mk2_560x460

Hoydalar og miðnámsskúlin í Marknagili

Tórshavnar býráð eigur at leggja doyðin á at fáa landsstýrið at fremja ætlanina um ein góðan og frameftirlítandi miðnámsskúladepil í Marknagili. Og latið økið í Hoydølum fáa frið fyri fleiri stovnsútbyggingum.

Málið um at byggja nýggjan miðnámsskúladepil í Marknagili, ella at pjøssa uppá verandi stundentaskúla í Hoydølum, er komið á dagsskránna í síðstuni. Hóast skúlabyggingin fyrst og femst er eitt landspolitiskt mál, er málið avgjøt eisini kommunalpolitiskt.

Tórshavnar kommuna skal m.a. veita byggiloyvi til ein skúladepil, ella til eina útbygging av verandi skúlum. Sostatt skal verkætlanin hóska til býráðsins útbyggingarætlanir. Harumframt er ætlanin eisini sera viðkomandi fyri Tórshavnar kommunu, tá tað snýr seg um framtíðar menningarætlanir fyri útnúgvingarmøguleikum til ungdómin í høvuðsstaðar kommununi.

Undandfarna landsstýrið læt upp í hendurnar á einum breitt samansettum arbeiðsbólki at koma við einum tilmæli um, hvønn leist ein átti at velja í hesum máli. Leiðslurnar á Tekniska skúla, Handilsskúlanum og Stundentaskúlanum, saman við umboðum fyri landsstýrið, mannaðu arbeiðsbólkin.

Leggið til merkis, at arbeiðsbólkurin var einmælt samdur í sínum tilmæli um, at tann besta og mest frameftirlítandi loysnin var ein felags skúladepil í Marknagili. Hvussu ofta uppliva vit ikki júst tað øvuta, at flest allar samskipanarætlanir miseydnast, tí hvør dregur sína línu. Ætlanin um ein stóran, vælskipaðan og fjøltáttaðan miðnámsskúladepil í Marknagili, er eisini í samsvar við býarætlanina fyri økið.

Tórshavnar kommuna skal vera virkin í leiklutinum at skapa góðar skúla- og útbúgvingar umstøður. Ein livandi høvuðsstaður skal hava góð útbúgvingartilboð. Her skulu tey ungu kenna seg væl, møtast tvørnámsligt, út øllum landinum og hava eitt avbjóðandi skúlaumhvørvi.

Hoyvík er vaksin nógv tey seinastu árini, og sagt verður, at hon skjótt verður næst størsti býur í landinum. Tí hevur tað alstóran týdning fyri okkum, sum búgva í Hoyvík, bæði í teimum gomlu býlingunum og í teimum nýggju uppi í Hoyvíkshaganum, at tað eisini eru frílendi her.

Veðurgóða økið av Boðanesi, gjøgnum Hoydalar og niðan á Ternurygg, er ein perla í býnum, og verður ógvuliga nógv nýtt av bæði ungum og eldri fólki. Tí skal kommunan, sum er byggimyndugleiki, forða fyri, at meira verður etið upp av økinum til útbygging av stovnsbygningum, vegum v.m., soleiðis at frílendið verður oyðilagt.

At pjøssa uppá gamalt er sjáldan nøkur varandi loysn, og tað førir ofta til nýggjar trupulleika. Vit hava áður sæð slíkt lepaverk, eitt nú niðri í Vørðsluni, har Sjálnvarpið hevur fingið loyvi fleiri ferðir til sínar dýru útbyggingiar, uttan tó at náa nakrari fullgóðari loysn. Úrslitið er m.a., at eitt hugnaligt bústaðarøki er illa skammfílað.

Tey ungu eru okkara framtíð, og teimum dáma at vera saman í hópi. Somuleis hava tey tørv á nógvum ymiskum útbúgvingarmøguleikum. Tí skulu teu hava teir bestu, mest fjøltáttaðu, karmar at útbúgva seg undir. Ætlanin við einum skúladepli er góð,og hon borgar fyri besta háttinum at fáa ungdóminum atgongd til allar teir nýggjuastu hentleikar og samskiftismøguleikar, ið heimurin uttanum okkum hevur at bjóðar.

Vóni ikki, at tað er snævurskygni og nalvaskoðan hjá ávísum studentaskúlalærarum við bondum til Javnarðaflokkin, ið er orsøkin til, at flokkurin hevur í hyggju at ganga ímóti verkætlanini.

Nei, latið okkum sum skjótast seta skjøtul á ætlanina um ein miðnámsskúladepil í Markangili, og latið so kommunun sleppa at hjúkla um frílendisperluna í Hoydølum.

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldisfloksins til Tórshavnar kommunu