mk2_560x460

Jólatræið í Nólsoy

nolsoy_800px

Nólsoyar bygd

Røða hildin, tá jólatræið í Nólsoy varð tendrað 8. desember 2013

Góðu børn – góðu øll somul.

Vælkomin til hesa hugnaløtu, nú jólatræið í Nólsoy skal tendrast.

Eg vil byrja við at takka tykkum, sum hava hjálpt til við at gera løtuna her í Nólsoy hugnaliga; presti, Havnar Hornorkestri o.ø. – stóra takk fyri.

Tað er hugaligt at síggja tykkum øll her í dag.

Jú, nógv er broytt her úti í Nólsoy, síðani fólk skóru torv á Borðuni fyri at fáa hita í húsunum og so til, at nú verður arbeitt við ætlanum um at gera oynna fulla av grønari orku, og at ein vindmylla er komin upp at standa. Nólsoyarkonan, Maria Eide Petersen (1894-1994), sigur í bók síni, “Konglar” frá 1973, at tá ið hon hugsar um torvarbeiðið á Borðuni, renna hesi orð úr Halgubók fram fyri hana, “Í sveitta andlits tíns skal tú eta breyð títt”, tí, sum hon sigur, so man neyvan nakað arbeiði hava opnað so mangar sveittaløkir, sum nettupp hetta arbeiðið hevur gjørt tað. Um ein ikki átti jørð, so hevði ein ikki torvskurðarrætt og mátti tí arbeiða seg til henda rætt, og tað kundi t.d. vera við at skera upp haga tveir dagar um árið.

Henda myrka árstíðin ber ein serligan dám við sær, nakað ikki sørt duldarkent. Men samstundis sum dagarnir verða myrkari og styttri fyri hvønn dag sum gongur, so gleða vit okkum øll og leingjast eftir jólahøgtíðini. Hóast vit endurtaka hetta ár undan ári, so eru jólini nakað, vit gleða okkum til – síggja fram til at fáa frí í nakrar dagar, at vera heima við hús í friði og náðum, at steðga á og vera saman við okkara kæru, har nærveran verður sett í hásæti. Og vit gleða okkum eisini at fáa útisetarnar heim, og at vera saman við okkara næstringum. Hetta er ein stórur partur av jólahøgtíðini.

Nútíðar gerandisdagurin krevur okkum heimanífrá allan dagin, og ofta um kvøldini við. Vit virka uttanfyri heimið, øll somul, bæði børn, vaksin, foreldur, ommur og abbar. Henda gongd hevur elvt til, at tíðin at vera saman er vorðin so sera knøpp. Og vit kunnu av sonnum seta okkum sjálvum spurning við hesa gongd: “Eru vit á rættari leið?” ella “Var hetta ætlanini við lívinum?” Hesin ivi og misnøgd ger, at innast inni tráða vit eftir meiri tíð saman, og henda tráðanin ger, at vit gleða okkum uppaftur meira til jólar. Jólafriðurin eigur at vera sálarbót fyri okkum øll.

Men soleiðis er tíverri ikki hjá øllum okkara borgarum í hesi lítlu, friðsælu kommunu, og í okkara lítla landi. Tí tað eru børn okkara millum, sum stúra fyri jólunum; vilja bara, at tey fáa ein enda ongantíð ov skjótt, og sum gleða seg til, at tann vanligi gerandisdagurin byrjar aftur, so tey aftur sleppa í barnagarð og skúla. Fyri tey er jólahøgtíðin stríð, klandur og harðskapur. Tað kemur meira enn so fyri, at Kvinnuhúsið má taka ímóti mammum við børnum um jólini, ella at barnaverndartænastan verður biðin um hjálp. Hetta eiga vit ikki at lata eyguni aftur fyri. Vit vaksnu, og myndugleikarnir, skylda hesum børnunum at hugsa um tey og at gera okkara hjálp og ávirkan galdandi – so ella so. Tí børnini eiga rættin til at hava tað gott – eisini á barnahøgtíðini um jólini. Eina stóra tøkk skulu sjálvbodnir felagsskapir og einstaklingar hava fyri teirra bøtandi hond. Eisini eiga vit at fegnast um ta stóru orku og stuðul, sum felagsskapurin “Í menniskjum góður tokki” stendur fyri, og sum veitir stuðul til mat og gávur til teirra, har tann materiella vælferðin, sum flestu okkara taka sum sjálvsagda, ikki røkkur til um jólahátíðina.

Tað grøna træið og ljósini eyðkenna jólini. Jólatræið, soleiðis sum vit kenna tað, hevur sínar aldargomlu røtur í Miðevropa, og vann sær eftir hondini veg norður á okkara leiðir. Fyrsta jólatræið var í Danmark fyri umleið 200 árum síðani, og fyrsta træið í Føroyum fyri umleið 100 árum síðani. Men tað, at prýða við grønum og við ljósum um vetrarsólstøður, er aldargamal siður, ið hevur røtur heilt aftur í fornnorrøna mentan. Okkara forfedrar her á landi vóru einki undantak í so máta, tí hóast at tað mangan vóru trong og smálig kor, vóru kertuljósini og lýsikolurnar tendraðar meira enn vanligt um jóltíðir. Tá á døgum vóru eingi jólatrø í føroysku heimunum, men seinni er sagt frá um onkur sjálvgjørd jólatrø úr greinum og lyngi. Nólsoyarkonan, Jóhanna Maria Skylv Hansen (1877-1974), sigur í søguni “Jólatræið í Ternuvík”, í bók síni “Gamlar gøtur” frá 1968, at skúlameistarin har bjóðaði allari bygdini til jólatræ. “Dreingirnar høvdu verið í haganum eftir mosa og lyngi. Beinaraðið til træið, um ein so kann siga, stóð á gólvinum í skúlastovuni í einum stætti, sum var so víður í ummáls, at tað átti ikki at farið um koll, um onkur kom undir tað. Skúlameistarin gekk so ansaligur og skoðaði træið, um tað nú var evnað til, sum tað átti at vera. Har varð vavt og har varð bundið, til ongastaðni sást inn á tann hvíta viðin; hetta mosajólatræðið sá út, sum stóð tað og vaks upp úr skúlagólvinum. Kramarhús, kurvar og hjørtur hevði hann latið rosinur og brúnsukur upp í, og træið varð so taglað til við einum og øðrum vøkrum afturat, so tá ið ljósini vóru tendrað, glitraði træið frá ovast til niðast”.

Her dansaðu tey ikki, men stóðu still, meðan tey sungu danskar jólasálmar. Tá ið jólasálmarnir vóru sungnir, fóru tey at dansa, og var tað ikki jólatrædansur, men vanligur føroyskur dansur, har tey kvóðu kempuvísur til. “Fisken tager sin føde i vand” og “Stærke Tidrik”. Tað var kortini skjótt, at tey góvust, og tá ið børnini høvdu fingið góðgætið av trænum, fóru øll væl nøgd hvør til sín.

Góðu børn. Tíðliga í morginárins myrkrinum fer hetta lýsandi jólatræið at heilsa tykkum øllum góðan morgun. Eg veit, at tit hava tað sera hugnaligt í dagstovninum og í skúlanum hesar dagarnar undan jólum. Tit prýða stovurnar og fyrireika tykkum til jólahald, har tit fara at framføra leikir, tónleik, sang, Lusiagongd o.a. fyri foreldrum, systkjum o.ø. av tykkara avvarðandi.

Góðu tit øll. Njótið hesa adventstíð, ið eftir er til jóla. Minnist til at lata jólaboðskapin sleppa fram at í sál og sinn, soleiðis at friður og gleði, og í menniskjum góðir tokki, fær sítt uppiborna fremsta pláss í huganum. Um einar 4 vikur sæst longu munur á dagsljósglæmuni aftur, so skjótt ganga vit ljósari tíðum ímóti.

Takk fyri, og gleðilig jól.

Marin Katrina Frýdal

skansin_vitin_DSC_0007_560x460

Setanarrøða á Ovastevnuni 2010

Á Ovastevnu 2010 helt Marin Katrina Frýdal hesa røðu

mkf1_IMG_7349

Marin Katrina Frýdal setir Ovastevnuna 2010

Góðu nólsoyingar og góðu ovastevnugestir.

Takk Havnar Hornorkestur fyri góð løg.

Tað er mær ein sonn gleði at seta Ovastevnuna 2010 – Ovastevna á 17. sinni.

Hví vit halda Ovastevnu, er tað eingin, sum ivast í; tí nólsoyingurin og kappin Ovi Joensen hevur skrivað seg inn í hjørtur okkara við tí stóra bragdi, hann gjørdi í 1986, tá ið hann róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar, einsamallur í báti sínum Dianu Wictoriu. Vit hoyrdu Livar Nysted, ið júst hevur róð um Atlantshavið saman við 3 øðrum, siga í útvarpinum: “Eg havi so mangan hugsað um Ova, heilt einsamallur, kaldur og vátur hálvanannan mánað á sjónum.” – Tað er hetta, sum ger Ova og ferð hansara til nakað heilt serligt – at hann var heilt einsamallur. Ja, einsamallur á ferðini; men rundan um hann stóðu hansara kæru og onnur, ið stuðlaðu og trúðu honum. Tey, og serliga mamman – Olevina, mundu eiga ein stóran leiklut í hesum roysni. Eg minnist enn røddina á Ova: “Heilsa mær mammu”, hesi orð vóru altíð endin á samrøðunum, tá ið fjølmiðlar o.o. tosaðu við hann á ferðum hansara.

Nólsoyar Páll

Sum barn á Velbastað minnist eg serliga 4 nøvn úr Nólsoy, sum ofta vórðu havd á lofti í heimi okkara; tey vóru: Niels á Botni, kendi fuglaútstapparin, ið var navnframur langt út í heim fyri sín náttúrufrøðiførleika. Richard í Kongsstovu, í dag elsti maður í Nólsoy, ið varð fermdur saman við pápa mínum í 1927, tá ið tann tiltikna kavaódnin brast á undir sjálvari fermingini í Havnar kirkju, og allar Føroyar at kalla kavaðu undir í leypi av eini gudstænastu. Hóast teir báðir ikki slitu gáttirnar hvør hjá øðrum, so var trúskapurin stórur, ið helt alt lívið. Og so vóru tað sjálvandi Nólsoyar Páll og mamman, Súsanna Djónadóttir, sum var ættað av Velbastað, og tí gjørdi tað, at vit hildu okkum eiga nokkso fitt petti av Nólsoyar Pálli. Sambært bókini “Lívssøga og irkingar”, ið Jákup doktari skrivaði um Nólsoyar Páll í 1908, so var Súsanna ein ógvuliga vitug, fróðlig og íðin kona. Hon gjørdist tíðliga einkja við 7 børnum, og mundi tí hava størstu ábyrgdina av barnauppalingini, og sigur sama kelda, at hon vandi dreingirnar upp til at vera sjálvbjargnar. Súsanna sigst eisini at hava lært nólsoyingar at kasta nót, hon var sjálv við, tá ið nót varð kastað, og tað sigst, at hon var formaður, tá ið tey kastaðu nót í Nólsoy. Jú, óivað hevur hennara íkast verið ein góð barlast hjá tjóðarhetju okkara, Nólsoyar Pálli.

Í mínum uppvøkstri hoyrdi eg somuleiðis um fleiri dansiferðir hvør hjá øðrum; nólsoyingar og velbastaðfólk. Hesar dansiferðir bóru altíð boð um góðan dans og góðan vertskap, og sjálv fekk eg akkurát um endan av onkrari slíkari veitslu í Ungmannafelagnum Sólarmagn á Velbastað. Nólsoyingar høvdu sítt sermerkta dansilag, og hvør kundi umganga at bíta merki í kvæðaupptøkurnar hiðani úr bygdini, ið Útvarpið plagdi at senda í dansitíðini.

ST hevur lýst 2010 at verða lívfrøðiligt margfeldisár, tí lívfrøðiligt margfeldni er undir hørðum trýsti í øllum heiminum, og í alheiminum eru minst 16.000 djóra- og plantusløg hótt, og talið er vaksandi. Høvuðsorsøkin til hesa hóttan er av menniskjaávum. Lívfrøðiligt margfeldni er ein treyt fyri, at náttúran kann liva áhaldandi, og náttúran er sum kunnugt ein fyritreytin fyri, at vit kunnu liva og trívast. Slíkt, sum vit taka sum eina sjálvfylgju, er hótt; so sum rætturin til mat, reint vatn, fuglasang, plantuvøkstur v.m.

Men, tað er annað enn lívfrøðin, ið er hótt av menniskjaávum – tað eru eisini mentanir, tungumál, fólkasløg, smátjóðir og onnur sereyðkennir. Í síðstu viku helt Thomas Hylland Eriksen, professari í antropologi á Universitetinum í Oslo, áhugaverdan fyrilestur í Havn um lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni. Í fyrilestrinum umrøddi hann gongdina av máloyðingini í heiminum; at hvørt eitt einasta ár doyggja fleiri tungumál, og at heimurin við hesum gerst alsamt fátækari. Eisini umrøddi hann alheimgerðina, og hvussu vit stremba eftir, at alt skal gerast so einstáttað og einsháttað, sum gjørligt. Og samstundis, sum vit alsamt gerast meira og meira eins, so stremba vit eftir at skilja okkum út. Tað liggur til menniskja at hava sereyðkenni, at standa fyri nøkrum, ja, at hava ein samleika. Samleiki stuðlar okkum í at standa saman, og fjølbroytni fremur skapanarhuga.

Man ikki henda sjálvgóðsku ella egoismunar alda, ið hevur verið yvir okkum síðstu árini, verða ein avleiðing av alheimgerðini? Samhaldsfesti og samanhald hevur fingið skot fyri bógvin. Kenda ørindið úr Fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Pálli livir enn sítt virkna lív:

Kjógvi við sítt klipta vel
hugsar við sjálvum sær:
“Vertin á, hvat annar fær!
eg skal nøra at mær.”

Tíðin, ið vit liva í, líkist meira og meira hugburðinum hjá kjógvanum. Alt snýr seg um meg og mítt. Hví munnu børnini nú á døgum verða farin frá at siga “mamma” og “pápi” – til at siga – “Mín mamma” og “Mín pápi”?

Samstundis eru vit í tí sokallaðu altjóðagerðini. Alt verður eins, nútíðin vil ikki vita av frábrygdum. Er tað rætt? Er tað rætt at mál doyggja? Fyrst doyggja bygdamálini, og so doyggja smámálini; og at enda verður kanska bert eitt mál í heiminum? Málið er jú ein hornasteinur undir samfelagnum, og taka vit ein hornastein úr grundini, vita vit, hvat ið hendir.

Tað er rós vert, at nólsoyingar hava varðveitt sítt bygdarmál, hóast tit liggja so nær Havnini. Vórðu ikki bæði tit og vit øll nógv fátækari, um nólsoyingar ikki livandi nýttu sítt eyðkenda og sermerkta nólsoyarmál?

Sagt er, at ein kann fylgja við tíðini, uttan at fylgja streyminum.

Góðu nólsoyingar, tit standa frammanfyri eini stórari avbjóðing í at megna at verja tykkara samleika, tykkara mál, tykkara náttúru, tykkara djóralív – og ikki minst Drunnhvítan í oynni. Tí fyrst løgdu tit saman við stórkommununi. Sjálv haldi eg, at hetta samstarv hevur gingið væl, og mín vón er, at tit framhaldandi krevja tykkara rætt og sláa nevan í borðið, tá tit ikki verða hoyrd nóg væl á Vaglinum í Havn. Og nú, tit hava fingið bilferju at sigla út í oynna, fær samleikin eina enn størri avbjóðing. Og mín innasta vón er, at tit framhaldandi fara at vera teir nólsoyingar, tit altíð hava verið og ikki fara at bleikjast burtur í øllum meldrinum. Nólsoyarbygd má ikki enda sum ein einkisigandi sovibýlingur í Havn. Men hetta kemur ikki av sær sjálvum, hetta krevur samanhald; og tað haldi eg er eitt av tí týdningarmiklasta tit eiga, og sum tit prógva bæði við ávikavist Ovastevnu, kabarettini, Romulus og mongum øðrum góðum sereyðkennum.

Nólsoyggin hevur ikki verið fyri so stórum bakkasti, sum aðrar oyggjar hava, tá ið umræður fólkafráflyting – her hava fólk eisini flutt til oynna, og tað er áhugavert og vert at leggja sær í geyma.

Ovastevna er ikki sum aðrar bygdastevnur, festivalar ella Ólavsøka, nei Ovastevna er nakað heilt fyri seg. Hví, jú tað er tí, at tað eru nólsoyingar sum eru vertir og fyriskiparir – Ovastevna er orginal, hon er ektað – hon skapar eisini mentanarligt margfeldni.

Tað er júst eitt ár síðani, at eg sum forkvinna í teknisku nevnd var við til at avhenda lidna kloakk- og asfaltarbeiðið her í bygdini og at seta pumpuskipanina í gongd her úti. Tí gleðist eg serliga nógv um, at bátarnir frá Regattasiglingini og svimjararnir um Nólsoyarfjørð nú kunnu koma inn á eina reina vík eftir loknan tein.

Ovi gjørdi eitt bragd, rundan um hann stóðu fólkið, ið stuðlaðu honum. Nólsoyar Páll smíðaði Royndina Fríðu, men ikki einsamallur, sigldi millum lond, men ikki einsamallur. Mamman, Súsanna Djónadóttir kastaði nót, men hon hevði einki gjørt einsamøll. Vit hava brúk fyri slóðarum, men ikki bara teimum; vit hava brúk fyri øllum – okkum øllum.

Fari við hesum orðum at lýsa Ovastevnu 2010 at vera setta, við ynski um eina góða stevnu og einum framhaldandi sterkum Nólsoyar samleika.

Takk fyri

mkf2_IMG_2012

Erling J. Ejdesgaard fær vinnarasteyp fyri at svimja um Nólsoyarfjørð á Ovastevnu 2010

mk2_560x460

Setanarrøða á Ovastevnuni 2010

Á Ovastevnu 2010 helt Marin Katrina Frýdal hesa røðu

mkf1_IMG_7349-194x300

Marin Katrina Frýdal setir Ovastevnuna 2010

Góðu nólsoyingar og góðu ovastevnugestir.

Takk Havnar Hornorkestur fyri góð løg.

Tað er mær ein sonn gleði at seta Ovastevnuna 2010 – Ovastevna á 17. sinni.

Hví vit halda Ovastevnu, er tað eingin, sum ivast í; tí nólsoyingurin og kappin Ovi Joensen hevur skrivað seg inn í hjørtur okkara við tí stóra bragdi, hann gjørdi í 1986, tá ið hann róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar, einsamallur í báti sínum Dianu Wictoriu. Read more