og tey allarflestu av okkum sita niðri og arbeiða allan dagin. Henda gongd hevur elvt til, at sokallaðu vælferðarsjúkurnar eru vorðnar ein trupulleiki fyri samfelagið. Vit mugu tí royna at fáa tær rørslur, sum skulu til, uttanfyri arbeiðstíðina. Og her er tað, at kommunan eisini hevur tikið sína ábyrgd í hesum máli við at gera gøtur ímillum býlingar í býnum og í bygdunum, eins og súkklubreytir eru settar á dagsskránna í kommununi. Tað er at gleðast yvir, at fólk eru farin at virðismeta og geva føroysku náttúruni meira ans enn nakrantíð, og tað er vorðin ein sportur at koma uppá so nógvar fjallatindar sum møguligt. Men vit mugu ongantíð gloyma, at tað eru ikki øll, sum náa uppá tindarnar, og tí skal kommunan syrgja fyri, at gøturnar verða gjørdar góðar og slættar at ganga eftir, og væl merktar við varðum. Eisini er hetta kærkomið hjá vaksandi hópinum av ríðingarfólki og teirri nýggju ítróttini við fjallasúkklum.

Bygdagøturnar fara at verða meira brúktar, eins og tær fara at vísa okkara borgarum á enn fleiri náttúruperlur, og hetta fer somuleiðis at betra um fólkaheilsuna. Endamálið er at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg og at uppliva náttúruna. Tað er ein sannroynd, at tá ið kommunan betrar um karmarnar og ger umstøðurnar lokkandi, so dregur hetta brúkarar at sær tí borgarin tekur hesar møguleikar til sín. Eitt av nógvum dømum um hesa gongdina er gøtan kring Vesturvarða, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani. Har ganga, renna, ríða, súkkla í hundraðtali av fólki hvørja viku, í øllum veðrið og árið runt.

Kærkomið fyri ferðavinnuna

Ætlanin er í fyrstu atløgu at gera eina skipanarætlan fyri bygdagøturnar í allari kommununi. Síðani er mín vón, at tað fer at eydnast at fáa undirtøku millum býráðslimir at fáa ætlanina á langtíðar íløguætlanina, ið er til viðgerðar í býráðnum í hesum døgum. Soleiðis kunnu allar bygdagøtur í kommununi eftir nøkrum fáum árum gerast góðar at brúka og verða væl merktar. Niðurrapaðir varðar verða laðaðir uppaftur, og við hesum gerast bygdagøturnar aftur kærkomnar og tryggar farleiðir hjá borgarunum. Henda ætlan hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, tí her verður talan um skipaði viðurskiftir, har náttúra, søga, rørsla og mentan renna saman í eina eind, ið er ein søluvøra sum føroyska ferðavinnan spyr eftir.

Alt málið eigur sjálvsagt at verða framt í verki í góðum samstarvi við lendisánarar og viðkomandi myndugleikar.

 

 

mk2_560x460

Náttúrurenning við Kerjar 2012

Upphiting

Upphiting

Tað gleðir meg at fáa heiðurin at seta náttúrurenningina við Kerjar, sum Hvirla og Hotel Føroyar skipa fyri.

Í lýsingini fyri tiltakinum ljóðar m.a. soleiðis:

“Allir túrarnir eru í bleytum lendi sum er gott fyri likamið, reinari luft og frálíka vakrari náttúru. Hetta er uppliving, ið stimbrar likam og sál fyri bæði stór og smá, ung og gomul.”

Hetta er ein góð lýsing og sampakkar ógvuliga væl við málsetning kommununnar fyri gøtuskipanunum.

Kommunan hevur síðstu árini veruliga lagt seg eftir at gera enn fleiri gøtur.

Endamálið hjá kommununi er, at gøturnar skulu gera tað lagaligt og lokkandi hjá fólki at fara til gongu, samstundis sum tær eisini skulu stytta um farleiðina ímillum heim, arbeiði, skúla o.a. Gøtuskipanirnar eru við til at stuðla undir, at bilurin verður valdur frá, og at tað heldur verður farið til gongu. Soleiðis eru gøturnar ein liður í at stuðla undir rørslu og ferðslutrygd, og harvið eisini betri fólkaheilsu.

Aðrar gøtur eru til beinleiðis náttúruupplivingar, har tú kann koma út í Guds fríðu náttúru, ganga órógvað, uttan asfalt, men við bleytum lendi undir fótum og uttan larm og os frá bilum.

Tað er ein sonn sálarbót at ganga niðan úr býnum á kvøldi um Svartafoss og niðan í Hoyvíkar. At kunna traðka úr meldrinum í býnum, av asfaltinum, úr bilferðsluni og teimum skiggjandi gøtuljósunum og út í náttarmyrkrið. Tú verður eitt við náttúruna – slíkur túrur er ein góð uppliving og kann mangan verða ein góð avrunding av meldrinum í býnum.

Fjallasúkkling hevur eisini verið roynt her áður, eins og við gøturnar í Hoydølum. Vit gleðast yvir slíkar kappingar og upplivingar, men hesar gøtur eru eisini hvønn tann einasta dag til stóra gleði og gagn fyri allar borgarar.

Tað er sera týdningarmikið, at feløg sum Hvirlan o.o. taka stig til at skipa fyri tiltøkum av slíkum slag sum í dag, tí fólk dáma at koma saman. Tí eru hesi tiltøk við til at breiða kunnleikan um hesar gøturnar, og harvið fara fleiri og fleiri fólk at brúka gøturnar. Tað er hetta, sum er endamálið, og tí er kommunan sera takksom fyri slík tiltøk.

Eg haldi, at eg við vissu kanna siga, at tað eru nógv fólk, sum ongantíð hava verið í viðarlundini í Kerjum. Men eftir dagin í dag, fara ivaleyst fleiri av okkum at gera onkran túrin niðan aftur higar, har vit kanska taka onkran við okkum. Soleiðis eru slík tiltøk ein sannur boðberi.

Eg fari at nýta høvið at takka Johannesi Jensen, stjóra á Hotel Føroym, fyri sítt áhaldandi dirvi og treiskni at gera tað enn betri her í kommununi. Tá, ið Johannes fyrst hevur fingið eygað á ein møguleika, á ein vakran blett sum ikki verður sæddur, ella ein møguleika, sum átti verði royndur, so brettir hann upp um armar, vendir sær til teir røttu myndugleikarnar við útrættari hond um samstarv, soleiðis at úrslitið verður ein win – win støða; bæði fyri vinnuna, fyri borgararnar, fyri kommununa, ja, fyri okkum øll. Stóra takk fyri tað; kommunan hevur altíð brúk fyri initiativríkum fólki. Gerið tí sum Johannes, bankið uppá, tí kommunan er altíð til reiðar at vera viðspælari og at skapa karmarnar fyri ábótum í okkara býi og kommunu.

Nútíðar gerandisdagurin krevur sera nógv av okkum, og tey allarflestu av okkum sita niðri og arbeiða allan dagin. Henda gongd hevur elvt til, at sokallaðu vælferðarsjúkurnar eru vorðnar ein trupulleiki fyri samfelagið. Vit mugu tí royna at fáa tær rørslur, sum skulu til, uttanfyri arbeiðstíðina. Og her er tað, at kommunan eisini hevur tikið sína ábyrgd í hesum máli við at gera gøturnar. Ynskiligt er, at tær gomlu varðagøturnar millum bygdirnar í kommununi eisini verða dagførdar. Hóast talan ikki er um kommunala jørð, so eigur kommunan at syrgja fyri, at hetta verður gjørt.

Fari at enda við at takka Hvirluni fyri tiltakið, “Náttúrurenning við Kerjar”. Takki fyri, at tit eru við til at vísa borgarunum á okkara náttúruperlur og at betra um fólkaheilsuna. Endamálið er at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg og at uppliva náttúruna. Tað er upp til hvønn einstaka luttakandi, um ein rennir ella gongur teinin; mest umráðandi er at vera við.

Takk fyri

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

24.11.2012

mk2_560x460

Heildarætlan fyri kommununa

Heildarætlan fyri Tórshavnar kommunu, frílendi, grøn og varðveitingarverd øki

Kirkja og nýggj brúgv við Sandá og viðarlundin í Havn

Á síðsta býráðsfundi varð stýrisbólkur valdur at arbeiða við framhaldi av heildarætlanini fyri Tórshavnar kommunu. Í heildarætlanini fer m.a. støða at verða tikin til framtíðar íbúðar- og sethúsaøkir, vinnuøkir, økir til almennar bygningar, mentan, ítrótt, skúlar v.m. Í arbeiðinum fer dentur at verða lagdur á at taka borgarar, áhugabólkar, myndugleikar o.o. við í viðgerðina. Lívshættarlýsingar (livsformsanalyser) við fokus á sosialt lív eins og lendislýsingar (landskabsanalyser), verða gjørdar. Ætlanin er at leggja stóran dent á “grøn virði”, so framtíðar menningin ikki verður framd á ein slíkan hátt, at tað verður náttúran, ið rindar prísin, men heldur øvugt – at náttúran er partur av karminum.

Fari í hesum sambandi at tríva í 3 ætlanir, sum hava fingið ávísa umrøðu í fjølmiðlunum og eru til viðgerðar í býráðnum í hesum døgum.

Kirkja við Sandá

Eg fegnist um, at byggi- og býarskipanarnevndin nú hevur tikið avgerð um ikki at loyva bygging við Sandá, eftir at eg á býráðsfundi, seinast málið var fyri, mælti til at koyra málið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina til nýggja viðgerð. Nú kemur málið aftur fyri býráðið hóskvøldið, og mín vón er, at býráðið sær álvarsemið og fylgir meirilutanum í byggi- og býarskipanarnevndini um at varðveita økið kring Sandá sum óbygt lendi. Málið er av prinsipiellum slag. Býráðið hevur víst stóra virðing fyri frílendum, sokallaðum D1 økjum, og fyri bara einum ári síðani sýtti býráðið øðrum umsøkjara at byggja á sama øki. Velur býráðið nú at geva byggiloyvi til kirkjuna, er ikki óhugsandi, at kommunan fer at fáa endurgjaldskrav frá teimum, sum hava fingið noktað byggiloyvi júst á sama frílendi. Eisini kann kommunan vænta sær aðrar umsóknir um bygging av øðrum almennum bygningum í D1 økjum. Býráðið eigur at seta øll óviðkomandi og ósaklig áhugamál til viks, og heldur at sýna neyðuga virðing fyri teimum náttúru- og lendisperlum, sum tað eydnaðist teimum ið undan fóru at varðveita við byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu frá 1972.

Nýggj brúgv um Sandá

Nú verður av álvara farið undir arbeiðið at gera brúgv um Sandá, sum skal knýta nýggja Glyvursvegin, Markangilsvegin og Velbastðvegin saman. Hendan ætlan, sum er fleiri ára gomul, varð samtykt á síðsta býráðsfundi. Sum forkvinna í teknisku nevnd og limur í bygginevndini fyri brúnna um Sandá veit eg, at nevndirnar frá byrjan av hava havt sum stevnumið, at brúgvin skal hava minst møguligt árin á Sandá. Nevndirnar hava sett sum treyt, at brúgvin verður eitt listarligt og estetiskt verk, ið býráðið fer at lata eftir seg sum ein prýðiligan varða til okkara eftirkomarar.

Sandá, og økið um ánna, er sera náttúruvakurt og setur krøv til val av brúgvasniði. Og hesum hava bæði tekniska nevnd og bygginevndin ta allar størstu virðing fyri. Tí er eisini ætlanin, at brúgv og náttúran skulu stuðla hvørjum øðrum, so at ein heildarloysn fæst við fragdi fyri eygað.

ny_gl_brugv_um_sanda-560x200

Brúgvin skal gera seg sum minst inn á landslagið, hon skal verða smidlig og lítillátin, men samstundis skal hon vera eitt arkitektoniskt prýði á sama hátt sum gamla brúgvin um Sandá longuri úti í Havnardali, sum varð bygd í 20-unum.

Brúgvin skal gera seg sum minst inn á landslagið, hon skal verða smidlig og lítillátin, men samstundis skal hon vera eitt arkitektoniskt prýði á sama hátt sum gamla brúgvin um Sandá longuri úti í Havnardali, sum varð bygd í 20-unum av handfimum monnum undir leiðslu av Wilhelm Tórsheim. Hóast tann gamla brúgvin har úti ikki verður brúkt longur, so stendur hon sum eitt søguligt byggilistarligt prýði frá einari farnari tíð. Sama kann tíverri ikki sigast um nýggju brúnna við síðuna av teirri gomlu, sum landsmyndugleikin gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Her hevur tíverri ikki verði hugsað um tað estetiska, men bara um at koma turskødd um ánna.

Í samband við nýggju brúnna um Sandá og út á Argir verður møguligt at ganga fram við áarbakkanum undir brúnni. Á sjálvari brúnni verða atlit eisini tikin fyri fólki til gongu, koyristólum og súkklandi. Eisini verður møguleiki at koma frá áarbakkanum og upp á brúnna.

Viðarlundin í Havn

Ætlanin hjá Listasavni Føroya um at byggja út í Gundadali hevur fingið nakað av umtalu í fjølmiðlunum, og nú eg eri í holt við at viðgera náttúruperlur og frílendi í kommununi, so havi eg hug at gera nakrar viðmerkingar til hesa ætlan eisini. Tað verður ført fram um hvat er loyvt og ikki loyvt, og málið er farið ígjøgnum alla fyrisitingarmyndugleikakvørnina. Alt gott um tað, men í mínum hugaheimi er málið sera einfalt. Vit býráðspolitikkarar eiga at gera upp við okkum sjálvi, um vit vilja varðveita viðarlundina í Havn, ella um vit vilja lata hana til byggilendi. Tí eitt er púra vist, at um kommunan framhaldandi fer at lata loyvi til at byggja inni í viðarlundini, so kunnu vit gera ein óbøtaligan skaða. Tørvurin at byggja út er afturvendandi, og um nøkur fá ár verður ivaleyst aftur tørvur á at byggja út. Tí haldi eg, at tíðin er komin har til, at vit mugu gera okkum greitt, um vit skulu varðveita viðarlundina ella ikki. Tann einstaka byggiætlanin er oftani bæði góð og álítandi, men sæð yvir eitt longri áramál er eitt loyvi her og annað der við til at máa undan langtíðarmálinum við friðingini. Tí haldi eg, at kommunan ikki eigur at lata fleiri byggiloyvi inn í viðarlundina.

Endi

Eitt er vist, at fyri hvørja náttúruperlu vit lata til bygging, verður kommunan eina slíka fátækari, og økið kemur ongantíð aftur. Eyðsýnt er, at frílendir og økir kring stóru áirnar í kommununi hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum, og tí er sera týdningarmikið, at hesi verða varðveitt, og at bygging ikki verður loyvd. Tí liggur stóra ábyrgdin á herðunum á býráðslimunum.

Og hóskvøldið skal býráðið taka eina slíka avgerð, nevniliga um loyvt skal verða at byggja dygst í Sandá. Mín vón er, at allir býráðslimir síggja álvarssemið í hesum máli, soleiðis at tað verður eitt samt býráð sum stendur saman um at varðveita Sandá og økið har um leiðir. Søguligi bygningurin, Spinnaríið, sum nú er Eikin, og sum ivaleyst ongantíð hevur verið so snotuligt sum nú, varð bygt í ánna av eini neyðturviligari orsøk, tí áin varð brúkt sum orka at spinna ull við. Í dag fegnast vit um henda søguliga, varðveitta bygning. Verður farið undir at byggja aftanvert henda søguliga bygning, so fer hann óiva eisini at at missa nakað av sínum dámi og virði.

Marin Katrina Frýdal

býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráð

mk2_560x460

Nýggja tyrvingarplássið á Tinghúsvøllin!

Tað fall mær fyri bróstið at lesa um ætlanirnar hjá býráðnum at heilsa nýggju kommununi heimanfyri vælkomnan uppí felagsskapin við at brúka tey til køst. Eftir mínum tykki, sigur hesin framburður ógvuliga nógv um hugburðin hjá býráðnum, bæði tá ið ræður um umhvørvismál og ikki minst um virðingina fyri teimum smærru kommununm, ið leggja saman við Tórshavnar kommunu á nýggjárinum. Harafturat haldi eg, at hetta er eitt ógvuliga keðiligt og neiligt tekin/signal at senda út við byrja av einum samstarvi.

Í bløðunum um dagarnar hevur verið skriva um ætlanir at finna hóskandi øki til nýtt tyrvingarpláss. Sagt varð, at ein kanning er gjørd, við luttøku av bæði føroyskum og útlendskum serfrøðingum, fyri at finna, hvar best hóskandi stað er at leggja nýggja tyrvingarplássið. Úrslitið av hesi kanning var, at trý hóskandi støð vórðu funnin. Øll vóru tey heimanfyri, Fossdalur, ið er norðan fyri Velbastað, við Breiðá, ið er sunnan fyri Velbastað og so Glyvursnes. Talan er um náttúruvøkur støð, sum eisini nógv havnafólk í áravís hava havt stóra gleði av at kom út í, í sínum fríløtum frá hvønndagsligum strevi.

Eg eri stórliga bangin fyri, at tá ið býráðið hevur ætlanir um at fara so langt úr miðbýnum við sínum ruski, so er tað tí, at ætlanin er at gera ein nýggjan køst, eins og tann ið var við rusktøðina úti í Havnardali á sinni ella við tyrvingarplássið á Húsareyni, ið er hvørki meira ella minni enn ein tikkandi umhvøvisbumba. Mær tykir, at her er talan um “ude af øje, ude af sind” politikk.

Við teimum endurnýtslumøguleikum og tí tøkni, vit hava í dag, ber til at byggja tyrvingarpláss, sum eru so rein fyri umhvøvið og náttúruna, at tey nærmast kunnu liggja millum hús. Hetta er kostnaðarmikið, tað vita vit, men hetta mugu vit taka okkum ráð til, tí vit hava snøgt sagt ikki ráð til at lata vera. Okkara land er lítið, og tí skjótt at niðurbróta við dálking og aðrari óhumsku, ið ongantíð oyðist ella forferst í náttúruni. Vit mugu hjúkla og fara væl um landið, tí vónandi koma nógv, nógv, ættarlið aftaná okkum, og skal teimum so sanniliga eisini verða unt at búleikast, eins og vit, í einum reinum óspiltum landi.

Tí er mítt uppskot, at nýggja tyrvingarplássið verður bygt so nær tí stóra viskseminum/vinnulívinum sum møgulig, Nei, tó ikki á Tinghúsvøllinum, sum yvirskriftini sipaði til, men tó so nær, at vit noyðast at seta harðastu krøv til útlát, frárensl v.m. At hava tyrvingarpláss so nær virkseminum/vinnulívinum sum møguligt, sparir eisini uppá koyring til og frá, ið aftur er sparing uppá orku, dálking og harafturat vegaslit.

Tjóðveldisflokkurin fer altíð at stríðast fyri at varðveita náttúruna og umhvørvið.

Marin Katrina Frýdal, valevni Tjóðveldisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu