mk2_560x460

Heildarætlan fyri kommununa

Heildarætlan fyri Tórshavnar kommunu, frílendi, grøn og varðveitingarverd øki

Kirkja og nýggj brúgv við Sandá og viðarlundin í Havn

Á síðsta býráðsfundi varð stýrisbólkur valdur at arbeiða við framhaldi av heildarætlanini fyri Tórshavnar kommunu. Í heildarætlanini fer m.a. støða at verða tikin til framtíðar íbúðar- og sethúsaøkir, vinnuøkir, økir til almennar bygningar, mentan, ítrótt, skúlar v.m. Í arbeiðinum fer dentur at verða lagdur á at taka borgarar, áhugabólkar, myndugleikar o.o. við í viðgerðina. Lívshættarlýsingar (livsformsanalyser) við fokus á sosialt lív eins og lendislýsingar (landskabsanalyser), verða gjørdar. Ætlanin er at leggja stóran dent á “grøn virði”, so framtíðar menningin ikki verður framd á ein slíkan hátt, at tað verður náttúran, ið rindar prísin, men heldur øvugt – at náttúran er partur av karminum.

Fari í hesum sambandi at tríva í 3 ætlanir, sum hava fingið ávísa umrøðu í fjølmiðlunum og eru til viðgerðar í býráðnum í hesum døgum.

Kirkja við Sandá

Eg fegnist um, at byggi- og býarskipanarnevndin nú hevur tikið avgerð um ikki at loyva bygging við Sandá, eftir at eg á býráðsfundi, seinast málið var fyri, mælti til at koyra málið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina til nýggja viðgerð. Nú kemur málið aftur fyri býráðið hóskvøldið, og mín vón er, at býráðið sær álvarsemið og fylgir meirilutanum í byggi- og býarskipanarnevndini um at varðveita økið kring Sandá sum óbygt lendi. Málið er av prinsipiellum slag. Býráðið hevur víst stóra virðing fyri frílendum, sokallaðum D1 økjum, og fyri bara einum ári síðani sýtti býráðið øðrum umsøkjara at byggja á sama øki. Velur býráðið nú at geva byggiloyvi til kirkjuna, er ikki óhugsandi, at kommunan fer at fáa endurgjaldskrav frá teimum, sum hava fingið noktað byggiloyvi júst á sama frílendi. Eisini kann kommunan vænta sær aðrar umsóknir um bygging av øðrum almennum bygningum í D1 økjum. Býráðið eigur at seta øll óviðkomandi og ósaklig áhugamál til viks, og heldur at sýna neyðuga virðing fyri teimum náttúru- og lendisperlum, sum tað eydnaðist teimum ið undan fóru at varðveita við byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu frá 1972.

Nýggj brúgv um Sandá

Nú verður av álvara farið undir arbeiðið at gera brúgv um Sandá, sum skal knýta nýggja Glyvursvegin, Markangilsvegin og Velbastðvegin saman. Hendan ætlan, sum er fleiri ára gomul, varð samtykt á síðsta býráðsfundi. Sum forkvinna í teknisku nevnd og limur í bygginevndini fyri brúnna um Sandá veit eg, at nevndirnar frá byrjan av hava havt sum stevnumið, at brúgvin skal hava minst møguligt árin á Sandá. Nevndirnar hava sett sum treyt, at brúgvin verður eitt listarligt og estetiskt verk, ið býráðið fer at lata eftir seg sum ein prýðiligan varða til okkara eftirkomarar.

Sandá, og økið um ánna, er sera náttúruvakurt og setur krøv til val av brúgvasniði. Og hesum hava bæði tekniska nevnd og bygginevndin ta allar størstu virðing fyri. Tí er eisini ætlanin, at brúgv og náttúran skulu stuðla hvørjum øðrum, so at ein heildarloysn fæst við fragdi fyri eygað.

ny_gl_brugv_um_sanda-560x200

Brúgvin skal gera seg sum minst inn á landslagið, hon skal verða smidlig og lítillátin, men samstundis skal hon vera eitt arkitektoniskt prýði á sama hátt sum gamla brúgvin um Sandá longuri úti í Havnardali, sum varð bygd í 20-unum.

Brúgvin skal gera seg sum minst inn á landslagið, hon skal verða smidlig og lítillátin, men samstundis skal hon vera eitt arkitektoniskt prýði á sama hátt sum gamla brúgvin um Sandá longuri úti í Havnardali, sum varð bygd í 20-unum av handfimum monnum undir leiðslu av Wilhelm Tórsheim. Hóast tann gamla brúgvin har úti ikki verður brúkt longur, so stendur hon sum eitt søguligt byggilistarligt prýði frá einari farnari tíð. Sama kann tíverri ikki sigast um nýggju brúnna við síðuna av teirri gomlu, sum landsmyndugleikin gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Her hevur tíverri ikki verði hugsað um tað estetiska, men bara um at koma turskødd um ánna.

Í samband við nýggju brúnna um Sandá og út á Argir verður møguligt at ganga fram við áarbakkanum undir brúnni. Á sjálvari brúnni verða atlit eisini tikin fyri fólki til gongu, koyristólum og súkklandi. Eisini verður møguleiki at koma frá áarbakkanum og upp á brúnna.

Viðarlundin í Havn

Ætlanin hjá Listasavni Føroya um at byggja út í Gundadali hevur fingið nakað av umtalu í fjølmiðlunum, og nú eg eri í holt við at viðgera náttúruperlur og frílendi í kommununi, so havi eg hug at gera nakrar viðmerkingar til hesa ætlan eisini. Tað verður ført fram um hvat er loyvt og ikki loyvt, og málið er farið ígjøgnum alla fyrisitingarmyndugleikakvørnina. Alt gott um tað, men í mínum hugaheimi er málið sera einfalt. Vit býráðspolitikkarar eiga at gera upp við okkum sjálvi, um vit vilja varðveita viðarlundina í Havn, ella um vit vilja lata hana til byggilendi. Tí eitt er púra vist, at um kommunan framhaldandi fer at lata loyvi til at byggja inni í viðarlundini, so kunnu vit gera ein óbøtaligan skaða. Tørvurin at byggja út er afturvendandi, og um nøkur fá ár verður ivaleyst aftur tørvur á at byggja út. Tí haldi eg, at tíðin er komin har til, at vit mugu gera okkum greitt, um vit skulu varðveita viðarlundina ella ikki. Tann einstaka byggiætlanin er oftani bæði góð og álítandi, men sæð yvir eitt longri áramál er eitt loyvi her og annað der við til at máa undan langtíðarmálinum við friðingini. Tí haldi eg, at kommunan ikki eigur at lata fleiri byggiloyvi inn í viðarlundina.

Endi

Eitt er vist, at fyri hvørja náttúruperlu vit lata til bygging, verður kommunan eina slíka fátækari, og økið kemur ongantíð aftur. Eyðsýnt er, at frílendir og økir kring stóru áirnar í kommununi hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum, og tí er sera týdningarmikið, at hesi verða varðveitt, og at bygging ikki verður loyvd. Tí liggur stóra ábyrgdin á herðunum á býráðslimunum.

Og hóskvøldið skal býráðið taka eina slíka avgerð, nevniliga um loyvt skal verða at byggja dygst í Sandá. Mín vón er, at allir býráðslimir síggja álvarssemið í hesum máli, soleiðis at tað verður eitt samt býráð sum stendur saman um at varðveita Sandá og økið har um leiðir. Søguligi bygningurin, Spinnaríið, sum nú er Eikin, og sum ivaleyst ongantíð hevur verið so snotuligt sum nú, varð bygt í ánna av eini neyðturviligari orsøk, tí áin varð brúkt sum orka at spinna ull við. Í dag fegnast vit um henda søguliga, varðveitta bygning. Verður farið undir at byggja aftanvert henda søguliga bygning, so fer hann óiva eisini at at missa nakað av sínum dámi og virði.

Marin Katrina Frýdal

býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráð

Image

Rundkoyring á Sundsvegnum

Rundkoyring

Vegamótið Sundsvegur-Blómubrekka-Óluvugøta: Rundkoyring við vegamótið Sundsvegur – Blómubrekka – Óluvugøta.

Vegamótið Sundsvegur – Blómubrekka – Óluvugøta hevur verið viðgjørt í teknisku nevnd í longri tíð. Talan er um eitt vandamikið vegamót við nógvari ferðslu, og er ferðslutrygdin tí heldur ikki nøktandi. Ferðslutrýstið á Sundsvegnum fer eisini at økjast í framtíðini, bæði tí at innkomuvegurin til Havnar væntandi verður knýttur í Sundsvegin, og eisini av, at ferðslan fer at vaksa í samband við íbúðarbyggingina á økinum millum Blómubrekku og Villingardalsvegin.

Ein rundkoyring er ikki bara ein rundkoyring, tí tær valdast m.a. bæði í sniði og dygd til at leiða ferðsluna. Í fyrstu atløgu var talan um at gera eina dupulta rundkoyring, og var kostnaðurin tá fleiri milliónir krónur. Nú er so avgjørt at gera eina rundkoyring, sum fer at bøta munandi um ferðslutrygdina.

Tekniska nevnd hevur samtykt at gera eina minni rundkoyring við møguleika fyri at víðka um hana, so hvørt sum ferðslutrýstið økist. Tekniska nevnd samtykti hóskvøldið at taka av lægsta tilboði, ið var frá P/F J & K Petersen Contractors. Samlaði kostnaðurin verður uml. 800.000 kr. og á býráðsfundi í kvøld, verður málið væntandi endaliga samtykt, soleiðis at farast kann til verka beinanvegin at betra um ferðslutrygdina á hesum vegateini.

Hjáheft er mynd av vegamótinum Sundsvegur – Blómubrekka – Óluvugøta

Heilsan

Marin Katrina Frýdal

forkvinna í teknisku nevnd