Bussleiðin_600

Enn betri Bussleið

Bussleiðin er lívæðrin í kommununi og skal gerast enn betri. Fólk eru sera glað fyri Bussleiðina, tó ynski eru um broytingar í ferðaætlanini, eyka túrar, og fleiri túrar fyrr um morgnarnar, seinni um kvøldarnar og um vikuskiftini.

Bussleiðin er hjartabarnið hjá mær. Tá eg frá 2005-2011 var forkvinna í teknisku nevnd, varð arbeitt miðvíst við at menna Bussleiðina. Eg eri tí sera glað og ikki sørt errin av at hoyra, hvussu fólkið hevur tikið Bussleiðina til sín. Enn er ikki komið á mál, tí ætlanin var alla tíðina at Bussleiðin skuldi vera eitt alternativ til bilin. Tað málið er ikki rokkið fyrr enn koyrt verður oftari og allar dagar.

Bussleiðin hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa. Bussleiðin er ein samhaldsføst skipan, har roynt verður at flyta ein stóran part av bilferðsluni yvir á kollektivan flutning, fyri at minka um bilatalið og CO2-útlátið. Gjaldsfría loysnin frá 2007, har eitt av aðalmálunum var at uppala børnini at brúka Bussleiðina, soleiðis at komandi ættarlið á ein heilt natúrligan hátt nýta kollektivu ferðsluna sum ein flutningsmøguleika, hevur økt brúkaraskaran munandi.

Trygdin má økjast í býbussunum. Trygdarbelti skulu verða í bussunum, tí tað er ikki nóg trygt at bussar koyra millum bygdir fullir av skúlabørnum, har ikki øll eru íbundin.

Higartil hevur tíverri ikki verið politiskur vilji at økja um títtleikan, men nú hesir somu býráðslimir kropp av kroppi siga, at teir eru sinnaðir til hetta, sær ljósari út.

Tjóðveldi fer nú sum áður altíð at arbeiða fyri eini enn betri Bussleið. Gjaldsfría skipanin skal halda áfram, tænastan víðkast í allari kommununi allar dagar í vikuni.

So ynskir tú eina enn betri Bussleið, so er valið sjálvandi Tjóðveldi.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

mk2_560x460

Súkklur í býbussarnar

Soljóðandi uppskot havi eg biðið um at fáa á skrá í teknisku nevnd mikudagin 12. juni 2013:

Áhugin fyri at súkkla til og frá arbeiði, frítíðarvirksemi o.ø. tykist at vera vaksandi, og er ynski frá borgarum um at kunna fáa loyvi at taka súkklurnar við í býbussaranr. Kommunan eigur at stuðla súkklumentanini. Umframt at súkkling gevur rørslu og vælveru, so gevur hon eisini náttúru- og mentanarupplivingar. Kommunan hevur síðstu árini givið teimum súkklandi meira ans, og er tað er vorðið ein natúrligur partur at taka súkkling við inn í vega-, gøtu- og byggiverkætlanir kommunurnar. Nú er tíðin búgvin at fara eitt stig víðari, við at lata Bussleiðina og súkklandi taka tøk saman, stuðla og fáa gagn av hvørjum øðrum, til frama fyri kollektivu ferðsluni, umhvørvinum og fólkaheilsuni.

Tiltakið fer eisini at lætta um trýstið á parkeringsmøguleikarnar í miðbýnum, tí við tiltakinum fáa fólk, sum arbeiða í miðbýnum og búgva í útjaðaranum av kommununi t.d. í Hoyvík, á Norðasta Horni, á Argjahamri, í Kollafirði, á Velbastað og aðrastaðni við, gagn av hesum møguleika og um/ella tá ið tað er ov møtimikið at súkkla báðar vegir, um t.d. illveður brestur á ella annað.

mk2_560x460

Sjúkrarøktarfrøðingar, dagstovnarnir og Bussleiðin

Tjóðveldi hevur, sum tann einasti flokkurin havt eina skipaða valfundarrøð kring alla kommununa. Vit hava hildið fundir í Kaldbak, í Nólsoy, á Velbastað (ið eisini var fyri Kirkjubø, Hest, Koltur, Norðradal, Syðradal) í Kollafirði, á Argjum, í Hoyvík (ið eisini var fyri Hvítanes) og í Havn.

Hetta vóru góðir og gevandi fundir, bæði fyri okkum sitandi býráðslimir, og fyri nýggju valevnini. Nógv rósandi orðini vóru á leiðini fyri tað góðu býráðsleiðsluna tey síðstu 8 árini, men tó vóru eisini nógvar atfinningar, treyðugt so. Fleiri av atfinningunum vóru um slíkt, sum ikki kostar pening, men hinvegin bert hugburð og vilja. Onnur ynski kostaðu bæði vilja og pening. Atfinningar og ynskir vóru um t.d. leysgangandi hundar, vetrarfriðing, ferðslutrygd, fimleikahøll, dagstovn, frítíðarvirksemi, dagtilhald o.s.fr.

Bussleiðin varð umrødd á øllum fundunum. Samanumtikið eru fólk sera glað fyri Bussleiðina, men tó vóru fleiri ynskir um at broyta ymsar leiðir í ferðaætlanini, fáa onkran eyka túrin, koyra fyrr um morgnarnar, koyra seinni um kvøldarnar og at koyra um vikuskiftini.

Bussleiðin hevur verið hjartabarnið hjá mær hesi 8 árini, eg havi sitið sum forkvinna í teknisku nevnd. Hesi árini hevur verið arbeitt miðvíst og stigvíst við at menna Bussleiðina, og eri eg tí sera glað fyri at hoyra, hvussu vælumtókt Bussleiðin er millum borgararnar.

Dagstovnatilboð, har latið verður upp kl. 06.00

Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar o.o. sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum, serliga tey, sum hava makar, ið arbeiða á sjónum og uttanlands, ella tey, ið eru stakir uppihaldarar, hava víst á, at dagstovnarnir eiga at lata upp fyrr um morgnarnar, soleiðis at tey kunnu vera við í vaktarskipanini og møta til arbeiðis kl. 7 á morgni. Umráðandi er, at kommunan leggur soleiðis til rættis og skipar karmarnar, at samsvar er millum tørv og tænastu. Kvinnurnar flyta av landinum, og tí er alneyðugt, at vit hjúkla um hesi kvinnuarbeiðsplássini. Tí eigur ein roynd at verða gjørd við einum dagstovni, sum letur upp longu kl. 6 á morgni.

Arbeitt eigur at verða fram ímóti, at Bussleiðin fer at koyra um vikuskiftini, og at Bussleiðin eisini fer at koyra fyrr um morgnarnar og seinni út á kvøldarnar. Eisini eigur ein dagstovnur at vera í Havn, ið letur upp fyrr á morgni, til gagns fyri fólk, sum byrja at arbeiða kl. 7 á morgni. Hesum ábótum fari eg at arbeiða fram ímóti, um eg verði afturvald í býráðið.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri lista E

mk2_560x460

Ferðslutrygd, súkklubreytir, parkering, brúgv um Sandá v.m.

R.C. Effersøesgøta

R. C. Effersøesgøta

Fólkafloksmaðurin Sjúrður Olsen finnist at, at ov lítið er komið av skafti innan ferðslu- og gøtuviðurskifti seinasta valskeið, nú hann sjálvir ikki hevur sitið við stýrisvølin í Teknisku nevnd í Tórshavnar býráði.

Jú, Sjúrður, sanniliga er nógv avrikað, og nógv er á ávegis. Tað komu nýggir vindar inn í býráðsarbeiðið, tá javnstøðan millum kynini gjørdist veruleiki fyri 8 árum síðani. Ikki minst kom ein nýggjur hugburður til tekniska økið, sum nú hevur fingið kjølfesti á Vaglinum. Eg eri errin av avrikunum, hóast vit kunnu verða samd um, at tað altíð kundi verið gjørt meira. Trøini vaksa sum kunnugt ikki inn í himmalin, og íløgujáttanirnar eru avmarkaðar. Kann nevna, at vit t.d. hava brúkt meira enn eina ½ milliard krónur til skúlabygging og -umvæling, eins og 100 tals milliónir eru brúktar til eldraøkið. Hetta vóru tvey stór málsøkir, ið lógu í skeljasori, tá ið vit tóku við eftir Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Tískil hevur tekniska økið ikki kunnað fingið tillutað so nógvar íløgurkrónur, sum ein annars kundi ynskt sær, og av tí tillutaða, hevur arbeiðið við kloakkleiðingum og reinsiverkum fingið bróðurpartin, sum eisini var eitt málsøkið, sum ongan góðan hevði átt í áravís.

Ferðslutrygd

Tað allar fyrsta, eg sum forkvinna í teknisku nevnd setti á skránna fyri 8 árum síðani, var at fáa raðfest ferðslutrygdina í fremstu røð sum eitt natúrligt grundarlag undir allari viðgerð av vegatekniskum spurningum, eins og tað eydnaðist mær at fáa undirtøku fyri, at Ráðið fyri Ferðslutrygd gjørdist fastur limur í Ferðslunevndini hjá Tórshavnar kommunu. Miðvísa arbeiðið seinastu árini at taka ferðslutrygd og umhvørvisatlit við í tekniska arbeiðið við vegagerðum og útstykkingum v.m. sæst nú í verki, og ein virkisætlan fyri ferðslutrygd í allari kommununi verður tøk í næstum. Ferðslutrygdarætlanin er ein allýsing fyri alla kommununa, har allir borgarar, býarpartar, býlingar og bygdir fáa eins viðgerð. Hetta stak henta arbeiðsamboðið hjá politikarunum og umsiting at nýta, tá stingast skal út í kortið, er evnað til av fremstu serfrøðini á økinum. Nýggja sniðið á R.C.Effersøesgøtu er gjørt eftir leiðbeining frá hesi serfrøðini, og verða trupulleikarnir í m.a. Kollafirði viðgjørdir eftir sama leisti.

Parkering

Fleiri parkeringspláss eru útvegað í býnum, og parkeringspolitikkur er eisini settur á dagsskránna. Leingi hevur verið talan um parkeringshús at loysa trupulleikan frá serliga langtíðarparkeringini inni í býnum. Eitt parkeringshús á havnarlagnum við Eystaru vág, samskipað við aðra ferðavinnu- og flutningstænastu, eigur at vera fyrsta stigið. Eitt ella tvey parkeringhús nærhendis miðbýnum høvdu loyst tørvin á langtíðarparkering, og hópur av stuttíðar parkeringsplássum soleiðis vorðin tøk í miðbýnum til fólk í tænastu- og handilsørindum. Nú tykist endiliga at vera komið glið á málið, men tíverri verður enn bíða eftir avgerð í Innlendismálaráðnum, áðrenn parkeringspolitikkurin í býnum kann setast í verk.

Bussleiðin

Bussleiðin hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa. Bussleiðin er ein samhaldsføst skipan, har roynt verður at flyta ein munandi part av bilferðsluni í kommununi yvir á kollektivan flutning, m.a. fyri at minka um bilatalið í býnum og um CO2, útlátið. Gjaldsfría loysnin frá 2007, har eitt av aðalmálunum er at uppala børnini at brúka Bussleiðina, soleiðis at komandi ættarlið á ein heilt natúrligan hátt nýta kollektivu ferðsluna sum ein flutningsmøguleika, og harafturat nýmótans bussarnir frá 2011, hava samanlagt økt munandi um brúkaraskaran. Og politiskur vilji eigur at vera fyri at gera Bussleiðina enn betri.

Vegir, umhvørvi og estetikkur

Eisini eydnaðist tað at fáa eina býráðssamtykt um, at allir nýggir vegir skulu hava útbúnað, ið reinskar vegvatnið, og at ljóðvollar og planting verður fram við vegunum; hetta fyri at verja bæði ímóti óljóði og dálking. Jú, eisini estetikkur er vorðið ein natúrligur partur við vegagerðum í kommununi, soleiðis at vegir verða lagdir væl í lendið og alt verður væl og virðiliga frágingið. Áhaldandi eigur at arbeiðast við ætlanini um at dagføra vegakervið í allari kommununi, tí nógvir bygdarvegir lúka ikki tey krøv, sum ferðslan nú á døgum setur; t.d. er vegurin ígjøgnum Velbastaðar bygd og út á Øksl eitt dømi um slíkan veg ið má gerast í næstum.

Súkklubreytir

Við treiskni eydnaðist tað við tógvi stríð fyri 8 árum síðani at fáa undirtøku fyri, at allar nýggjar vegagerðir skulu hava súkklubreyt umframt ta vanligu gongubreytina. Miðvísa arbeiðið at skipa ferðslutryggar gongu- og súkklufarleiðir í býnum ber ávøkstur, tí munandi fleiri fólk ferðast nú á súkklu, enn áður, og sama er galdandi fyri fólk til gongu. Arbeiðast má áhaldandi fram eftir hesum leisti, og hesi viðurskifti mugu eisini takast við, tá eldri vegir verða dagførdir. Tíverri er eisini her bíðitíð eftir avgerðum hjá Innlendismálaráðnum, tí tørvur er á dagførdum kunngerðum við heimild í ferðslulógini.

Gøtur

Nógvar gøtur eru gjørdar farna 8 ára skeiðið og er hettar arbeiðið spjatt um alla kommununa. Harumframt eru fleiri klárar at fara ígongd, so skjótt øll neyðug loyvi eru tøk. Nakrar gøtur eru:

  • Úr Hoyvíkarskúla niðan í Klingurna, inn á Gøtu og niðan á Løgmannabreyt
  • Við gamla vatnbrunnin í Djúpagili
  • Nýggj gøta við Svartafoss
  • Hvítanesgøtan verður nú gjørd, eftir at loyvið er fingið frá friðingarmyndugleikunum
  • Á Hvítanesi úr Akkersvík og út á Nesið
  • Við Hoyvíkstjørn
  • Úr Kongsgili í Kerjar og í Marknagilsgøtuna
  • Um Vesturvarða – gøtan er nakað knortlut í støðum, og verður hetta bøtt í næstum
  • Úr Norðasta Horni oman í Sandá
  • Í Nólsoy millum skúlan og dagstovnin
  • Av Argjum og niðan á Hamarin
  • Úr Kongavarða í Reynsgøtu
  • Fram við Sandá
  • Í viðarlundini í Havnardali
  • Í Kirkjubø inn á Árnanes og nú verður farið undir at binda gøtuna í Lágabø
  • Á Velbastað millum skúlan og dagstovnin
  • Í Kaldbak eru gøtur endurskapaðar og hampaðar
  • Loyvið er nú fingið frá Yvirfriðingarnevnd at fara undir gerð av gøtu fram við sjóvarmálanum yviri við Strond.

Rundkoyringar

Rundkoyring er gjørd við skúlan á Argjahamri og onnur verður nú gjørd við vegamótið Sundsvegur/Blómubrekka/Óluvugøta; og loysn er á veg við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari ringvegur. Sjúrður Olsen mælir til, at ljósreguleringar í býnum skulu burtur og rundkoyringar skulu koma í staðin; og hann er ikki einsamallur um at hava eina turkatrúgv uppá rundkoyringar, hóast serfrøðin ferð eftir ferð hevur víst á, at í ávísum førum eru rundkoyringar ikki besta loysnin, tá ið bilatalið fer upp um eitt ávíst. Tað er altso ikki einans av plásstrotsávum, at tey halda seg til ferðsluljós inni í t.d. Keypmannahavn, heldur enn til rundkoyringar.

Ytri ringvegur og Krákugjógv

Eg eri samd við Sjúrði Olsen í, at Ytri ringvegur má fáast liðugur. Men samstundis gleðist eg yvir, at vegurin ikki er trumfaður ígjøgnum eitt so náttúruvakurt øki, sum traðirnar við Villingardagsvegin og oman í Krákugjóv, soleiðis sum Sjúrður Olsen og aðrir býráðslimir annars eru heilhugaðir fyri. Landsstýrið eigur eisini stóra ábyrgd fyri, at hesin vegur ikki er gjørdur enn, og samfelagið kann ikki lata sær lynda, at landsmyndugleikin framhaldandi liggur í buktini fyri eini skynsamari loysn á hesum álvarsmáli fyri høvuðsstaðin.

Brúgvin um Sandá

Sjúrður Olsen sat í síni tíð sum formaður í Teknisku nevnd, og hevði eisini brúnna um Sandá á skránni tá, hóast lítið og einki kom burtur úr. Men tíbetur er brúgvin nú veruliga á veg. Í longri tíð hevur verið arbeitt við verkætlanini, m.a. at prosjektera og at gera útbjóðingartilfarið klárt, peningur er avsettur til stóru íløguna bæði í ár, í 2013 og í 2014, og brúgvin er tískil ikki langt úr eygsjón. Verkætlanin, sum er brúgv og tvær rundkoyringar (ein hvørju megin Sandá), er boðin út. Teir bjóðandi bóðu um longda freist, og varð hetta sjálvandi eftirlíkað teimum; tilboðini koma inn tann 26. oktober, tá ið lisitatión verður. Síðani verða tilboðini eftirkannaði, og dómsnevndin fer til verka. Tilmælið fer síðani til nevndarviðgerð og so fyri býráðið. Tað skal tó sigast, at hesari verkætlan hevur Sjúrður Olsen tíbetur tikið undir við, og tað vil eg takka honum fyri.

Jú, sanniliga grør um gangandi fót.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi
forkvinna í Teknisku nevnd og limur í bygginevndini, “Brúgvin um Sandá”

mk2_560x460

Styrkja norðurlendska samleikan

Bussleiðin flaggar við finskum fløggum í dag 6. desember

Í morgun 6. des. flagga býbussarnir í Havn við finskum fløggum, tí 6. desember er finskur tjóðardagur. Finnland gjørdist sjálvstøðugt tjóð tann 6. des. 1917. Sostatt eru 94 ár liðin, síðani Finnland fekk fullveldi við at loysa frá Russlandi. Nógvir finnlendingar minnast dagin við at tendra livandi ljós í vindeygunum. Handlar og bankar eru stongdir, og dagurin er almennur frídagur.

Read more

farstod_kirkjubo2

Farstøð og viðskiftahús í Kirkjubø

Nú er nýggja farstøðin í Kirkjubø reist, ið eisini skal virka sum viðskiftahús við serligum atliti at tæna ferðavinnuni í bygdini.

Tekniska nevnd hjá Tórshavnar býráð hevur samtykt at lata slíkt hús byggja í Kirkjubø, tí nevndin fyri tíð síðani ásannaði, at stórur tørvur var at loysa fleiri mál í bygdini; bæði farstøð við busskýli til bygdarfólkið, skúlabørnini, vitjandi ferðafólk og onnur. Read more