mk2_560x460

So pellaði hann aftur

Heðin Mortensen, borgarstjóri!

“Man må sno sig, sagde ålen”, í søguni á sinni, og tað gjørdi hann óteljandi ferðir, til hann at enda lá á steikipannuni. Ta søguna tykist valdsharrin á Vaglinum hóast alt at hava lært seg, um hann annars í aðrar mátar fer lætt um søguna og sannleikan.

Nú roynir, Heðin Mortensen, borgarstjóri so, eins og állurin á sinni, í lesarabrævi sínum til fjølmiðlarnar 13. juni 2016, at snúgva sær og í besta villleiðandi stíli at flyta fokus frá tí veruliga.

Nei, einki havi eg skuldsett starvsfólkini í Tórshavnar kommunu fyri nakað sum helst í hesum máli. Hinvegin havi eg lagt oyra til tey harmaljóð, sum forfard starvsfólk á Vaglinum hava borið fram í hesum máli. Men tá var skaðin tíverri longu hendir.

Mær er upplýst, at talan er um túsundtals skjøl hjá fyrrverandi Argja kommunu, sum uttan nakra greining, ella sortering og uppí rúgvuvís av svørtum plastsekkjum, vórðu burturbeind og brend á Sandvíkarhjalla. Hetta er ikki nøkur nýggj ella ókend søga, men er ein “almenn vitan” innan veggirnar á Vaglinum.

Hetta varpar somuleiðis ljós á ta sera óhepnu støðu, ið tykist hava fingið fastatøkur á Vaglinum, nevniliga tað, at starvsfólk ikki tora at tala at, tá valdsharrin hundsar runt við teimum. Fleiri útsagnir eru frá fólki í kommunufyrisitingini, har tey greitt siga, at tey ikki longur tora at tala at skeivleikum í kommunufyrisitingini, tí so fær tað fylgjur fyri starv teirra. So tað er uppá høgu tíð, at vit fáa eina skipaða Wistleblower-skipan fyri starvsliðið hjá Tórshavnar kommunu.

Men nú skilji eg á lagnum, at Landsskjalasavnið er í ferð við at kanna málið, um skjølini hjá Argja kommunu, so tá fáa vit helst at vita nakað meiri ítøkiligt um, hvussu landið liggur í hesum máli.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimir
Tjóðveldi