mkf_feature

Ódámliga og útspillandi herferðin hjá Heðini Mortensen

mkf_brugvin_um_sanda

Ikki er hann størri enn so – Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn – enn at hann á sjálvum 150 ára føðingardegnum hjá Tórshavnar kommunu nýtir høvi til at senda fjølmiðlunum eitt útspillandi lesarabræv um meg sum kommunalpolitikara. Hetta tí, at eg, sum fyrrverandi forkvinna í teknisku nevnd, av røttum havi tikið mær medæru av, at brúgvin um Sandá endiliga er komin.

Eg dittaði mær herfyri at skriva hesi orðini alment: “So verður hon tikin í nýtslu, okkara prýðiliga brúgv um Sandá. Eitt arbeiði, ið eg sum forkvinna í teknisku nevnd var við at seta í gongd fyri fýra árum síðani, er nú komið á mál. Argjafólk og onnur, sum hava ørindi á Argjum ella á Glyvursnesi, kunnu gleða seg til leygardagin 28. mai klokkan 16, tí tá verður prýðiliga brúgvin tikin alment í nýtslu. Og tað verður hvørki meira ella minni enn við hornblástri, røðum, kaffi og køkum. So møtið fjølment til stóru løtuna”

Tað er við bæði lygnum og tramansskapi, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, síðani leggur eftir mær í lesarabrævi fyri einari viku síðan, undir yvirskriftini: “Flogið hægri enn veingirnir bera”. Hetta er jú stílur hansara. Ein sera ódámligur stílur, ið vit øll, sum virka á Vaglinum kenna alt ov væl.

Milliónirnar rulla uttan heimild
Borgarstjórin kastar mær fyri at hava høvuðsábyrgdina av, at Glyvursvegurin gjørdist nógv dýrari, enn upprunaliga ætlað. Hví hesin vegurin gjørdist dýrari enn ætlað, er væl og virðiliga útgreinað í drúgvari frágreiðing frá óheftum løgfrøðingum, har tað verður víst á, at orsøkirnar vóru fleiri; millum annað undirlendið, sprunga í berginum v.m.

Borgarstjórin, við evstu leiðsluábyrgd á Vaglinum, og við hægstu fyrisitingarligu ábyrgdini, læt nevniliga bara standa til, meðan milliónaupphæddir streymaðu úr kommunukassanum uttan játtan og uttan heimild. Ístaðin fyri at vísa seg sum ein rættan borgarstjóra við evstu ábyrgd, og at megna at taka málið á sín egna kappa, fór hann hinvegin við báli og brandi eftir einum nærlagdum og álítandi málsviðgera til tess at “avreiða Svartaper” har, og ein ávaringar- og uppsagnartilgongd varð sett í verk mótvegis viðkomandi. Tíbetur kom fakfelagið hjá viðkomandi upp í leikin og gjørdi allar skuldsetingar hjá borgarstjóranum til skammar. Men enn tann dag í dag er eingin formlig umbering givin viðkomandi; tí at biðja um umbering ella taka í egnan barm, er ein býur í Kina hjá Heðini Mortensen.

Markleysa sjálvsøkni borgarstjórans
Ósmæðin hevur borgarstjórin hongt sítt egna navn runt í allar bygningar, sum gjørdir eru síðstu árini. Hesin glantrileikur er óhoyrdur í søgu kommunurnar.

Men søgu leggur borgarstjórin í aðrar mátar minni í, tí hann forkom t.d. skjalagoymsluni hjá gomlu Argja kommunu, sum varð koyrd í ruskposar og beind á Brennistøðina, har hon fór upp í royk. Hetta varð gjørt, hóast fleiri starvsfólk talaðu at, men har var einki at gera. Tað skuldi ganga skjótt fyri seg, tí borgarstjórin hevði tørv á nøkrum fermetrum í kjallaranum á Vaglinum, har skjalagoymslan annars var. Og so kann hann annars syngja sangin “Latið ei søguna doyggja”, sum hann sjálvur hevur forkomið fyri Argir.

Misnýtir kommunala heimasíðu til egnan fyrimun
Og so aftur til lortabyttuna oman yvir undirritaðu frá tí forsmádda og markleyst sjálvselskandi borgarstjóranum í høvuðsstaðnum; og tey fáu óseku orðini, eg skrivaði, og um, hvar hundurin hjá Heðini Mortensen veruliga liggur grivin.

Hann veit væl og virðiliga, at brúgvin um Sandá var eitt av mínum hjartamálum. Sum forkvinna í teknisku nevnd og bygginevndarlimur í nógv ár arbeiddi eg av eldhuga við hesi stóru og spennandi verkætlan. Eg havi fleiri ferðir skrivað alment um arbeiðsgongdina og lýst út í æsir, hvat vit royndu at raðfesta við brúnni um Sandá. At leiðin har rúmar náttúruvøkur øki, og at hetta skuldi virðast. At brúgvin skuldi hava minst møguligt árin á nærumhvørvið, og at hon somuleiðis skuldi vera eitt byggilistarligt valaverk og ein prýðiligur varði til okkara eftirkomarar.

Tann 31. august 2012 vórðu tilboðsgevarar og ráðgevarar teirra bodnir til ein felags fund við umboð fyri bygginevnd og umsiting til at gjøgnumganga útboðstilfarið og at seta umsitingini spurningar um komandi brúnna um Sandá. Henda dag var borgarstjórin við fylgi tó staddur uttanlands. Eg helt, at nú hendi nakað ítøkilig við brúnni, sum annars hevði verið ávegis í nógv, nógv ár, so at hetta vóru góð tíðindi at fáa á heimasíðuna hjá kommununi. Men hetta var váði gjørt móti sjálvsøkna borgarstjóranum, tí hann lovar sjáldan nøkrum øðrum framat, enn sær sjálvum.

Hesi heimasíðutíðindini í 2012 um brúnna um Sandá høvdu mynd av mær við borðendan saman við umboðum fyri tær stóru byggifyritøkurnar, sum fóru at bjóða upp á arbeiðið, og røða mín varð endurgivin. Hesin tíðindastubbin skapti mikla øsing hjá borgarstjóranum, sum var staddur uttanlands. Ja, hann fór fullkomiliga í svart, hann lá og ýldi í telefonini og hartaði nøkur dugnalig embætisfólk, sum ikki vistu betur enn, at tey høvdu gjørt nakað gott og borið borgarunum eina góða søgu.

Men tað, at eg var ein partur av tíðindunum og við á myndini, nívdi eftir øllum at døma øgiliga hart hjá borgarstjóranum. Og nú fýra ár eftir tilburðin í 2012, nívir hetta hann framvegis so hart, at hann á sjálvum 150 ára føðingardegnum hjá kommununi ger eitt so ódámligt og persónligt álop á meg, at tað talar fyri seg, hvør persónur hann í veruleikanum er. So mikið fyri hansara demokratiska sinnalag. Heðin Mortensen líkist meira og meira einum einaræðisharra, ið tíverri er sloppin at sita alt ov leingi og enntá ætlar sær fýra ár afturat, so hann tá hevur sitið í 16 ár.

Tað er runnið upp fyri alt fleiri, hvør persónur veruliga goymir seg handan dámliga snýðið og hvítu flippurnar og gull mansjettknapparnar hjá borgarstjóranum. Putinslótirnar gerast alt grefligari og grefligari. Borgarstjórin hevur enntá brúkt heimasíðuna hjá kommununi politiskt og hevur skrivað niðrandi um aðrar býráðslimir á eini heimasíða, sum er fíggjað og goldin við skattakrónum.

Tveitt úr bygginevndini í hevnisøku
Tað var í 2014, nakað eftir at býráðið einmælt hevði samtykt at gera ein arbeiðstøkusáttmála við lægsta tilboðsgevaran um brúnna um Sandá, at borgarstjórin revsaði undirritaðu við at tveita meg úr bygginevndini fyri brúnna. Hann fabrikeraði sjálvandi onkra forkláring til høvið, men veruliga orsøkin var hon, at eg hevði funnist at ymiskum fíggjarviðurskiftum hjá borgarstjóranum. Millum annað vísti eg á, at hann hevði dult fyri býráðnum um ein meirkostnað á 7 milliónir krónur til Tórsvøll.

Lokorð
Tað man undra nógv, at borgarstjórin gongur í so smáum skóm. Og satt at siga er tað lítið hugaligt hjá mær at skriva hesar reglur, tí eg hevði ætlað bara at vent tað dula oyra til enn eitt óreint álop á mín persón frá Heðin Mortensen, borgarstjóra. Men eftir nógvar áheitanir um framferðarháttin hjá borgarstjóranum ímóti mær, og tann høga prísin, eg havi goldið fyri at tala at, tá tørvur er á at gera tað, noyðir hetta meg til at vísa hansara lygnum aftur.

Um borgarstjórin hevur skotið valstríðið í gongd við at oysa hesa lortabyttuna omanyvir meg, er ikki nógv gott í væntu. Men ómegdin í hansara hatska álopi man ivaleyst botna í vantandi politskum vilja og klárskygni. Eg ætli mær ikki at luttaka í einum innantómum eljustríði við Heðin Mortensen, borgarstjóra. Heldur fari eg at brúka mína orku til at gera tað enn betur at búgva í Tórshavnar kommunu.

Eg fari til seinast at nýta høvið at ynskja øllum borgarum í Tórshavnar kommunu tillukku við 150 ára føðingardegnum, tillukku við trappuni í Vágsbotni og tillukku við prýðiligu brúnni um Sandá, sum eg eri bæði glað og errin av at hava verið við til at gjørt til veruleika.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimir
Tjóðveldi

 

mk2_560x460

Svarið til borgarstjóran

Til Heðin Mortensen, borgarstjóra

Hoyvík 27. mars 2014

Skal við hesum skrivi kvitta fyri móttøku av skrivi frá tær, dagfest 26. mars 2014, ið varð borið mær á arbeiðsplássið í gjár av starvsfólki hjá býráðnum.

Skal beinanvegin boða frá, at ta samstarvsavtalu, ið allir býráðslimir skrivaðu undir í november 2012, standi eg við og virði. Fari tí at grundgeva niðanfyri, hvussu eg meti, at tú í verki ikki hevur virt hesa avtalu nóg væl í politiska arbeiðinum síðstu tíðina, og eg tískil havi talað at tínum arbeiðslagi. Loyvi mær eisini at siga, at eg haldi, at eingin hevur kýtt seg meira enn eg at halda avtaluna og at vísa til hennara, serliga tá ið hon eftir mínum tykki ikki hevur verið hildin. Tað byrjaði longu fyrst í árinum 2013, har eg fleiri ferðir vísti til høvuðsgrundarlagið undir avtaluni, nevniliga; “Politisk semja; Flokkarnir eru samdir um áðrenn 15. januar 2013 at gera eitt undirskjal til hesa avtalu, sum lýsir høvuðsmálini, býráðið skal arbeiða við í valskeiðinum.

Tá, ið vit so komu út á heystið 2013, og fíggjarætlanin skuldi gerast, fóru vit allir 13 býráðslimirnir eldhugaðir til verka; nógv góð og gevandi kjak vóru. Eftir at fleiri fundir vórðu hildnir, varð avrátt, at vit skuldu halda áfram í einum minni bólki. Vit vóru øll samd um, at bólkurin skuldi hava eina breiða umboðan og mynda býráðssamansetingina bæði hvat viðvíkti politiskum hugsjónum, javnstøðu v.m. Vit komu síðani til eina semju, hóast hon í støðum ikki smakkaði so væl hjá øllum, treyðugt so. Tíðin var knøpp, tí arbeiðið var farið ov seint í gongd. Tó at fíggjarætlanin varð einmælt samtykt í býráðnum, so samdust vit um at hyggja fíggjarætlanini ígjøgnum beint eftir nýggjár, eisini við eini langtíðar íløguætlan fyri eyga. Tá, ið so hetta dróg út, og eingi fundarboð koma frá borgarstjóranum í nýggja árinum, minti eg borgarstjóran á hetta fleiri ferðir, bæði í talu og á skrift. Svarið var hvørja ferð; tit verða innkallaði ein av fyrstu døgunum, eg arbeiði við málinum. Um miðjan februar svarar borgarstjórin mær, at tað verður í næstu viku. Men tað hendi framhaldandi einki, og vit fáa ongi fundarboð. Tá, ið so eitt skjal frá fíggjarnevndini, verður lagt fyri okkum beint undan einum býráðsfundi, er skelkurin og ørkymlanin somikið størri millum fleiri býráðslimir. Vit, eg loyvi mær at siga vit, tí vit eru fleiri, sum halda okkum verða umlopin; soleiðis sum tað eisini gekk sjón fyri søgn á býráðsfundinum tann 4. mars 2014.

Vit eru 13 býráðslimir, sum á jøvnum føti hava skrivað undir eina samstarvsavtalu, har vit øll viga eins nógv og hava somu tign – hetta er sjálvir hornasteinurin undir eini og hvørjari samstarvsavtalu. Tær stóru semjurnar, avtalurnar, raðfestingarnar v.m. skulu viðgerast og avgreiðast í samstarvinum og áðrenn býráðsfundirnar.

At tosa um at seta fram broytingaruppskot at standa sína roynd á býráðsfundi, at gera viðmerkingar o.s.fr., er at fjala veruleikan. Tí talan er ikki um meiriluta og minniluta. Semjurnar í breiða samstarvinum skulu gerast áðrenn býráðsfundin; tað er í meirilutanum vit gera hetta, og vit hava, mær vitandi, bara ein meiriluta. Tað eru hesir “samgongufundir”, sum tíverri ikki hava verið hildnir, ið skuldi verið ein av hornasteinunum undir demokratinum á Vaglinum. Tað, at vit fáa nøkur góð kjak og kunnu slípa ósemjurnar til semjur, eisini tá ið tær smakka illani.

At tala at, har eg haldi, at politiskur órættur verður framdur, er mín demokratiski rættur, ið eg til eina og hvørja tíð tilskili mær rættin at nýta. Sostatt er tað upp til tín sum samgonguleiðara, um tú velur at skipa politiska arbeiðið soleiðis, at allir 13 býráðslimirnir á javnbjóðis føti kenna seg aftur í politisku avgerðunum. Tí er tað upp til m.a. tín at vísa í verki, hvussu nógvar býráðslimir, ið politiska arbeiðið skal fevna um.

So mín vón er, at vit, allir 13 býráðslimirnir sum undirskrivaðu samstarvsavtaluna, kunnu taka táttin uppaftur við tí góða arbeiðslagnum frá í fjørð; og at tú framyvir skipar politiska arbeiðið á Vaglinum soleiðis, at vit øll verða tikin við á javnbjóðis føti. At arbeiðslagið, ið bæði var álitisfremjandi og álitisvekjandi, kann koma inn aftur í býráðsarbeiðið. Hetta krevur dirvi, tíð og tol, men hetta eiga vit at unna kommununi, og hetta tænir eisini kommununi best í longdini.

Heilsan

Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi

mk2_560x460

Arbeiðir borgarstjórin við fjaldari dagsskrá

Arbeiðir borgarstjórin við eini fjaldari dagsskrá um at steðga útbyggingini av fjarhitanum í Tórshavn!

Tað eru tekin í sól og mána um, at afturhaldskreftirnar í býráðnum tíverri eru við at fáa fastatøkur, og viljin til at byggja land í høvuðsstaðarkommununi, er við at kámast.

Á síðsta býráðsfundi legði borgarstjórin fram eina umraðfesting av íløguætlanini fyri 2014. Íløgan á góðar 5 mió. kr. til at dagføra Sundsvegin fyri og, harvið m.a. fyrireikingarnar til at fáa fjarhitan oman til hallirnar í Gundadali og víðari út um býin, eru fluttar til ítróttin. Ja, við einum pennastroki hevur borgarstjórin strikað hesa framskygdu ætlan.

Undir umrøðuni á býráðsfundinum umtalaði borgarstjórin Fjarhitafelagið sum ein 3. persón, og sum ein mótstøðupart, hóast at tað eru Tórshavnar kommuna og SEV, sum eiga Fjarhitafelagið. Og Tórshavnar kommuna eigur jú saman við hinum kommununum SEV; v.ø.o. er Tórshavnar kommuna tí stórsti eigari av Fjarhitafelagnum.

Á býráðsfundinum førdi borgarstjórin fram at “man meinti” og “vit meta”, at Sundsvegurin kann bíða, og at tað er einki er til hindurs fyri, at Fjarhitafelagið kann fara í gongd við at leggja fjarhitarør í verandi Sundsveg o.s.fr. Á býráðsfundinum spurdi eg fleiri ferðir borgarstjóran, hvør “man” og hvør “vit” vóru, men hetta fekk eg sjálvandi ongantíð svar uppá. Seinni havi eg fingið staðfest, at tað hvørki er Fjarhitafelagið ella tekniska umsitingin hjá býráðnum, sum eru komin við hesum tilmæli, sum borgarstjórin vísti til.

Tekniska nevnd hevur fyri langari tíð síðani avgjørt, at Sundsvegurin skal dagførast fyri at kunna taka ímóti tí alsamt vaksandi ferðsluni til høvuðsstaðin, og samstundis skulu fyrireikingarnar gerast til at leggja fjarhitarør í vegin. Sostatt er ætlanin at gera alt um somu leið; at dagføra vegin og at fáa fjarhitan oman í býin. Tey, ið dagliga ferðast eftir Sundsvegnum vita, hvussu ónøktandi ferðsluviðurskiftini longu eru, og tí er neyðugt at gera nakað longu nú, áðrenn økta ferðslan frá innkomuvegnum fer at gera viðurskiftini á Sundsvegnum heilt ómøgulig.

Stórar byggiverkætlanir eru í býnum, bæði kommunalar, lands og privatar, sum hava áhuga í at verða knýttar í fjarhitan. Kann nevna bygningar og arbeiðspláss sum Musikkskúlin, Fótbóltssamband Føroya, BankNordik, Svimjihylurin, Miðnámsskúlin, Landssjúrahúsið v.fl.

Mikukvøldið verður aftur býráðsfundur, har ætlaða umraðfestingin av íløgunum skal staðfestast. Mín vón er, at býráðið sær álvarsemið í hesum máli og tekur borgarstjóran av ræði; júst sum gjørt varð, tá ið avgjørt varð at leggja sjóvarhita á Borðanesheiminum á sinni. Tí, var tað borgarstjórin sum einsamallur ráddi fyri durum tá, var eingin sjóvarhiti yviri við Strond í dag.

Málið snýr seg um at byggja land, at gagnnýta okkara egna tilfeingi og at gera hettar burðardygt.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi

mk2_560x460

Fólk skulu eisini búgva í miðbýnum

lidahus

Liðahúsini

Húsini í Liðagøtu, beint omanfyri Steinatún. Har hevur familjuráðgevingin hildið til, eins og náttaravnarnir eisini hava havt atgongd til húsið.

Í samband við, at býráðið keypti bygningin hjá BankNordik til at húsa umsitingini hjá Tórshavnar kommunu í, var treytin, at onnur hús, sum kommunala umsitingin hevur húsast í, skuldu seljast. Tað er í hesum sambandi, at eg havi skotið upp, at tá ið umrøddu húsini verða sett á sølulista, skal ein bústaðarskylda fylgja við teimum, soleiðis at hendan skyldan kann fyribyrgja, at tey aftur enda sum skrivstovur. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá kommununi at seta spónin í greytin og vísa vilja til at gera tað fólkaríkt aftur í býnum. Hetta er bert eitt av mongum tiltøkum, har kommuna eigur at ganga undan og fremja tað í verki, sum kann vera við til at skapa lív og trivnað aftur í miðbýnum.

magn_heinasonarg

Magnus Heinasonargøta

soljugota

Húsini í Sóljugøtu, vórðu brúkt til kvøldskúla, áðrenn alt tað virksemi flutti oman í Vørðsluna, í J. H. Schrøters gøtu.

fr_petersens_gota

Húsini á horninum Fríðriks Petersens gøta / Jóannesar Paurssonar gøta. Har hevur sosial deild hjá kommununi havt sítt virksemi.

mk2_560x460

Javnstøðan í Tórshavnar býráð!

Patriarkalskt samfelag

Í oddagreinini í Dimmalætting 3. des. verður vantandi javnstøðan í nevndunum í Tórshavnar býráð umrøtt. Hóast veljarin valdi javnstøðu við at velja 6 kvinnur og 7 menn í býráðið, vísir oddagreinin á, at hettar ikki sæst aftur í nevndarbýtinum; serliga fíggjarnevndini.

Oddagreinin í Dimmu sigur, at Føroyar eru eitt gamaldags patriarkalskt samfelag, og hesum kann eg ikki annað enn vera samd í, eftir at hava verið partur av tí leiki, sum hevur verið á Vaglinum síðstu vikurnar. Oddagreinin umrøður, hvussu Føroyar í festligum høpi, og tá ið altjóða skriv skulu undirskrivast, t.d. í ST-høpi, siga, at vit ganga inn fyri javnstøðu. Úteftir verður hildið uppá, at kvinnur og menn eru javnsett í hesum samfelagnum, men at veruleikin tó vísir eina heilt aðra mynd.

Einans menn í fíggjarnevndini

Júst henda álvarsama trupulleika vísti eg á, og royndi at fáa aftur á beint, undir telvingini um nevndarsessirnar. Men tíverri fekk eg ikki undirtøku fyri hesum sjónarmiði. Eg setti spurningin og undraðist stórliga á, at júst Javnaðarflokkurin skuldi taka so lætt uppá hendan demokratiska trupulleikan við tí skeiklaða kynsbýtinum í nevndunum. Javnaðarflokkurin var tann fyrsti flokkurin, sum í tíðindaskrivi kunnaði um, at hann var liðugur við uppstillingina og eisini gjørdi nógv burturúr at vísa á javnstøðuna á listanum; 8 kvinnur og 8 menn. Undir telvingini gjørdi eg eisini vart við, at tað var sera hugstoytt at síggja, at ætlanin hjá borgarstjóranum og Javnaðarflokkinum var, at einans menn skuldu sita í tí tyngstu og mest avgerandi nevndini í býráðnum, nevniliga fíggjarnevndini. Vísti somuleiðis á, at hetta var alt annað enn ein mynd av samansetingini í býráðnum. Sama er galdandi fyri aðrar nevndir, har tað somuleiðis er hend ein skeikling av veruligu javnstøðuni í býráðnum. At forteknið onkuntíð vendir øvut ger ikki demokratiska skeivleikan minni.

Javnaðarflokkurin ikki fyri javnstøðu

Javnaðarflokkurin, sum einsamallur hevur meirilutan í býráðnum, hevði møguleika at gera nakað við hetta, og at vísa í verki, at talan ikki bara var um tóm orð aftanfyri javnstøðulýsingina í valstríðnum. Eg gjørdi vart við, at í mínum hugaheimi telur tað fólkaræðisliga grundarlagið nógv. Tí eigur m.a. kvinnuumboðanin í hesum sambandi at hava eins stóran týdning, sum flokspolitisk umboðan, við atliti til samanseting av fíggjarnevndini og hinum nevndunum við.

Javnaðarflokkurin, er eftir øllum at døma av tí áskoðan, at tað, at allir flokkar eru umboðaðir í fíggjarnevndini, hóast bara við monnum, byggir á størri fólkaræðisligt grundarlag, enn at fylgja avgerðini hjá veljaranum, nevniliga at javnstøða eisini er galdandi í fíggjarnevndini.

Borgarstjórin átti sjálvandi at sett sum eitt krav, at javnstøða var í øllum nevndum, soleiðis sum eisini er samlaða myndin av býráðnum, og somuleiðis sum veljarin hevur valt. Tá høvdu vit havt ein borgarstjóra, sum livdi upp til ta dyggu álitisváttan, hann fekk á valinum, og tað lýsing, sum Javnaðarflokkurin sendi út áðrenn valið.

Undirskotið av konufólki

Samanumtikið eri eg so sára samd við oddagreinaskrivaran í Dimmalætting um, at tað als ikki er nøktandi, at kvinnur ikki sleppa framat, har tær avgerandi avgerðirnar verða tiknar. Í verandi loysn stendur helvtin av luttakarunum uttanfyri, har ið tær veruligu avgerðirnar verða tiknar. Og henda avgerð signalerar, at kvinnur eru borgarar við minni virði, enn menn. Hetta er ikki nøktandi, og tað er als ikki í samsvar við tær altjóða konvensjónir, sum vit hava skrivað undir. Nei, her lekur so sanniliga millum teori og praksis. Og so kunnu vit halda áfram at grenja um fólkaflyting og undirskotið av konufólki – eg meini tað.

Javnstøða í politisku skipanini hevur alstóran týdning fyri dygdina av tí politiska arbeiðinum. Við góðari javnstøðu í politisku umboðanini, verða tær loysnir valdar, ið á bestan hátt tæna fjøldini.

At eg allíkavæl í síðstu løtu valdi at skriva undir samstarvsavtaluna komst eina og aleina av tí støðu, at alternativið tí var, at eg gjørdist einsamallur býráðslimur í minniluta komandi 4 árini og við als ongari ávirkan. Og tá høvdu atkvøðurnar til mín verið ov illa umsitnar.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

mk2_560x460

Leiðin fram í felag

Tórshavnar kommuna skal vera rúmlig, og pláss skal vera fyri øllum. Og eingin skal føla seg útstoyttan ella forfylgdan. Alneyðugt er at leggja soleiðis til rættis, at fjølbroytni er galdandi, at arbeiðsmarknaðurin er rúmligur, og at fleiri vard størv verða útvegað.

Bústaðir

Øll skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað. Nú lógarheimildin loksins er komin, varð beinanvegin farið til verka, og arbeiðir býráðið nú saman við øðrum at byggja fjøltáttaðar bústaðir, s.s. leigu-, luta-, lestrar-, vardar- og eldraíbúðir. Endamálið er at skapa nýggjar, kreativar og hóskandi bústaðaloysnir, soleiðis at bústaðamarknaðurin sum heild verður betri og meira fjøltáttaður. Bert at kunnu velja ímillum dýrar sethúsaloysnir fyri milliónir, ella dýrar privatar kjallaraíbúðir, verður vónandi skjótt søga.

Ymiskleiki

Allir aldursbólkar skulu vera javnt virdir og hava rætt til somu tilboð. Fleiri trivnaðartilboð eru útvegaði bæði til ung og eldri. Býráðið hevur samtykt og sett pening av til at menna hesi enn meira í 2013. Kvøldskúlin við omanfyri 100 undirvísingartilboðum, ið fevna um alt frá vanligari bókligari og handaligari frálæru til royndarfyrireikandi lesna, ið endar við próvtøku, eigur at mennast enn meira. Tórshavnar kommuna kann ivaleyst gerast enn betur at veita møguleikar fyri t.d. vardum størvum til borgarar ið fella uttanfyri vanligu treytirnar á arbeiðsmarknaðinum.

Lestrarbýurin

Tórshavnar kommuna og vinnan eiga at stuðla Fróðskaparsetrinum, soleiðis at vit fáa eitt veruligt føroyskt universitet og eitt altjóða lestrarumhvørvi. Hóast hetta er ein landsuppgáva, so tolir málið ikki at bíða, meðan Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin keglast um tunlar og annars fonglast við at býta vinum og kenningum makrelloyvir, alt meðan landið alsamt spakuliga bløðir út.

Gjøgnumskygni

Vit hava ment umsitingina hjá Tórshavnar kommunu til at vera tað mest professionellu í landinum, og Tórshavnar kommuna er eitt arbeiðspláss við stórar atdráttarmegi og gevur starvsfólki fakligar avbjóðingar. Gjøgnumskygni í allar politiskar avgerðir, og alt umsitingarligt arbeiði, er fyritreytin fyri áliti.

Samhaldsfesti

Tað er so ymiskt, hvat vit vera borin til her í lívinum og eisini hvussu vit verða móttikin og hvussu alt laðar seg í lívi okkara. Vit eiga at leggja soleiðis til rættis, at tey sterkastu hjálpa teimum veikastu, og ein góð samhaldsføst Tórshavnar kommuna skal tryggja hesum. Hetta gera vit í dag t.d. við Bussleiðini, sum er ein góð samhaldsføst skipan. Barnaverndartænastan, skúlatannlækni, Býarbókasavnið, systkinaavsláttur, frípláss, Tilhaldið, Sølutrogið í Vágsbotn o.fl. eru dømi um góðar samhaldsfastar tænastur í kommununi, og slíkar skulu mennast og fjølgast.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur á lista E

mk2_560x460

Heildarætlan fyri kommununa

Heildarætlan fyri Tórshavnar kommunu, frílendi, grøn og varðveitingarverd øki

Kirkja og nýggj brúgv við Sandá og viðarlundin í Havn

Á síðsta býráðsfundi varð stýrisbólkur valdur at arbeiða við framhaldi av heildarætlanini fyri Tórshavnar kommunu. Í heildarætlanini fer m.a. støða at verða tikin til framtíðar íbúðar- og sethúsaøkir, vinnuøkir, økir til almennar bygningar, mentan, ítrótt, skúlar v.m. Í arbeiðinum fer dentur at verða lagdur á at taka borgarar, áhugabólkar, myndugleikar o.o. við í viðgerðina. Lívshættarlýsingar (livsformsanalyser) við fokus á sosialt lív eins og lendislýsingar (landskabsanalyser), verða gjørdar. Ætlanin er at leggja stóran dent á “grøn virði”, so framtíðar menningin ikki verður framd á ein slíkan hátt, at tað verður náttúran, ið rindar prísin, men heldur øvugt – at náttúran er partur av karminum.

Fari í hesum sambandi at tríva í 3 ætlanir, sum hava fingið ávísa umrøðu í fjølmiðlunum og eru til viðgerðar í býráðnum í hesum døgum.

Kirkja við Sandá

Eg fegnist um, at byggi- og býarskipanarnevndin nú hevur tikið avgerð um ikki at loyva bygging við Sandá, eftir at eg á býráðsfundi, seinast málið var fyri, mælti til at koyra málið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina til nýggja viðgerð. Nú kemur málið aftur fyri býráðið hóskvøldið, og mín vón er, at býráðið sær álvarsemið og fylgir meirilutanum í byggi- og býarskipanarnevndini um at varðveita økið kring Sandá sum óbygt lendi. Málið er av prinsipiellum slag. Býráðið hevur víst stóra virðing fyri frílendum, sokallaðum D1 økjum, og fyri bara einum ári síðani sýtti býráðið øðrum umsøkjara at byggja á sama øki. Velur býráðið nú at geva byggiloyvi til kirkjuna, er ikki óhugsandi, at kommunan fer at fáa endurgjaldskrav frá teimum, sum hava fingið noktað byggiloyvi júst á sama frílendi. Eisini kann kommunan vænta sær aðrar umsóknir um bygging av øðrum almennum bygningum í D1 økjum. Býráðið eigur at seta øll óviðkomandi og ósaklig áhugamál til viks, og heldur at sýna neyðuga virðing fyri teimum náttúru- og lendisperlum, sum tað eydnaðist teimum ið undan fóru at varðveita við byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu frá 1972.

Nýggj brúgv um Sandá

Nú verður av álvara farið undir arbeiðið at gera brúgv um Sandá, sum skal knýta nýggja Glyvursvegin, Markangilsvegin og Velbastðvegin saman. Hendan ætlan, sum er fleiri ára gomul, varð samtykt á síðsta býráðsfundi. Sum forkvinna í teknisku nevnd og limur í bygginevndini fyri brúnna um Sandá veit eg, at nevndirnar frá byrjan av hava havt sum stevnumið, at brúgvin skal hava minst møguligt árin á Sandá. Nevndirnar hava sett sum treyt, at brúgvin verður eitt listarligt og estetiskt verk, ið býráðið fer at lata eftir seg sum ein prýðiligan varða til okkara eftirkomarar.

Sandá, og økið um ánna, er sera náttúruvakurt og setur krøv til val av brúgvasniði. Og hesum hava bæði tekniska nevnd og bygginevndin ta allar størstu virðing fyri. Tí er eisini ætlanin, at brúgv og náttúran skulu stuðla hvørjum øðrum, so at ein heildarloysn fæst við fragdi fyri eygað.

ny_gl_brugv_um_sanda-560x200

Brúgvin skal gera seg sum minst inn á landslagið, hon skal verða smidlig og lítillátin, men samstundis skal hon vera eitt arkitektoniskt prýði á sama hátt sum gamla brúgvin um Sandá longuri úti í Havnardali, sum varð bygd í 20-unum.

Brúgvin skal gera seg sum minst inn á landslagið, hon skal verða smidlig og lítillátin, men samstundis skal hon vera eitt arkitektoniskt prýði á sama hátt sum gamla brúgvin um Sandá longuri úti í Havnardali, sum varð bygd í 20-unum av handfimum monnum undir leiðslu av Wilhelm Tórsheim. Hóast tann gamla brúgvin har úti ikki verður brúkt longur, so stendur hon sum eitt søguligt byggilistarligt prýði frá einari farnari tíð. Sama kann tíverri ikki sigast um nýggju brúnna við síðuna av teirri gomlu, sum landsmyndugleikin gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Her hevur tíverri ikki verði hugsað um tað estetiska, men bara um at koma turskødd um ánna.

Í samband við nýggju brúnna um Sandá og út á Argir verður møguligt at ganga fram við áarbakkanum undir brúnni. Á sjálvari brúnni verða atlit eisini tikin fyri fólki til gongu, koyristólum og súkklandi. Eisini verður møguleiki at koma frá áarbakkanum og upp á brúnna.

Viðarlundin í Havn

Ætlanin hjá Listasavni Føroya um at byggja út í Gundadali hevur fingið nakað av umtalu í fjølmiðlunum, og nú eg eri í holt við at viðgera náttúruperlur og frílendi í kommununi, so havi eg hug at gera nakrar viðmerkingar til hesa ætlan eisini. Tað verður ført fram um hvat er loyvt og ikki loyvt, og málið er farið ígjøgnum alla fyrisitingarmyndugleikakvørnina. Alt gott um tað, men í mínum hugaheimi er málið sera einfalt. Vit býráðspolitikkarar eiga at gera upp við okkum sjálvi, um vit vilja varðveita viðarlundina í Havn, ella um vit vilja lata hana til byggilendi. Tí eitt er púra vist, at um kommunan framhaldandi fer at lata loyvi til at byggja inni í viðarlundini, so kunnu vit gera ein óbøtaligan skaða. Tørvurin at byggja út er afturvendandi, og um nøkur fá ár verður ivaleyst aftur tørvur á at byggja út. Tí haldi eg, at tíðin er komin har til, at vit mugu gera okkum greitt, um vit skulu varðveita viðarlundina ella ikki. Tann einstaka byggiætlanin er oftani bæði góð og álítandi, men sæð yvir eitt longri áramál er eitt loyvi her og annað der við til at máa undan langtíðarmálinum við friðingini. Tí haldi eg, at kommunan ikki eigur at lata fleiri byggiloyvi inn í viðarlundina.

Endi

Eitt er vist, at fyri hvørja náttúruperlu vit lata til bygging, verður kommunan eina slíka fátækari, og økið kemur ongantíð aftur. Eyðsýnt er, at frílendir og økir kring stóru áirnar í kommununi hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum, og tí er sera týdningarmikið, at hesi verða varðveitt, og at bygging ikki verður loyvd. Tí liggur stóra ábyrgdin á herðunum á býráðslimunum.

Og hóskvøldið skal býráðið taka eina slíka avgerð, nevniliga um loyvt skal verða at byggja dygst í Sandá. Mín vón er, at allir býráðslimir síggja álvarssemið í hesum máli, soleiðis at tað verður eitt samt býráð sum stendur saman um at varðveita Sandá og økið har um leiðir. Søguligi bygningurin, Spinnaríið, sum nú er Eikin, og sum ivaleyst ongantíð hevur verið so snotuligt sum nú, varð bygt í ánna av eini neyðturviligari orsøk, tí áin varð brúkt sum orka at spinna ull við. Í dag fegnast vit um henda søguliga, varðveitta bygning. Verður farið undir at byggja aftanvert henda søguliga bygning, so fer hann óiva eisini at at missa nakað av sínum dámi og virði.

Marin Katrina Frýdal

býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráð

mk2_560x460

Entreprenør politikkurin má steðgast

Kommunan eigur beinanvegin at taka annað skinn um bak og raðfesta trivnaðin hjá nýbyggjarafólkum í fremstu røð. Tann ótarnaði entreprenør politikkurin kann ikki halda áfram, har tað er byggiharrin, ið hevur stýringina, buktina og báðar endarnar.

At seta føtur undir egið borð er ein íløga fyri lívið, og í høvðusstaðnum er hetta serstakliga dýrt. Ein familja má seta seg í skuld fyri langt omnafyri milliónina; og er tað ein skuld, ið húskið kemur at merkja restina av lívinum. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at fortreytirnar, eru so góðar og fullkomnar sum gjørligt, soleiðis at familjan fær fulla gleði av hesi stóru íløgu. Tað er týdningarmikið, at húsaognin er nakað, tú gleðist um og tívist í. Fyri flestøll gerst íløgan í bústaðin eisini hornasteinurin í okkara privatbúskapi. Hesir bústaðir skulu standa eftir okkum sum varðar til komandi ættarlið at taka yvrir.

Tað er kommununar ábyrgd at seta karmarnar, m.a. at:

  • atlit verða tikin til byggilistaliga og byggitekniska dygd
  • atlit vera tikin til náttúruna, umhvørvið og uttandura umstøðurnar
  • atlit verða tikin til sosialan trivnað og tørv
  • atlit verða tikin til góðar ferðsluloysnir

Vit síggja nýggjar gøtur uppi á Løgmannabreyt, har støðan viðv. parkering ikki er øðrvísi enn í J. Paturssonargøtu ella í Krossgøtu, har raðhúsini vórðu bygd fyri umleið 40 árum síðani, áðrenn vanligt varð við bili í hvørjum húsi, og tískil heldur eingi parkeringspláss.

Aðrastaðni við Løgmannabreyt eru langar røðir av raðhúsum, har tað er so ill frágingið uttandura, at ein øtast. Avgrevsturin er lagdur sum eit stórt fjall árakað mønuna á húsunum. Hetta myrkir inni, og hyggur ein út ígjøgnum vindeygað, sær ein beint inn í henda skráan, Arbeiðið er so óvanda frágingið, at ógjørligt er at koma afturumaftur við amboðum.

Og upp aftur onnur, í sama nýbygda býarparti, klaga um støðugt raman klokkdeym.

Um kommunan ikki beinavegin tekur annað skinn um bak og raðfestir trivnaðin hjá hesum nýbyggjarafólkum í fremstu røð, ja, so heldur tann ótarnaði entreprenør politikkurin áfram, har tað er byggiharrin, ið hevur stýringina, buktina og báðar endarnar. Hetta fyri stuttskygdan løtuvinning. Tað kann ikki vera meingin, at tað eru tilvildarligi entreprenørar, ið uttan nøktandi stýring, seta dagsskránna fyri nýbygging í býnum.

Latið entreprenørarnar fáast við tað, teir eru dugnaligir til, men lati okkum fáa dygdargóðar, vælskipaðar karmar til teirra at virka undir. Tað er politiksi myndugleikin í býráðnum, ið eigur at seta dagsskránna og karmarnar fyri bústaðarbyggingina í kommununi. Og tað er ábyrgdin hjá sama býráði, at kommunala fyrisitingin hevur ein vælskipaða býarplanlegging og eitt dygdargott byggieftilit.

Eisini er tað undrunarvert, at kommunan nýtir útlendska ráðgevarafyritøku til býarplanlegging av Suðursteymoy, heldur enn at nýta høvið at menna føroyskan førleika á málsøkinum.

Tjóðveldisflokkurin setir høg krøv til nýggjar útstykkingar, har góð bústðarviðurskifti og trivnaður verður sett í hásæti.

Marin Katrina Frýdal, valevni Tjóðveldisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu