mkf mynd copy

Pláss til pedagogikk í dagstovnum

Fleiri fulltíðarstørv og betri treytir til námsfrøðingar og starvsfólk

Starvsfólkini á kommunalu dagstovnunum renna alsamt skjótari og skjótari. Eingin tíð er til fyrireiking ella at hugsavna seg til sítt arbeiði. Av somu orsøk er útskiftingin av starvsfólki øgiliga stór, eitt barn í vøggustovu ella barnagarði skal alla tíðina fyrihalda seg til nýggj starvsfólk, nýggj andlit, nýggjar arbeiðshættir o.s.fr.

Mentamálaráðið hevur sett í verk námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnaøkið. Hetta merkir at innihaldið í dagstovnunum skal byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir. Børnini skulu fáa avbjóðingar og verða stuðlað í fjølbroyttu menningini og læruni. Stevnumiðini byggja á eina mynd av einum barni við nógvum førleikum, sum skal hava møguleikar at ávirka egið lív. At síggja barnið soleiðis er neyðug fortreyt fyri, at børn kunnu vera virknir luttakarar í myndanini av egnum lívi, og at tey kunnu gerast virknir luttakarar í einum demokratiskum samfelag.

Tað hevur týdning, at vit hugsa børn sum borgarar, og ikki bert sum komandi borgarar. At teirra lív hevur virði her og nú. Tað er eitt rák at leggja dent á alt tað “sjúkliga”, t.v.s. allar feilirnir hjá børnum, tað ýðir við diagonosum. Sjóneykan verður sett á frávikið, tað er sum um, at bara ein diagonosa verður ásett, ja, so er sloppið. So kunnu vit hella okkum afturá og annars finnast at øllum teimum serstovnum, sum okkara lítla samfelag vantar. Hetta skal sjálvandi ikki misskiljast, tí tað eru nógvar sjúkur og brek, sum okkara børn hava krav og tørv at fáa hjálp og stuðul til – eingin kennir mein í annans bein.

Mennandi uppvøkstur er ein rættur, men vit skapa karmarnar. Í dagstovnunum fara vit at leggja doyðin á alt tað góða, vit fara at hjúkla um fjølbroytni, íbornar førningar, sereyðkenni, mentan, góðan føroyskan málførleika, ríku søgu okkara, ja øll skipanin skal hava røtur í føroyska samfelagnum. Dagstovnar eru mentanarstovnar á sama hátt sum fólkaskúlar, har børnini skulu fáa fjølbroyttar menningar- og mentanarligar avbjóðingar og møguleikar.

Henda barnaáskoðan setur stór krøv til pedagogiska innihaldið á dagstovnunum. Hetta er ábyrgd hjá kommununi, og hesa ábyrgd vil Tjóðveldi lyfta. Vit fara at seta í verk námsfrøðiligu stevnumiðini í allar dagstovnar í kommununi. Við hægri krøvum til pedagogiska innihaldið er eisini neyðugt at vit sum kommuna raðfesta og virða arbeiðið við børnum hægri. Heilt ítøkiliga merkir hetta fleiri fulltíðarstørv og betri treytir til námsfrøðingar, ið kunnu lyfta hesa ábyrgd. Hetta merkir eisini at gera íløgur í áhaldandi at menna starvsfólkið. Vit vilja gera íløgur í børnini og geva dagstovnunum betri rúm at skapa innihald í degnum hjá børnunum og menna tey á besta hátt.

Dagstovnar skulu menna og menta børnini, og innihaldið í dagstovnunum skal byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir, sum byggja á rættindi hjá børnum at hava ávirkan á egið lív. Virksemið hjá dagstovnunum skal hava eyðkennini: Virðing og ábyrgd fyri okkara felags tilfeingi, umhvørvi, náttúru, mentan, lívi og heilsu. Børnini skulu hava møguleika at menna síni skapandi evni. Javnstøða í mun til kyn, aldur, minnilutar o.s.fr. eigur at síggjast aftur í øllum virksemi í dagstovnunum.

Børnini eru tað týdningarmesta vit eiga, tí skulu dagstovnarnir raðfestast. Tjóðveldi fer ítøkiliga til verka, soleiðis at tað at arbeiða við børnum verður sett á dagsskránna, fær størri virðing og raðfesting í kommununi. Við fleiri fulltíðarstørvum, betri arbeiðskorum og rúmi til pedagogiska menning fáa børnini ein stimbrandi og mennandi dag á stovninum og sum aftur geva glað og nøgd foreldur.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

mk2_560x460

Sjúkrarøktarfrøðingar, dagstovnarnir og Bussleiðin

Tjóðveldi hevur, sum tann einasti flokkurin havt eina skipaða valfundarrøð kring alla kommununa. Vit hava hildið fundir í Kaldbak, í Nólsoy, á Velbastað (ið eisini var fyri Kirkjubø, Hest, Koltur, Norðradal, Syðradal) í Kollafirði, á Argjum, í Hoyvík (ið eisini var fyri Hvítanes) og í Havn.

Hetta vóru góðir og gevandi fundir, bæði fyri okkum sitandi býráðslimir, og fyri nýggju valevnini. Nógv rósandi orðini vóru á leiðini fyri tað góðu býráðsleiðsluna tey síðstu 8 árini, men tó vóru eisini nógvar atfinningar, treyðugt so. Fleiri av atfinningunum vóru um slíkt, sum ikki kostar pening, men hinvegin bert hugburð og vilja. Onnur ynski kostaðu bæði vilja og pening. Atfinningar og ynskir vóru um t.d. leysgangandi hundar, vetrarfriðing, ferðslutrygd, fimleikahøll, dagstovn, frítíðarvirksemi, dagtilhald o.s.fr.

Bussleiðin varð umrødd á øllum fundunum. Samanumtikið eru fólk sera glað fyri Bussleiðina, men tó vóru fleiri ynskir um at broyta ymsar leiðir í ferðaætlanini, fáa onkran eyka túrin, koyra fyrr um morgnarnar, koyra seinni um kvøldarnar og at koyra um vikuskiftini.

Bussleiðin hevur verið hjartabarnið hjá mær hesi 8 árini, eg havi sitið sum forkvinna í teknisku nevnd. Hesi árini hevur verið arbeitt miðvíst og stigvíst við at menna Bussleiðina, og eri eg tí sera glað fyri at hoyra, hvussu vælumtókt Bussleiðin er millum borgararnar.

Dagstovnatilboð, har latið verður upp kl. 06.00

Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar o.o. sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum, serliga tey, sum hava makar, ið arbeiða á sjónum og uttanlands, ella tey, ið eru stakir uppihaldarar, hava víst á, at dagstovnarnir eiga at lata upp fyrr um morgnarnar, soleiðis at tey kunnu vera við í vaktarskipanini og møta til arbeiðis kl. 7 á morgni. Umráðandi er, at kommunan leggur soleiðis til rættis og skipar karmarnar, at samsvar er millum tørv og tænastu. Kvinnurnar flyta av landinum, og tí er alneyðugt, at vit hjúkla um hesi kvinnuarbeiðsplássini. Tí eigur ein roynd at verða gjørd við einum dagstovni, sum letur upp longu kl. 6 á morgni.

Arbeitt eigur at verða fram ímóti, at Bussleiðin fer at koyra um vikuskiftini, og at Bussleiðin eisini fer at koyra fyrr um morgnarnar og seinni út á kvøldarnar. Eisini eigur ein dagstovnur at vera í Havn, ið letur upp fyrr á morgni, til gagns fyri fólk, sum byrja at arbeiða kl. 7 á morgni. Hesum ábótum fari eg at arbeiða fram ímóti, um eg verði afturvald í býráðið.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri lista E