Vælkomin inn á heimasíðuna hjá Marin Katrinu Frýdal.

Tí stilli eg upp til Føroya Løgting,

Millum míni áhugamál er at styrkja og menna føroyska málið og føroysku mentanina.

Samferðsluviðurskifti, náttúru- og umhvørvispolitikkur og orkumál eru eisini evni, sum hava mín stóra áhuga. Loysnir á bústaðartrotinum, og ein skynsamur bústaðarpolitikkur, har alment og privat fáa sínar karmar lýstar at virka undir, er alneyðugt at fáa til politiska viðgerð sum skjótast.

Sum limur í Tórshavnar býráði, har eg nú siti mína fjórðu setu; verði eg vald á Føroya Løgting, fari eg at lata varamanninum býráðssessin.
Eg havi sera drúgvar politiskar royndir úr høvuðsstaðarkommununi. Eg havi eisini í býráðsarbeiðinum sýnt neyðuga dirvi til at tala at, har okkurt er galið, bæði politiskt og í fyrisitingini. Eg havi røkt týðandi leiðslusessir í býráðnum; var forkvinna í Teknisku nevnd tær tvær fyrstu seturnar, og er nú forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini, somuleiðis eri eg nevndarlimur í  interkommunala elfelagsskapinum SEV.

Sum royndur býráðspolitikari kenni eg, um nakar, fullvæl til tær ábøtur, ið lóggávuvaldið, Føroya Løgting, eigur at arbeiða við í komandi valskeiði til tess at bøta um virkiskarmarnar hjá føroysku kommununum. Kreftir í samfelagnum royna í ávísum førum at seta kommunurnar og landið upp í móti hvør øðrum; hesum taki eg frástøðu til, tí, – Landið og kommunurnar eru at meta sum eitt par í einum hjúnalagi; ið tørva hvønn annan til tess at fáa sum best burtur úr fyri Føroya fólk.

Eitt av hjartamálum mínum er, at vit føroyingar mugu gevast við at seta miðstaðar- og útjaðaraøkini upp í móti hvør øðrum; Føroyar eru bæði, og vit føroyingar eru øll í sama báti. Tann veruliga avbjóðingin kemur uttan úr heimi, og hana mugu vit handfara í felag.

Einar frælsar, frílyntar, samhaldsfastar og rúmsáttar Føroyar, har vit kenna ábyrgd hvør móti øðrum, er mín visjón!

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi